týsdagur 26. mai 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 98 - 26. mai 2009
lýsingar
!
Demich P/F, Tórshavn
Postboks 378 - Stiðjagøta 2
Telefon +298 309 310
Fax + 298 309 311
Demich P/F, Vágur
Marknoyrarvegur 36
Telefon +298 373 535
Fax + 298 373 565
Demich P/F, Saltangará
Heiðavegur 80
Telefon +298 444 500
Fax + 298 445 501
demich@demich.fo • www.demich.fo
Verkstaðsleiðara/blikksmiði
Til blikksmiðjuna í Havn, søkja vit ein verkstaðs-
leiðara ið skal standa fyri móttøku og avgreiðslu
av øllum vanligum innkomandi jarn og blikksmiðju-
uppgávum.
Ætlanin er, at tú verður settur sum ábyrgdar-
havandi verkførari fyri blikksmiðju okkara, og
kemur at avgreiða størri og smærri ordrar frá
kundum, eins og tú kemur at hjálpa til við at
samskipa verkstaðsarbeiði til okkara størru
verkætlanir.
Tú verður sum ábyrgdarhavandi fyri verkstað-
num, ein partur av leiðslutoyminum hjá Demich,
men má eisini rokna við at skula brúka ein part av
tíðini til verkstaðsarbeiði sjálvur. Harumframt skalt
tú kunna hjálpa øðrum sveinum og lærling-um við
at loysa uppgávur innan blikksmíð.
Tað er tí umráðandi, at tú ert ein royndur
blikksmiðjur og/ella at tú hevur ein góðan førleika
innan hetta øki. Tað er tó ikki ein ófrávíkilig treyt, at
tú er útbúgvin innan hetta øki, um tú í staðin hevur
eina líknandi útbúgving ella tær røttu royndirnar.
Vit bjóða tær
Eitt sjálvstøðugt og avbjóðandi starv í eini fyritøki
sum er í støðugari menning.
Eitt persónliga mennandi starv um tú dámar at
hava ábyrgd og at fáast við ymisk menniskju.Eitt
fakliga mennandi starv fyri ein góðan handverkara.
Góðar og skipaðar arbeiðsumstøðir á eina
nýmótans og framkomnari blikksmiðju.
Vit vænta at umsøkjari
• Er handverksliga væl fyri
• Antin hevur útbúgving sum blikksmiðjur ella
hevur royndur innan hetta øki
• Er førur fyri at seta seg í respekt og at halda
onnur fólk í gongd
• Dugir væl at fáast við kundar og við onnur
starvsfólk hjá Demich
• Hevur vanligan til góðan teldukunnleika
• Hevur vanligt koyrikort
Lønar og setanartreytir
Løn og treytir sambært førleikum og ábyrgd og
annars eftir nærri avtalu.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 15.juni 2009.Miðað verður eftir
at seta starvið skjótast gjørligt, men vit bíða eisini
um neyðugt eftir rætta persóninum.
Umsóknir saman við prógvum, CV og øðrum
verða viðgjørdar í trúnaði og skulu sendast til:
P/F Demich, postboks 378
FO-110 Tórshavn,
Att: Torbjørn Hansen.
Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at seta teg
í samband við
Torbjørn Hansen
torbjorn@demich.fo
Tel. 309310/211071
Vit sóknast eftir
- at tryggja teimum, sum hava
rústrupulleikar, bestu viðgerðina
Ætlanin er at byggja nýtt viðgerðarheim,
so at umstøðurnar at hjálpa teimum, sum
eru bundin av rúsdrekka og øðrum rúsandi
evnum, verða so góðar sum til ber.
- at tryggja teimum, sum hava tørv
á tí, ein virðiligan møguleika afturat
Við umsorganarheiminum geva vit teimum,
sum fyrr vóru heimleys, eitt heim. Við Café
Blákrossstovuni bjóða vit eitt rúsfrítt dag-
tilhald, har øll eru vælkomin. Við búfelags-
skapum okkara vilja vit tryggja teimum, sum
ynskja eitt nýtt rúsfrítt lív, ein møguleika til tess.
- at tryggja, at bæði vaksin og børn
eru tilvitað um, hvørja ávirkan
rúsdrekka og rúsevni hava
Við verkætlanini ‘Børn í vanda’ varpa
vit ljós á støðuna hjá barninum, tá tey
vaksnu rúsa seg. Við vitjan á skúlum og
aðrastaðni, har børn og ung samlast, kunna
vit um hvørja ávirkan rúsdrekka og rúsevni
hava. Vit vilja tryggja børnum og øðrum av-
varðandi, sum eru undir ávirkan av rúsnýtslu
hjá øðrum, hjálp og stuðul til ikki sjálv at
byrja at misnýta rúsdrekka.
Hetta fer peningurin til
LANDS
INNSAVNAN
BLÁI KROSSUR
FØROYAR
30. MAJ
2009
“tað munar”