mikudagur 27. mai 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 99 - 27. mai 2009
Betongarbeiði til
samkomubygning
Í sambandi við bygging av nýggjum samkomubygningi til Lívdina
í Hoyvík verður við hesum boðið til undangóðkenning av arbeiðs
takarum at geva tilboð uppá betongarbeiðstøkuna.
Arbeiðstøkan:
Betongarbeiðstøkan fevnir um fundament, lendisgólv og
staðstoyptar veggir. Harafturat verða skilagólv og takdekk gjørd
av staðstoyptum betongi, tó í støðum av betongelementum.
Tekjan yvir salin verður gjørd av TTtakelementum við vafluplátum
í millum. TTelementini spenna umleið 29 metrar.
Mettar høvuðsnøgdir:
• Staðstoyptir betongveggir og fundamentir: ...... 600 rúmmetrar
• Staðstoypt lendisgólv:........................................1600 fermetrar
• Staðstoypt dekk og tak: .....................................1460 fermetrar
• Forspennt holdekkelementir: .............................580 fermetrar
• TTelementir við vafluplátum:.............................700 fermetrar
Treytir:
Áhugaðir arbeiðstakarar fáa meira at vita um kravdar uplýsingar,
treytir o.a. á heimasíðuna hjá Lívdini (www.livdin.fo). Fylg leinkjuni
“Undangóðkenning av arbeiðstakarum at geva tilboð uppá
betongarbeiðstøkuna”
Freist
Áheitan um undangóðkenning skal sendast til Selmar Nielsen
Arkitektur Spf, Landavegi 9, Tórshavn, í seinasta lagi mikudagin
10. juni. Eru spurningar, ber til at ringja til Jóhan Syderbø,
prosjekteringsleiðara á tlf. 354812 ella 210818.
SP/F KJ ELRÁÐ
RÁÐGEVANDI VERKFRØÐINGAR
Í 1948 varð Forbundet af
1948 stovnað. Hetta er
forleyparin til felagið
Landsforeningen for bøsser
og lesbiske, vanliga stytt
LBL. ”Forbundet af 1948”
virkaði fyri borgararætt
indum til homoseksuell.
Tvey onnur feløg vóru
eisini til, Lesbisk bevæg
else og Bøsserens
Befrielsesfront.
Bøssernes Befrielses
front varð stovnað í 1971,
og endamálið var at
upplýsa um homoseksuell í
Danmark. Eisini var enda
málið at ávirka politiskt og
stríðast ímóti tí vanliga
kynsrollumynstrinum.
Lesbisk bevægelse varð
stovnað í 1974 og hevði til
endamáls at sláa fast rættin
hjá kvinnum at liva uttan
menn.
Tá Egin Markná sigur:
”Minnist til, næstu ferð
hóttanirnar koma, at tað er
ikki so langtsíðani at
felagsskapurin at: ”Lands
foreningen for Bøsser,
Lesbiske og pædofile”,
(…)”, so haldi eg, at tað er
upp á sítt pláss, at hann
kann koma við keldu fyri
hesum. Tí hetta er lygn.
Pædofil í Danmark hava
havt, og hava møguliga
enn, ein felagsskap. Hesin
felagsskapur hevur ongan
tíð verið partur av LBL, og
LBL hevur ongantíð sam
starvað við henda felags
skap á nakran hátt. Tað
finnast uttan iva samkynd,
ið eru pædofil, eins og tað
finnast pædofil, ið ikki eru
samkynd, men tað merkir
ikki, at feløgini eru tengd
at hvørjum øðrum. Pædofil
eru uttan iva at finna bæði
í feløgum fyri samkynd,
fyri frímerkjasamlarar, fyri
fuglaáhugað, á kristiligum
samkomum og manga aðra
staðni.
Egin Markná er tískil
heilt burturvið í sínum
lesarabrævi. Egin má fegin
halda tað vera propaganda,
tá samkynd royna at upp
lýsa føroyingar um homo
seksuell, men er tað at
upplýsa um ein seksualitet
at føra propaganda? Og
hvar kemur hesin propa
gandatankin frá? Til dømis
hevur Friðarbogin ongantíð
havt eina lýsingaherferð,
har tey mæla fólki til at
gerast homoseksuell, um
tey ikki eru tað framman
undan. Tað, sum felagið
hevur arbeitt fyri, er at
gera tað liviligari fyri før
oysk samkynd, soleiðis at
tey tora at spretta og liva
sum samkyndir føroyingar
í Føroyum.
