Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-26, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mai 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Nr. 98 - 26. mai 2009 Gullbrúdleyp Leygardagin 30. mai hava hjúnini Jenny og Jacob Ejdesgaard í Froðba gullbrúd­ leyp. Tey sum vilja heilsa uppá tey eru vælkomin millum kl. 10 og 15 til ein drekkamunn. Brúdleyp Leygardagin 30. mai giftast Jóna Klara Borgarlíð, Tórshavn og Johnny. Petur Joensen, Vestmanna. Vígslan verður í Vestmanna Kirkju kl. 16. Opið hús verður í heiminum, á Leitisvegi 15, Vestmanna, kl. 19. Brúdleyp Leygardagin 6. juni giftast Maria Samson og Kent Lindquist Christensen. Vígslan verður kl. 15 í Gjáar kirkju. Veitslan verður fyri innbodnum á Gjáargarði. Brúdleyp Sunnudagin 7. juni kl. 13 giftast í Vestmanna Kirkju Anna Dalsgaard, Argir og Leif Klein, Vestmanna. Vælkomst verður í Vestmanna Ítróttarhøll frá kl. 14 til kl. 19. Brúdleyp Leygardagin 13. juni kl. 12. giftast í Nebo á Toftum Guðri Oddmarsdóttir Tausen, Toftir, og Pól Andrias Larsen, Eiði. Døgurði verður fyri innboðin í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 17. og kl. 21 verður vælkomstur í Bygdarhúsinum í Leirvík, har øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 20. juni giftast Monika Weihe Poulsen, Runavík, og Oddur Mohr Jakobsen, Kambsdalur. Vígslan verður í Glyvra kirkju kl. 14. Brúdleypið verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at siga okkum frá áðrenn 6. juni á tlf. 262002/448586 (Monika) ella 595198/444412 (Oddur) Brúdleyp Leygardagin 20. juni, giftast Anja Olsen og Jens K. Joensen, Tórshavn. Vígslan verður kl. 9 í Vesturkirkjuni. Vælkomst verður á Hotel Føroyum kl. 10. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma verða vinarliga biðin um at siga frá áðrenn 6. juni á tel: 522681/792288 ella send mail til: giftast20juni@gmail.com Brúdleyp Leygardagin 20. juni giftast í Frelsunarherinum í Vági Karina Magnussen og Sølvi Kristiansen, Vági. Vígslan verður kl. 15, og móttøka verður aftaná kl. 16, har øll eru hjartaliga vælkomin. Døgurði verður kl. 19 fyri innbodnum. Brúdleyp Fríggjadagin 3. juli giftast Alika Qaavigaq og Sigert Patursson. Vælkomst verður fyri ætt og vinfólk. Vinarliga sigið frá innan 28. mai til: alikasigert@gmail.com ella 328056 og 318029 Brúdleyp 4. juli giftast í Venezuela Jóhannus F Poulsen Eiði og Nurimar Pereira Venezuela. Leygardagin 25. juli kl. 16 verður buffet í ítróttarhøllini á Eiði, har høvi verður at heilsa uppá nýgifta parið. Tey, íð vilja gleða Jóhannus og Nurimar við at koma í ítróttarhøllina, vinarliga sigið frá innan 18. juni á tlf. 423044 (Hans Jacob) ella 762259 (Helfrid) Brúdleyp Leygardagin 4. juli 2009 giftast Elisabeth Jacobsen (Saltangará) og Petur Oluf Herason Solmunde (Glyvrar) í Fríðriks kirkjuni á Toftum kl. 16. Veitslan verður hildin, í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19, tey í ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá innan 4. juni á tlf. 0045 29896554 (Elisabeth), 0045 29866554/00 45 32886554 (Petur Oluf), 225733 (Ann), 447906 (Heri & Paula) Brúdleyp Leygardagin 11. juli giftast Lív Johanna Danielsdóttir Hofgaard, Tvøroyri og Allan Michelsen, Hvalba. Vígslan verður í Tvøroyrar kirkju kl. 16. Veitslan verður í høllini í Trongisvági kl. 19. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, vera vinarliga biðin um at siga okkum frá áðrenn 15. juni á telefon 590731/371431 (Lív) ella 507152/ 371331 (Allan) Brúdleyp Leygardagin 11. juli giftast Ann Olsen, Klaksvík og Adrian Stauss, Leirvík. Vígslan verður í Betesda í Klaksvík kl. 14 og veitslan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga okkum frá í seinasta lagi 1. juni. Ann tel. 775088 og Adrian tel. 582022. Teldupostur: ann­adrian@hotmail.com Brúdleyp Leygardagin 18. juli giftast Joan Poulsen og Janus úr Dímun. Vígslan verður kl. 13 úti í Torvanesi/”Prinsessugerði” á Eiði. Aftaná verður lítið ábit Úti á Bø 54. Døgurði verður fyri innbodnum í hølunum hjá Starvsmannafelagnum (í Tórshavn) kl. 16 og eftir kl. 20 er opið hús, har øll eru hjartaliga vælkomin til ein bita og/ella okkurt gott til høvdið Brúdleyp Leygardagin 1. august giftast Rannvá Sigurðsson, Klaksvík og Malmberg Olsen, Strendur. Vígslan verður í Kelduni í Skálafirði kl. 14 og brúdleypi verður í bygdarhúsinum á Strondum kl 18. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, vera vinarliga biðin um at siga okkum frá aðrenn 1. juli á tel. 591553 Rannvá. 596267/448557 Malmberg. Brúdleyp Leygardagin 8. august kl. 16 giftast í Havnar kirkju Karis Johansen, Argir og Hjalmar á Rógvi Joensen, Tórshavn. Veitslan verður hildin í Róðrarneystinum á Argjum kl. 19. Tey sum vilja halda dagin saman við okkum verða biðin um at siga frá í seinasta lagi 1. juni á 314759, 317135, 321328 ella karisj@kallnet.fo heilsanir Góða mamma, omma og vermamma Hjartaliga tillukku við 50 ára degnum 22. mai. Vit takka tær fyri alla hjálp tú hevur givið okkum og fyri at vera ein super góð mamma. Vit á Argjum Góðu foreldur og svigerforeldur Tykkum verður ynskt hjartaliga tillukku við 45 ára brúðleypsdegnum, sum júst er liðin. Stóra tøkk fyri alt sum tit eru, og hava verið fyri okkum øll. Guds ríku signing framyvir. Vit vilja takka øllum hjartaliga, ið vóru við til at gera gullbrúðardag okkara so góðan og minningarríkan. Tøkk fyri gávur, heilsanir, talur og sang. Ein serlig tøkk til tykkum øll, ið góvu eina hjálpandi hond, so alt eydnaðist væl. Við ynski um Harrans signing. Emma og Harry Eg og foreldur míni takka hjartaliga øllum tykkum sum gleddu meg á fermingardegnum. Dagurin gjørdist ógloymandi. Vinarliga Elisabet Maria Pálsdóttir, Syðrugøta Oasan Mikudagin kl. 17 venur Ungdómskórið. Hóskvøldið kl. 18.30­19 ballet, kl. 19­20 hip hop og kl. 20 After8. Fríggjakvøldið kl. 20 ungdómsmøti. Sunnudagin kl. 11 Guðstænasta v/Jógvan Lydersen kl. 12 sunnudagsskúli. Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti. Verið hjartaliga vælkomin. www.oasan.fo Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21, Awake við Ólavur Jacobsen Sunnudagin kl. 17, Møti, ymisk luttøka. Sangur við Birgit Nónklett. Barnamøti kl. 17 Vælkomin í Kelduna www.keldan.fo Getsemane, Stangaskákið 1 Týskvøldið kl. 19.30 bíbliutími Mikukvøldið kl. 20 bønarmøti Hóskvøldið kl. 20 ungdómsmøti Leygardagin kl. 10 morgunbøn Sunnukvøldið kl. 18 møti. Barnamøti er samstudis. Hvønn gerandismorgun kl. 6.15 er morgunbøn Lívdin Týskvøldið kl. 20 møti, har Craig og Claire Niclasen koma at siga frá teirra arbeiði. Fríggjamorgunin kl. 10.30 samlast Brekkumammurnar fyri seinastu fer áðrenn summar steðgin. Í Hoyvíkar skúla Fríggjakvøldi kl. 21 ungdóms­ møti har Valdmar Lutzen