Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. mai 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 97 - 25. mai 2009 Bara átta fólk møttu á Tórsvølli, tá ítróttar­ náttin skul di byrja í Havn leygar kvøldið, og til tak ið hjá Fleyr í Gunda dals høllini varð avlýst. Hin­ vegin møttu eini 100 í Runavík og eini 60 á Eiði, so áhugin fyri tiltakinum var til stað ar úti um landið Ítróttarnátt Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Leygarkvøldið var ítróttar­ nátt í fleiri støðum kring land ið. Undirtøkan var góð alla staðni uttan í Havn, har ein partur av tiltakinum varð avlýstur. ­ Tað vóru bara átta á Tórs breyt, tá tiltakið skuldi byrja, og tá Fleyr skuldi skipa fyri sínum tiltøkum, vóru bara tveir leikarar í felag num møttir, so tann part ur in varð avlýstur. Og tá tað vóru mest í Havn vóru bara eini 30 ungdómar, og tað virkar øgiliga lítið, um vit hugsa um tey 100 í Runa vík, greiðir Álvur Han sen, samskipari, frá. So er veruligi spurn ing­ ur in, hví havnarfólk møttu so fáment. ­ Tað vóru eisini bara fýra feløg av øllum í Havn, sum vóru við til tiltakið, so kans ka er tað eisini okkurt har, men eg eri spentur at fáa afturmeldingar um, hví tað vóru so fá í Havn, sigur Álvur Hansen. Hann greiðir somuleiðis frá, at kanska tey ikki hava lýst á røttum støðum, fyri at røk ka teimum ungu, men hann grundgevur eisini við, at tey ungu í Havn, sum ikki íðka ítrótt hava fleiri til boð enn nógv onnur kring land ið, og at tað kann hava havt sína stóru ávirkan. ­ Vit siktaðu mest eftir at fáa tey við, sum ikki íðka ítrótt, men tá tey, sum íðka heldur ikki møta, so verða ikki so øgiliga nógv, stað­ fest ir Álvur Hansen, sum harm ast almikið, at undir­ tøkan var so lítil. Skála: Fyrst Gud síðan ítrótt Heili 100 ung­ dómar møttu til ítróttarnáttina í Runavík. Á Gilja­ nesi vóru eini 70, á Eiði eini 60 og undirtøkan var somu leiðis góð á Skála, har tað veruliga byrjaði at fyllast, tá ung dóms­ møtini vóru liðug Uppmøtingin kring landið var munandi betri enn hon í høvuðsstaðnum. Heili 100 fólk vóru møtt í Runavík og vesturi í Vágum møttu eini 70 fólk. Í hinum støðunum var talið ímillum 30 og 60 skilst á lagnum. Á Skála var tað rættiliga serligt, tí tíðliga á kvøldinum vóru eini 30 fólk, men so skjótt møtini vóru liðug í økinum vaks talið rættiliga nógv, sambært Álvi Hansen, samskipara. Ætlanin við ítróttarnáttini var at fáa eina hugnaliga samveru, og at fáa ung, sum vanliga ikki íðka so nógv at vera við til itrótt. ­ Tað eydnaðist øgiliga væl kring landið, og nú arbeiða vit við at gera ítróttarnáttina til eitt árligt tiltak. Øll í økjunum vísti eisini stóra vælvild, so tað verður ikki tað, sum forðar ítróttarnáttini, staðfestir Álvur Hansen. -eij Havnin orkaði ikki ítróttarnátt Hóast lítil undirtøka var fyri ítróttarnáttini í Havn, so var nógv fólk kring landið. Á Eiði endaðu tey við linedansi Mynd: Eirikur í Jákupsstovu Sunda Judofelag hevði fleiri av oyggjaleikaluttakarunum við. Sigurð Bjørn Mørkøre, sum skal luttaka á Álandi, er um at verða syftur niður Mynd: Eirikur í Jákupsstovu Í Vágum var bogaskjóting umboðað, og har funnu teir fleiri nýggjar íðkarar, ið fara at skjóta í vetur Mynd: Jógvan Magnus Andreasen Bretar krevja val Tíðindini, hvussu bretskir politikarar hava misbrúkt almennar pengar til egin áhugamál av alskyns slagi, hava nú fingið flestu bretar ar krevja parlamentsval í úrtíð. Ein meiningakanning hjá blaðnum The Guardian vísir, at tveir triðingar av teimum spurdu hava ikki tíð at bíða eftir parlamentsvalinum, sum verður í seinasta lagi í juni næsta ár. Tey vilja hava val í hesum árinum, siga tey. Ein onnur kanning, sum blaðið The Independent hevur latið gera, avdúkar, at teir flestu veljararnir hava mist álitið á verandi tinglimum. 80 prosent av teimum spurdu siga, at tey vilja hava høvi til at velja óheft valevni næstu ferð. Vinnan má ganga undan Í setanarrøðu síni á teirri stóru veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn mælti ST­aðalskrivarin, Ban ki­Moon, altjóða vinulívinum til at leggja størri dent á arbeiðið at tálma veðurlagsbroytingunum. Aðalskrivarin segði, at vinnulívið hevur serliga stóra ábyrgd í londum, har politikararnir hava ilt við at semjast um neyðug tiltøk. Í hesum londum skal vinnulívið ganga undan og draga politikararnar aftan á sær, segði Ban ki­Moon. Hann fanst eisini hvassliga at teimum vinnufyritøkum, sum eru ímóti einari nýggjari veðurlagsavtalu. Hann segði, at tíðin er um at fara frá hesum fyritøkunum.