fríggjadagur 22. mai 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 • 22. mai 2009
Vit hava so nógvan skund í dag
og eru so gastronomisk dovin
hóast køkarnir aldrin áður hava
verið glæsiligari, at tey fægstu
av okkum orka at gera ordiligt
kaffi úr heilum slow-brendum
úrvals-kaffibønum, sjálvi mala
bønirnar og síðani bryggja á
stempulkannu ella espresso-
maskinu.
Nei, pulvurkaffi er sakin,
munnu nógv hugsa!
Hetta vísir í hvussu so er
vaksandi úrvalið av hesi frysti-
turkaða útgávuni av kaffi á
handilshillunum seinastu árini.
Har Nescafé leingi hevur verið
einsamalt ráðandi, sæst nú 10-
15 sløg av pulvurkaffi. Hvørt
kaffimerki við virðing fyri sær
sjálvum hevur í dag eisini eina
pulvur-útgávu: Gevalia, Karat,
Café Noir, BKI osfr.
Men er tað nú so illavorðið við
pulvurkaffi?
Lat tað vera sagt beinanvegin.
Einki slær ordiligt kaffi úr
heilum slow-brendum úrvals-
kaffibønum, har vit sjálvi mala
bønirnar og síðani bryggja á
stempulkannu ella espresso-
maskinu.
Harafturímóti er meginparturin
av vanligum formaldum
kaffi, sum er at finna á
handilshillunum og sum
vit bryggja á vanliga filtur-
maskinu, eftir mínum tykki so
langt burtur frá upprunaligum
dygdar-kaffi, at tað ikki er
drekkandi!
Tí er pulvurkaffi neyðloysnin!
Eftir mínum tykki smakkar
pulvurkaffi sum heild betur
enn vanlig formald kaffisløg.
Tey formaldu sløgini eru tey,
ið vit kenna so væl og brúka
til filturmaskinuna, eru oftani
vacuum-pakkaði, halda sær
fleiri ár, eru av ivasomum
uppruna og eru brend eftir
fastfood-leisti. Pulvur-Café
Noir smakkar eftir mínum tykki
betur enn formalið Café Noir.
Roynið sjálvi!
Pulvurkaffi er sum við tí frysta
fiskinum. Er fiskurin ikki
spillfeskur, er tann frysti oftast
betur. Frystiturkað pulvurkaffi
hevur ein frískari smakk enn
flestu formaldu sløgini. Men
munur er sanniliga eisini á
pulvurkaffi.
So um tú vilt hava gott kaffi,
so er úrskurðurin hesin: Keyp
gott slow-brent úrvalskaffi við
kendum uppruna og sum heilar
bønir. Keyp eina kaffikvørn
og eina stempulkannu ella
espresso-maskinu. So einfalt
er tað. Skal tað ganga
skjótt fyri seg ella verða eitt
sindur bíligari, keyp so gott
pulvurkaffi.
Hvat er so pulvurkaffi? Tað
er liðugtbryggjað kaffi, har
vatnið verður dehydrerað/
turkað burtur. Pulvurið, ið
er eftir, kann brúkarin so
hydrera aftur við at stoyta
kókandi vatn á. Tað var hann
sjálvur, Satori Kato, ein japanir
sum búleikaðist í Chicago í
USA, sum í 1901, uppfann
pulvurkaffið. Men tað var
Nescafé, sum í 1938, menti
teknisku loysnina at frystiturka
og marknaðarføra pulvurkaffi
til allan heim.
Til ein kopp av kaffi krevst
umleið 2 gram av pulvurkaffi.
Pulvurkaffi smakkar best fyrstu
2-3 vikurnar, tá ið hol er sett á.
Minst til: drekk vatn fyri tosta
og kaffi fyri at njóta!
Skoðsmálini eru latin í mun til
reinleika, kraftleika og javnvág í
kaffismakkinum av pulvurkaffi.
Änglamark Vistfrøðiligt
Fair Trade (FK)
kr. 36,95/100 g
Sera reinur smakkur, góð
javnvág við livandi fruktsýru og
heilt góð kraft við sjokolátu-
tónum. Elegant og samansett. Í
serflokki besta pulvurkaffi!
Aware Fairtrade
(Miklagarður)
kr. 34,95/100 g
Fruktríkt, men ov súrligt í
javnvágini. Onkur urtakendur
hjásmakkur.
BKI Classic
(Miklagarður)
kr. 31,95/100 g
Keðiligir tónar av beiskleika,
nakað flatt og trátt.
Café Noir
(PE/Samkeyp)
kr. 29,95/100 g
Heilt góður kaffismakkur og
javnvág, sjokoláta og turkað
frukt og livandi sýra.
Nescafé Gull
(PE/Samkeyp)
kr. 39,95/100 g
Ikki so reinur smakkur og
nakað flatt. Hampulig kraft.
Supergros
(Miklagarður)
kr. 20,95/100 g
Hampuligur smakkur við
dygdum, men so kemur ein
andstyggiligur eftirsmakkur av
onkrum svávulkendum.
24
mat
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Gevalia
(PE/Samkeyp)
kr. 29,95/100 g
”Skeivur” kaffismakkur,
pappkent, ov beiskt, vánaligt.
Gevalia 1853
(Miklagarður)
kr. 36,95/100 g
Absolutt dygdir við frukt og
sýru, men hetta pappkenda
kennist aftur í eftirsmakkinum.
Karat
(PE/Samkeyp)
kr. 29,95/100 g
Veikt og nakað einfalt kaffi,
men hampuligur smakkur.
Nescafé Red Cup
(Miklagarður)
kr. 29,95/100 g
Beiskur, súrligur og tránaður
smakkur, púff.
Pulvurkaffi