talar. Leygarkvøldið kl. 20 Internation­ alt lovsongs­ og vitnið møti har Ildu Lómstein, Alice Mortensen, Ijeomu Hansen, saman við øðrum koma at luttaka. Sunnumorgunin kl. 10.30 Familjumøti, Valdmar Lutzen talar um "Leiðsla Heilaga Andans í mínum lívið" Kl. 11.30 Samfelagsløta Kl. 12 Tilbiðjunarmøti Sunnudagsskúli kl. 12 Undir báðum møtinum verður barnaansing. Møtini eru at hoyra beinleiðis á www.livdin.fo Leita á okkara heimasíðu, har ber til at hoyra nógvar sangir og talir. Soli Deo Gloria Mánakvøld kl. 20 bønarmøti Mikukvøld kl. 2 0opið hús fyri ung. Hóskvøld kl. 20 ungdómsmøti Hvítusunnudag onki møti 2. Hvítusunnudag kl. 18 møti og nátturi. Tú ert hjartaliga vælkomin. Thabor, Fuglafjørður 1. Hvítusunnukvøld tann 31. mai kl. 18, verður møti í Thabor. John Petersen talar um Heilaga Andan. Sangur verður frá Gøtukórinum. Eftir møtið verður drekka og øll eru hjartaliga vælkomin! Pensionistafelagið í Havn Limirnir koma saman í losjuni, Tinghúsvegur 18, mikukvøld kl. 19, tá ikki annað er lýst. Telefon: 22 27 33 E­mail: finnurj@post.olivant.fo Dagtilhaldið á Toftum Opið er týsdag, mikudag og hósdag frá kl 15.00­18.00. Dagtilhaldið í Nólsoy er opið mánadag týsdag og hósdag frá kl. 13­17. Ein drekkamuður er altíð og tú kanst lesa tey seinastu bløðini. Eldrafelagið Nón Opið hús mánadag til fríggjadag kl. 14.30­ 17.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Dagtilhaldið Blákollan á Oyri Opið er týsdag og hósdag frá kl. 14­18. Øll eldri eru hjartaliga vælkomin. Dagtilhaldið í Gøtubrá Eysturkommuna opið er týsdag 15 ­ 18 hósdag 15 ­ 18 Um tørvur er á bili, kann ringjast til tlf. 441720 helst áðrenn kl. 12 Tilhaldið Sóljan Klaksvíksvegur 35 Klaksvík · tlf. 459091 Teldupostur: dagtilhaldid@post.olivant.fo Opið er: Mánadag og Mikudag kl. 13.30 – 17.30 Týsdag og Hósdag kl. 09.30 – 17.30 Hvønn dag er ein góður drekkamunnur at fáa, eins og bløðini eru til taks. Møguleiki er at gera ymiskt handarbeiði, spæla kort, bobb, telva o.m.a. Hvør dagur endar við andakt og sangi. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tilhaldið Hugnin hevur opið mánadag og mikudag frá kl. 13 til 17. Báðar dagarnar er drekkamuður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin. Í næstu viku er útivika. Í hesum sambandi er ætlanin at vera nógv uttandura. Mánadagin 25. mai fara vit yvir til Gróthúsvatn at grilla. Vit hittast við Tilhaldið kl. 14 og ganga síðani yvir til Gróthúsvatn. Kostnaður 5o kr. Mikudagin 27. mai. Vit fáa vitjan av Tilhaldinum á Oyri. Vit fara við teimum í Koytu kl. 12. Aftaná verður gingið út á Listasavnið kl. 13. Haðani verður aftur gingið norð í Tilhaldið kl. 14 til ein drekkamunn. Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn onsdag í líkaviku frá kl 15.00 til 18.00. Bilur fæst til staðið við at ringja 371069 eftir kl. 13. Dagtilhaldið í Vági Hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til 18. Øll vælkomin. Sjálvhjálpin tlf. 280005 mán.­fríggjadag kl. 12­16 og mik. 16­18. www.sjalvhjalpin.fo Heilafelagið, felagið fyri apopleksi- og afasirakt Tlf. 321520 · t­postur: heilaf@post.olivant.fo Sandoyar Kunningarstova Sandoy Tourist Information Centre ­ Mørkin Mikla 3kj, 210 Sandur. Skrivstovan er opin mánadag til fríggjadag kl. 09­12 & 13­16. Tlf. 361836 www.visitsandoy.fo Listasavnið á Sandi Listasavnið á Sandi er opið hvønn sunnudag kl. 14­16.