Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. mai 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 99 - 27. mai 2009 Ísraelsmenn svørja trygdareið Ísraelski uttanríkisráðharin, Avigdor Lieberman, sigur við Voice of America, at flokkur hansara, Yisrael Beitenu, er í ferð við at fyrireika eitt lógaruppskot, sum skal áleggja øllum ísraelskum ríkisborgarum at svørja Ísrael trygdareið sum "ríki jøda og zionista". Í uppskotinum, sum ætlandi verður lagt fyri stjórnina um nakrar fáar dagar, stendur eisini, at ísraelsmenn, sum sýta fyri at gera hertænastu ella aðra almenna tænastu fyri samfelagið, kunnu missa ríkisborgararættin. Undir valstríðnum fyrr í ár var skipanin við trygdareiði eitt av evnunum hjá Yisrael Beitem, men tey flestu halda, at málið við uppskotinum er at býta jødar og ísraelskar arabar sundur. gjørdir, eins og nógv áhugaverd sambond verða knýtt og samstarvsavtalur av ymiskum slagi gjørdar. Borgarstjórin vísti á, at nógvir møguleikar eru at síggja nýggjar vørur, sum kunnu gagna fiskiídnaðin­ um, bæði á sjógvi og landi. ­ Her verða hugskot og tankar frammi, sum við tíðini kunnu búnast til at gera mun og gerast ein partur av framhaldandi menningini á øllum økjum. Heðin segði, at øll kunnu fáa nakað burtur úr at vitja á Fish Expo Faroes, bæði keyparar, seljarar og tey, sum bara koma fram við at síggja nýggjastu menning­ ina innan henda velduga stóra ídnað. ­ Gjøgnum árini hava vit luttikið á fiskivinnustevn­ um, og eg havi varhugan av, at Fish Expo Faroes ikki hevur nakað at skamma seg yvir, tá henda fiskivinnu­ stevnan verður samanborin við aðrar líknandi stevnur aðrastaðni. Borgarstjórin vísti á, at umframt nógvar føroyskar framsýnarar, sum eru við, kunnu vit eisini fegnast um, at nógvir framsýnarar eru úr eitt nú Íslandi, Noregi, Danmark og Stórabretlandi. ­ Vit eru sera fegin um at hava tykkum sum gestir, og vit vóna, at tit øll fáa nakrar góðar dagar í Føroyum – og ikki minst her í Havn, segði hann. Nærri býnum Við setanina nevndi borgar­ stjórin eisini, at tað í ár eru hundrað ár síðan, at Tórs­ havnar kommuna gjørdist ein fólkavald kommuna. ­ Hetta verður hátíðar­ hildið við ymiskum ment­ anarligum tiltøkum og møguleikum, sum tit sjálv­ andi eru hjartaliga væl­ komin at taka lut í. Heðin vísti á, at tað tekur bert fáar minuttir at ganga av framsýningarøkinum og oman í miðbýin. ­ So, eru løtur, har høvið býðst til ein slíkan túr – ella tá dagsins uppgávur eru av – skulu tit kenna tykkum sum heima og njóta okkara gestablídni, sum vit leggja stóran dent á í sambandi við tiltøk sum hesi. Borgarstjórin segði seg at enda vóna, at Fish Expo Faroes 2009 fer at føra til bjartskygni, eydnu og framgongd. ­ Eg vóni, at fiskivinnu­ stevnan fer at geva íblástur og motivatión til framtíðina, sum altíð vísir seg at geva okkum nýggjar avbjóðingar – og soleiðis eisini nýggjar møguleikar, segði Heðin Mortensen vegna Tórs­ havnar kommumu. Fólk úr fiskimálaráðnum vóru eisini til setanina í morgun, Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri og Rógvi Reinert, stjóri í Fiskimálaráðnum Heilsølan hjá Jógvani Weihe hevur ein av mongu føroysku básunum á fiskivinnuframsýningini í Gundadali Modellið av nýggjum havrannsóknarskipi, sum ætlandi skal loysa Magnus Heinason av, er eisini at síggja á framsýningini