mikudagur 27. mai 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Stóra summarkappingin hjá Sosialinum
Send inn og vinn nógvar flottar vinningar
Summarkappingin '09
Vinn ferðaseðlar
Tel 34 10 00
atlantic.fo
Melda teg til Club Atlantic og
og fá sertilboð sendandi við telduposti
Øll, sum tekna seg, eru við í lutaksti hvønn mánað um eina ferð aftur
og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways.
Melda til á: www.atlantic.fo
Vika 22:
Leiðin til Reykjavíkar
8 síður við spenn
andi tilfarið um
summar
Tað munnu vera fáir
høvuðsstaðir, har tað
er eins lætt at ferðast
í bili, sum tað er í
Reykjavík
Sum ferðandi kann tað ofta vera
hent at hava fingið sær leigubil til
vega. Um ikki annað slepst tá undan
at vera bundin at bussum og øðrum
kollek tivum ferðamiðlum, og tær
nýtist ikki at ansa eftir klokkuni á
sama hátt, tá tú bert ert bundin at
tíni egnu ferðaætlan.
Ein trupulleiki kann tó vera
tilvenjing in til nýggja ferðslu mynstr
ið. Og ikki minst, hvussu tað er at
fin na runt á fremmandi plássinum.
Ofta enntá soleiðis, at tú ikki
ert hampuliga tryggur á óvandu
vegunum, fyrr enn tað er tíð at lata
leigu bilin inn og seta ferð aftur móti
heim stað num.
Men soleiðis er ikki í Reykjavík.
Nú hevur yvirritaði ikki roynt seinna
alter na tiv ið, men tað tykist, sum er
tað líka lætt hjá einum havnarmanni
at finna runt í Reykjavík, sum tað er
hjá einum bygdarmanni at finna runt
í Tórshavn.
Nýtir tú fáu høvuðsvegirnar sum
varðar, er trupult at villast heilt
burt ur av leið, og kortini, sum verða
latin við leigubilinum, eru sera løtt
at lesa og fylgja. Hartil er ferðslan
á vegunum í Reykjavík í dag ikki
stórt meira, enn hon er eftir eystara
Ring vegi eftir arbeiðstíð, og tíð er
sjáld an orsøk at fáa nakað serligt av
nerv um, meðan koyrt verður.
Vert er at bíta merki í, at park
er ings viðurskiftini í Miðbýnum eru
skipað á sama hátt, sum borgar
stjóran í Havn barslaði við í blað
okkara í gjár. Stór kollektiv parker
ingsøki eru at finna – eitt nú við
havnar lagið – og tá kostnaðurin fyri
básar nar liggur undir eina føroyska
5krónu um tíman, er hetta ikki tað,
sum koppar nøkrum ferðabudgetti.
Og so kann heilsast og sigast,
at tað er nóg mikið at koyra eftir í
Reykja vík. Søgu og listasøvn eins og
aðrir mentanarbygningar eru nógvir
í tali. Høfd, har Reagan og Gorbatjov
byrjaðu endan á kalda krígnum,
og ikki at gloyma mongu kendu
ferða málini, so sum Gullfoss, Geysir
og Bláa Lónið, sum íslendingar í
áratíggjur hava nýtt at branda seg
sjálvar við. Somikið sterk er brand
ing in mótvegis ferðamanninum í
dag, at tað mest sum er líkamikið,
hvørja bygd koyrt verður til. Søgur
um víkingar og stórslignar náttúru
upp liv ing ar lúra allastaðni.
Lætt í ferðsluni í Reykjavík
Ein av søguligu
varðunum í Reykjavík
er móttøkuhúsið hjá
borgarstjóranum. Tað
var júst her – á Høfd –
at Ronald Reagan og
Michael Gorbatjov í
1986 hittust til fundin,
sum í dag stendur sum
ein søguligur varði í tí,
sum gjørdi enda á kalda
krígnum
Ísland
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo