týsdagur 26. mai 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 98 - 26. mai 2009
Ársins SPOT festi
valur í Århus er
júst farin aftur
um bak. Føroysk
umboð vóru ORKA,
HOGNI og Valravn.
Fyrstnevndu fingu
føgur orð frá donsku
ummælarunum,
meðan Valravn ikki
sannførdi ummælar
an hjá Rootszone
Tónleikur
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Undanfarna vika var á trem
ur við tónleiki, tá árligi
SPOT
festivalurin
fylti
býin. Við á festivalinum
vóru føroysku ORKA og
HOGNI. Gaffa ummælarin,
Sara Bindeballe hevði gjørt
sær ómak við ummælinum
av ORKA, og var so mikið
hugtikin av tónleikinum, at
hon gav bólkinum fimm av
seks møguligum stjørnum
fyri konsertina. Leysliga
týtt sigur ummælarin nakað
soleiðis: “At traðka inn í
rúmið, tá ORKA framførdi
sítt fyrsta lag, er sum at
traðka inn í eitt inferno av
ljóði. (...) Sentralt stendur
vokalurin hjá Eivør Páls
dóttir. Hon dominerar ikki,
onkuntíð sker hon ov nógv
í gjøgnum, og til tíðir
druknar hon í larminum,
men fyri tað mesta er hon
akkurát sum hon skal, og
vevur dragandi kring tungu
beat’ini. Í fyrstu sangunum
manar rødd Eivarar og
føroysku tekstirnir fram eitt
norðurlendskt og næstan
miðaldarligt huglag av frost
klárum náttum, vetrarmarkir
og saga’ir.”
Ummælarin heldur fram
og sigur, at hon er hugtikin
av ljóðførunum, og flokkar
ORKA í bólk saman við
Tom Waits. Hon rósar
konsertini fyri at vera so
umskiftilig, at forvitnið hjá
lurtaranum verður varðveitt
alla konsertina. At enda
fegnast ummælarin um at
hoyra so góðan tónleik á
øðrum máli enn enskum,
og gevur ORKA fimm av
seks stjørnum fyri avrikið.
Manisk HOGNI
HOGNI, eisini kendur sum
Høgni Lisberg, fær eisini
vøkur orð á vegnum. Um
mælari frá Rootszone var
til staðar, tá HOGNI spældi
sína konsert á midnátt
fríggjakvøldið á Archaus
pallinum. Hann sigur nakað
soleiðis um konsertina hjá
Høgna Lisberg. “Við síni
manisku
karisma
var
HOGNI í sentrum, og sam
an við einum supertight
trummara og einum basss
pælara, sum heldur vil
spæla gittar, vísti HOGNI
at hóast lága íbúgvaratalið í
Føroyum, kunnu føroyskir
tónleikarar levera tað besta
innan allar hugsandi sjangr
ur.”
Ummælarin kendi nakað
til Valravn við føroysku
Onnu Katrin Egilstrøð á
odda. Ummælarin var ikki
so imponeraður av bólk
inum, sum onkuntíð fyrr,
og helt at ein skrá uppá 45
minuttir var nakað tøtt til
Valravn.
Tummil
upp fyri
ORKA og
HOGNI
Heilsucafé í Runavík
Í samband við Rørsluárið 2009 varð Eysturoyar Røktarog
ellisheim leygardagin karmur um eitt heilsuátak .Tað vóru
Heilsumálaráðið og Runavíkar kommuna ið skipaðu fyri.
Klokkan 14 bjóðaði Sæunn Òlavsdóttir Hansen,
varaborgarstjóri vælkomin, og Jóannes S. Hansen settist
handan klaverið og spældi nøkur løg. Síðan helt Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður fyrilestur um heilsupolitisk tiltøk,
og Tordur J. Niclasen hugleiddi um rørslu og týdningin av
henni. Køkurin hevði syrgt fyri einum sera spennandi
borðhaldi við alskyns heilsugóðum kosti. Klokkan 16 varð
farið gongutúr eftir nýggju gøtun niðan Toftavatn.
Umsókn í Altinginum
Í Íslandi hevur Altingið nú fingið uppskotið frá stjórnini um at
taka upp samráðingar við ES fyri at kanna møguleikarnar og
treytirnar fyri limaskapi í samveldinum. Ein talsmaður fyri
stjórnina segði í gjár, at ætlanin er at fáa Altingið at umrøða
uppskotið í morgin ella hósdagin, og at tað verður endaliga
samtykt har um nakrar vikur. Jóhanna Sigurðardóttur,
forsætisráðharri, hevur fyrr sagt, at tekur Altingið undir við
uppskotinum um samráðingar, kann stjórnin senda umsóknina
til Bruxelles eina ferð tíðliga í juli. Teir báðir
samgonguflokkarnir hava avtalað, at úrslitið av
samráðingunum við ES skal leggjast út til fólkaatkvøðu.