mikudagur 27. mai 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 99 - 27. mai 2009
Listaframsýning frá 29. mai til
11. juni
Lendingin í Svínoy er ímyndin av
fólki, sum koma og fara.
Hin síðsti tónleikarin fer úr Svínoy,
hann hevur spælt ta síðstu konsertina.
Nú er tað portrið inn í heim og út í
heim, sum hann fer ígjøgnum.
Málningurin letur upp hugtøk, sum í
tínum og mínum sinni tulka okkara
áskoðan um at síggja, hoyra, men trist
er tað, tá síðsta fólkið fer av einum
stað, har lendingin og bygdaliðið hava
verið staðið, har fólk komu og fóru.
Portrið út í heim og inn í heim... Eisini
inn í listamansins hugaverð fara skap,
litir og skaldsligar framstillingar í
tónleikarum,
næmingum
og
bygdamanninum, sum er á veg á
Muntra ella maðurin uppi á Manni,
sum er staðið har tú sært yvir
Norðoyggjar og út í tann víða heim,
men bygdina Fuglafjørð sært tú niðast
við til høgru. Her er vøggan, har er
heimið, har er fólkið, har eru
tónleikararnir og har býr Frits.
Frits Johannesen í Focus
Í sambandi við 30 ára stovn
ingardagin hjá Heilsuhjálp
arafelag Føroya tann 26
mai, var opið hús í hølum
felagsins í Fr. Petersensgøtu
í Havn týsdagin.
Heilsuhjálparafelag Før
oya er eitt felag fyri heima
hjálparar,
heilsuhjálparar
og stuðlar. Endamál felags
ins er m.a. at virka fyri fak
ligu áhugamálum limanna,
fyri menning og samanhaldi
í felagnum og fyri at lønar
og starvsviðurskifti limanna
eru trygg og góð. Í nevndini
hjá Heilsuhjálparafelagnum
eru sjey limir umframt til
takslimir.
Í samband við ársaðal
fundin hjá felagnum 18.
apríl á Hotel Føroyum, var
skipað fyri veitslu fyri lim
um og innboðnum, umleið
160 fólk vóru við til veitsl
una, sum var sera væl
eydnað.
-red
Heilsuhjálparafelag Føroya 30 ár
Nevndin í Heilsuhjálparafelag Føroya, f.v.:
Hanna West, Hvalba, kassameistari, Gurli Svartá,
Saksun, næstforkvinna, Marjun Jensen, Tórshavn,
nevndarlimur, Malan Ò. Olsen, Norðragøta,
skrivari, Àsa Holm, Porkeri, forkvinna, Joan
Eileen Jóanesardóttir, Strendur, nevndarlimur,
Hanna Sørensen, Húsavík, eykalimur, og Jacobina
Niclassen, Hvannasund, nevndarlimur
Mynd: Jens Kristian Vang
Frits Johannesen hevur listaframsýning í Galerie Focus frá 29. mai til 11. juni.
Mynd: Magnus Gunnarsson
Danski presturin Carl P.
Behrens skal prædika í
Gøtu kirkju hvítusunnudag
31. mai. Aftaná gudstænast
una signerar hann nýggju
bók sína “En flig af nådens
trone”, sum júst nú er
útkomin.
Í bókini er skrivað nakað
um
Føroyar.
Carl
P.
Behrens hevur verið fleiri
ferðir í Føroyum, fyrstu
ferð í 1972, tá hann saman
við
øðrum
umboðaði
Danmark á ársfundi hjá
Heimamissiónini
í
Føroyum.
Hann
hevur
gjøgnum árini knýtt nógv
vinarbond í Føroyum.
Carl P. Behrens var
prestur í Ringsted frá
1968 til 1976, og síðan í
Nakskov til hann varð
pensioneraður í 2004.
-red
Behrens í Gøtu
á hvítusunnu
Carl P. Behrens
signerar bókina
“En flig af nådens
trone” eftir
gudstænastuna í
Gøtu kirkju
En flig af
nådens trone
A F CA R L P. B E H R E N S
-har
tað hendir
nøvn