mikudagur 27. mai 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 99 • 27. mai 2009
Tann 22. mai vóru 70
ár liðin, síðan danski
sandbáturin Sally gekk
burtur eystanfyri
Sandoynna. Hetta
gjørdist ein sera nógv
umrødd vanlukka,
eisini tí fyrrverandi
skipari á Tjaldrinum
druknaði
At henda søgan kemur fram nú
er tann bera tilvild. Seinasta
heyst skrivaði ein dani, Kenneth
Gaarslev, til Samvit um teir kundu
útvega honum nakrar upplýsingar
um hvørt pápi hansara, sum var
við Sally, mundi vera jarðaður
í Føroyum. Samvit beindi
fyrispurningin til mín. Eg hevði
so ikki hoyrt um hesa vanlukku
og fór at kanna málið. Vit báðir
Kenneth komu so í samband við
hvønn annan, og úrslitið er henda
frásøgnin um eina syrgiliga og
meiningsleysa hending, sum
kostaði fimm monnum lívið,
millum hesar tann bert 15 ára
gamli Carl Olsen úr Sørvági.
Frásøgnin er fyri tað mesta
grundað á Føroya Social Demo
krat, sum seinni gjørdist til
Sosialin, og eisini donsk bløð og
afturat upplýsingar frá Kenneth
Gaarslev sjálvum, sum gjøgnum
nógv ár hevur roynt at fáa greiðu
á hesa hending.
Tað er sjáldan, at ein vanlukka
á sjónum er lýst so væl sum
henda. Tí skal henda grein vera
til minnis um teir, sum hesa ferð
ikki bóru boð í bý. Ikki minst er
hetta galdandi fyri tann 15 ára
gamla føroyska drongin, sum so
meiningsleyst skuldi missa lívið.
Vanlukkan
Mánadagin 22. mai kl. 10 í 1939
sakk danski sandsúgvarin Sally, ið
flutti sand til tær havnir, sum tá
vórðu bygdar í Føroyum.
Sally varð stødd í Kvørnini
– ein strongur, ið gongur eystur úr
Dalsfles við Dalsnýpu á Sandoy.
Sally hevði bunkrað kol í
Havn og var síðan farin norður
í Sundini eftir sandi. Haðani
kom hann aftur á Havnina og
tók ein stóran flaka uppá sleip.
Henda flaka skuldu teir brúka við
havnagerðina á Sandi.
Um 2tíðina hendan morgunin
fóru teir av Havnini. Veðrið var
heilt gott.
Missir flakan
og koppar
Tá ið teir koma í Kvørnina við
Dalsfles mistu teir flakan. Teir
vendu aftur eftir honum og fingu
fast í hann aftur. Men óslætt
var, og skjótt mistu teir flakan
á øðrum sinni. Roynt varð aftur
eftir honum. Men undir hesum
bjargingararbeiði, legðist so nógvur
sjógvur inn yvir tær opnu lúkurnar,
at vandi var fyri at hann holvdist.
Har var einki annað at gera enn at
seta bjargingarbátin út.
Manningin kom í øllum góðum
í bátin, ið var fult útgjørdur sum
bjargingarbátur. Tá var klokkan
blivin um 10.
Tá báturin fer frá skipinum
koppar tað. Skorsteinurin ber við
stokkin á bátinum, sum hvølvist.
Menninir fáa vent bátinum við
aftur, og hann flýtur á lufttang
unum. Tað eydnast øllum monnun
um at taka seg aftur í bátin. Men
frá hesi løtu flýtur báturin borð
fullur. Teir hava einki at oysa við.
Teir seta segl og sigla eftir
einum trolara, ið liggur nakað
úti eystari. Men tá teir eru
komnir nakað út, siglir trolarin
frá teimum. Teir sigla ella kanska
rættari reka nú vestur eftir.
Menn drukna og
stirðna í hel
Fyri middag eru longu tveir
manns stirðnaðir í hel í bátinum.
Annar er Niels Monberg, sonur
verkfrøðingin Monberg, ið
hevur havnagerðina í Føroyum í
hondum.
Hin var Carl Olsen, ein 15 ára
gamal drongur úr Sørvági, ið var
komin við Sally sum skipsdrongur.
Carl var beiggi Hans í Beiti,
sum nógv kendu. Hann var vinur
Niels Monberg, sum Hans hevði
biðið um gera tann beina, at lata
beiggjan sleppa við! Hetta tosaði
Hans ofta um seinni.
Á øðrum sinni fer báturin runt.
Teir báðir deyðu og skiparin
Christian Hansen hvørva.
Tann næsti, sum doyði, var
maskinmeistarin Refslund Skov.
Kona hansara var komin til Føroya
dagin fyri við Tjaldrinum. Hon
skuldi verða búgvandi í Føroyum,
meðan maðurin hevði arbeiði her.
Matrósarnir báðir fingu bátin
aftur á rættkjøl og komu sær uppí
hann.
Báturin kemur inn í
Hestfjørð
Báturin rekur síðan suður um
Sandoynna og norður við henni
vestanfyri. Um dimmið kemur
hann inn á Hestfjørð. Tá er annar
matrósurin Eigil Olsen Gaarslev
langt síðan stirnaður. Tann
bjargaði helt, at Eigil doyði um
3tíðina seinnapartin mánadagin.
Á nátt – ikki er gott at avgera
tíðina – rak báturin á land
norðanfyri Kirkjubø. Hin seinasti
av manningini, matrósurin Viggo
Andersen, ein sonn kempa, leyp
á land og lat bátin fara. Hann
leitaði sær heim til húsa. Kemur
inn í eitt hoyggjhús og leggur seg
har, útlúgvaður sum hann mátti
vera, at sova í hoynum.
Tíðliga týsmorgunin
verður hann funnin av
Vanlukkan við Sally í 1937:
Skiparin á Tjaldrinum
gongur burtur
Sally sá ikki út av nógvum
Systirskip hjá Sally, Kronborg
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
➘