mikudagur 27. mai 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 99 - 27. mai 2009
Skal útflýggjast
Rætturin í Stockholm gjørdi í gjár av, at handilsmaðurin Michael Ljungmann skal útflýggjast til
Danmkarkar eftir áheitan frá danska ákæruvaldinum. Michael Ljungmann hevði tætt samstarv
við Stein Bagger, og danska ákæruvaldið vil vera við, at svenski handilsmaðurin hevur svikað
fyri 266 milliónir krónur. Michael Ljungmann hevur fyrr sagt, at hann vil ikki fara til Danmark
ar, og hann hevur nú tríggjar vikur til at kæra avgerðina hjá rættinum í Stockholm. Michael
Ljungmann býr í New York, men hevur verið í Svøåríki síðani í apríl, har hann skal sita 10
mánaðir í fongsli fyri svik.
- Vegurin úr kreppuni
er bert hin eini – hart
arbeiði, bjartskygni
og trúgvin á, at
tað altíð er eitt ljós
hinumegin tunnilin.
Eg havi varhugan av,
at vit júst við hesi
stevnu eru til reiðar at
leggja okkum í seðlan
og hyggja frameftir
– í staðin fyri at
brúka orkuna til tað,
sum vit kortini einki
kunnu gera við, segði
Heðin Mortensen,
borgarstjóri, tá hann
setti Fish Expo Faroes
2009 í Gundadali í
morgun
Fish Expo FaroEs
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Í morgun klokkan gott 10
setti borgarstjórin í Tórs
havnar kommunu, Heðin
Mortensen, stóru og fjøl
broyttu fiskivinnustevnuna,
Fish Expo Faroes 2009.
Stevnan verður hildin í
leigaðum tjøldum á niðara
fótbóltsvølli í Gundadali,
og tað var eisini her, at
setanin fór fram í góð
veðrinum í morgun. Sjálv
setanin fór fram innandura,
men kundi eins væl verið
úti á fótbóltsvøllinum, nú
veðrið royndist so frálíka
væl.
Tá stevnan varð hildin í
stóru høllini á Sandvíkar
hjalla, fór setanin fram
beint
frammanfyri
inn
gongdina. Tí kunnu vit siga,
at meðan seinasta stóra
fiskivinnustevnan
varð
hildin í Føroyum, var sjálv
framsýningin undir taki,
meðan setanin var úti. Nú
verður framsýningin hildin
“úti” – ella í tjøldum – men
setanin fór fram inni.
Kærkomið “pust”
Borgarstjórin segði, at tað
er honum ein heiður vegna
Tórshavnar kommunu at
bjóða fólki vælkomnum til
Havnar og vælkomnum til
Føroya.
Hetta er aftur ein stór
fiskivunnustevna, sum vit
hava glett okkum til og hava
sett okkum so stórar vónir
til.
Hann vísti á, at í eini tíð,
har so nógv verður tosað
um altjóða kreppu, og har
tað eru mong, sum eru
svartskygd um framtíðina,
er henda stevna eitt “deiligt
frisk pust”, sum borgar
stjórin tók til.
Sjálvt um vit øll vita, at
tað ongantíð er rætt at
síggja burtur frá veruleikum,
nú
stormur
blæsir
um
okkum, er Fish Expo Faroes
eitt tekin um, at heimurin
ikki stendur í stað kortini.
Borgarstjórin
helt,
at
skulu vit endiliga fokusera
upp á kreppuna, sum hann
tók til, so er vegurin úr
henni bert hin eini – nevni
liga við hørðum arbeiði,
bjartskygni og eini trúgv á,
at tað altíð er eitt ljós
hinumegin tunnilin.
Eg havi varhugan av, at
vit júst her við hesi stevnu
eru til reiðar at leggja okk
um í seðlan og hyggja fram
eftir – í staðin fyri at brúka
orkuna til tað, sum vit kort
ini einki kunnu gera við.
Hann segði seg fegnast
um, at tey, sum standa aftan
fyri Fish Expo Faroes, hava
stórar ambitiónir og stórt
framfýsni, sum júst er tað,
vit kunnu koma longst við.
Øll tit, sum hava gjørt
av at vera við á framsýn
ingini, eru soleiðis við til at
stimbra og geva okkum
øllum íblástur. Tit hava
gjørt tykkara til, at henda
fiskivinnustevna kann hald
ast næstu tríggjar dagarnar,
segði Heðin Mortensen.
Ein sjálvfylgja
At ein slík fiskivinnustevna
verður hildin í Føroyum, er
næstan størsta sjálvfylgjan
av øllum, tá vit eru um
ringaði av havinum og í
stóran mun liva av tí, sum
upp úr havinum kemur.
Borgarstjórin vísti á, at Før
oyar eru eitt fiskivinnu
samfelag, har fiskur er okk
ara høvuðs útflutningsvøra.
Vit eru eisini heppin, at
Føroyar liggja í heimsins
reinasta havi, sum átti at
verið ein avgerandi og
seljandi “faktorur”, tá vit
skulu marknaðarføra okk
um kring um heimin. At
fiskiídnaðurin hevur stóran
týdning og stóran áhuga,
fara vit ivaleyst at síggja
hesar
dagarnar,
stevnan
verður hildin.
Heðin nevndi, at eini
10.00012.000 fólk helst
fara at vitja á Fish Expo
Faroes 2009, og hetta byggir
hann á tøl yvir vitjandi,
sum aðrar slíkar stevnur í
Føroyum hava havt.
Stórt útboð
Framsýningarøkið í tjøld
unum, har framsýningin er,
er tilsamans einar 4.000
fermetrar.
Her eru nógvir útbjóð
arar og nógvir møguleikar,
og eg ivist onga løtu í, at
her verða stórir handlar
Framtíðin við
nýggjum av-
bjóðingum og
møguleikum
Havnar Hornorkestur setti sín dám á setanina í morgun við løttum og frískum tónum
- Vit eru heppin, at Føroyar liggja í heimsins reinasta havi, sum átti at verið ein
avgerandi og seljandi “faktorur”, tá vit skulu marknaðarføra okkum kring um heimin,
segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann setti Fish Expo Faroes 2009 í morgun