týsdagur 26. mai 2009síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lýsingartilfar
Nr. 97 • 25. mai 2009
5
MBM er eitt lutafelag, sum varð
stovnað tann 25. oktober 1977 undir
navninum Mjólkarvirki Búnaðar-
manna. Mjólkarvirkið í Hoyvík
var byrjanarskotið til Meginfelag
Búnaðarmanna. Tað fór undir at
framleiða tann 1. apríl 1980. Navnið
varð síðan broytt til Meginfelag
Búnaðarmanna, stytt MBM.
MBM var eina tíð í 4 deildum:
tveimum framleiðsludeildum og tvei-
mum innkeyps-, sølu- og tænastu-
deildum. Í dag koyrir virkið í tveimum
deildum, einari framleiðslu- og einari
søludeild.
Harafturat kemur leiðsla og
marknaðarførsla.
Mjólkarframleiðarar eru lu-
taeigarar í felagnum men hóast
felagið er lutafelag, er tað rikið sum
eitt partafelag. Munurin er helst
eigaraviðurskiftini, at bert mjólkar-
framleiðarar kunnu eiga lut/part í
felagnum og tá eftir mjólkarnøgd/
kvotu.
Bygdu nýggjan bygn-
ing
Tá flutt varð í nýggja bygningin, var
felagið lagað soleiðis, at tað eftir
henda dag hevði tvær deildir, eina
framleiðslu- og eina søludeild.
Framleiðsludeildin er Mjólkarvirkið,
sum hevur verið síðani byrjanina við
MBM.
Søludeildin, sum umfatar
fóðursøluna, handilin og verkstaðið,
kallast BÚRØKT.
Í 1997 varð ein útbygging gjørd,
sum tvífaldaði gólvvíddina og
framleiðslu-orkuna.
1987 fór MBM undir at keypa og
selja kraftfóður, handilstøð o.a. til
landbúnaðin. MBM-Fóður hevði lein-
gi heimstað á bryggjuni í Kollafirði,
men eisini var fóðursøla á Mjólkar-
virkinum í Hoyvík og hjá ymiskum
umboðum kring landið. Eisini var og
er handlað við amboðum og útgerð
til húsdjórahald.
Í januar 2003 brann fóðurbyg-
ningurin í Kollafirði í grund og
eftir brunan húsaðist deildin á
Búnaðardeplinum í Kollafirði í 2 ár,
inntil flutt varð til Hoyvíkar.
MBM Búrøkt hava í nýggja bygn-
inginum stóran handil við vørum til
landbúnaðin.
- Í úrvalinum hava vit vørur til
Ross, seyð, hundar, kýr og m.a.,
og eisini sláimaskinur, traktorar,
plenuklipparar, arbeiðsklæðir og
ymisk amboð.
Gávuhugskot
Eitt sindur av hvørjum er millum
maskur og útgerð til teirra, ið fáast
við landbúnað og djór, og tað er
óivað eitt gott hugskot at hyggja
innar hjá MBM Búrøkt, tí har ber
heilt víst til at finna røttu gávurnar
til teirra, ið fáast við slíkt, og har er
veruliga ymiskt, ið kann tendra ljós
í eygunum á bóndanum, húsbónda-
num, og óivað so mongum øðrum
eisini.
MBM Búrøkt hevur ment seg og er
avgjørt eina vitjan verda.
MBM Búrøkt hava
í nýggja bygningi-
num stóran handil
við vørum til land-
búnaðin, so sum
vørur til ross, seyð,
hundar, kýr og
m.a., og eisini slái-
maskinur, traktorar,
plenuklipparar, ar-
beiðsklæðir og ymisk
amboð
HANDIL
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tel. 34 18 00 · lysing@sosialurin.fo · www.sosialurin.fo
Summarkappingin '09
Lýsing hvønn dag til og við 26. juni.
Ring og hoyr nærri á 34 18 00
Vegurin Langi · 188 Hoyvík · Tel. 30 90 05 · mbm.fo
SummarSkál
– ein forsmakkur uppá summarið
Sí uppskriftir á
www.mbm.fo undir
»Mjólkavirkið«
Kakao-flis
Stiðjagøta 10 · Boks 1008
FO- 110 Tórshavn
Tel. 35 38 97 · www.weihe.fo
50 l kr. 125,-
Tilboð verður givið fyri størri nøgdir
Sniglar trívast
ikki í kakao-flis
www.kakao-flis.dk
Í Miðlon · Tel. 315101 · Fax 315112 · babysam@olivant.fo
MBM Búrøkt eina vitjan verda