Og til spurningin um,
hví vit ikki kunnu hava
okkara seksualitet innan
veggja – Flestu føroysku
samkynd hava teirra
seksualitet innanveggja!
Hvussu nógvar dreingir
sært tú leiða hvønn annan
ella mussa hvønn annan á
gøtunum í Føroyum?
Eg havi ikki sæð hetta í
Føroyum enn!
Og um tað skuldi hent
seg, at tú sást hetta, í
morgin sum ein annan dag,
hvat missur tú við hesum?
Vit blanda samfelagið
upp í hetta, tí vit liva í
hesum samfelagnum, eins
og tú, og vit hava rætt at
krevja broytingar, soleiðis
at tað gerst liviligari.
At enda vil eg bara siga,
at ongin orsøk er hjá tær
og tínum at óttast. Broyt
ingar eru nú gjørdar í lóg
ini, so at sigast má, at tað
er gingið nógv aftur á
hond, síðan §266b við
tógvið stríð varð samtykt.
Felagið Friðarbogin er ikki
eitt aktivt felag longur, og
flestu samkynd eru flutt av
landinum, ikki er løgið, at
Føroyar í Politiken herfyri
verða skírdar sum uland;
nú manglar næstan bara, at
vit fara at hongja samkynd
í gøtunum til skrekk og
advarsel.
Viðmerking til lesarabræv hjá Egini Markná
Tina K.
JaKobsen
Tað ørkymlar ikki sørt, at
tað stuttu tíð, sum m. a. Helgi
Abrahamsen hevur sitið í
løgtinginum, hava borgarar í
Eysturoynni, Vágum og Norð
oyggum mist týðandi part av
kommunulæknatænastuni.
Kæri Helgi.
Eg kann taka undir við tær at
ymiskt er, hvussu fólk upp
fatað tað, sum skrivað verður,
og tá eg læs grein tína, fór eg
at ivast í, um tú gekk ørindi
fyri onkran – tí tað kann ikki
verða so galið, at ein løgtings
limur kennir so lítið til tær
broytingar, sum henda eitt
nú innan læknavaktina og
tilbúgvingina í m.a. Eyst
uroynni og Norðoyggum.
Tú skrivar, at lokala stríðið
má enda og vísir til tað, sum
Norðlýsið hevur víst á nú
tænastan til borgarar í norð
oyggjum og eysturoynni við
víkjandi kommunulækna og
tilbúgving/politi verður skerd.
Tað ørkymlar ikki sørt, at ta
stuttu tíð, sum tú hevur sitið í
løgtingum, hava borgarar í Eyst
uroynni, Vágunum og Norð
oyggjum mist týðandi part av
kommunulæknatænastuni.
Spola vit tíðina aftur eini
fimm, seks ár so høvdu vit
"fyri borgaran" eina sera
góða tænastu sum kallaðist
Kommunlæknaskipanin.
Sum dømi kann eg nevna,
at um sonur mín (í Klaksvík)
ella eitt av børnum tínum (á
Strondum) gjørdust sjúk eftir
kl. 16 yrkadagar, ja so ringdi
tú til vakthavandi kommunu
lækna og løtu seinri kom
læknin inn til okkara heima
við hús. Fyri fáum árum síð
an gjørdist omma mín brád
liga sjúk um miðnáttarleitið á
páskum meðan vit vóru
stødd í summarhúsum á Sela
træ. Tað gekk ein góð løta, so
kom kommunulæknin inn í
stovu okkara, og omma fekk
viðgerð. Hann greiddi frá, at
hann hesa somu nátt hevði
verið m.a. í Leynum og á
Eiði hann var móður – men
hevði tjent góðar pengar – og
tað var honum væl unnt.
Á tíni vakt sum løgtings
limur hava vit mist hesa tæn
astuna, og nú mugu vágafólk,
eysturoyingar, streymoyingar
og norðoyingar á nátt, summ
ri ella vetri, sjálvi útvega sær
bil og flutning og síðani
koyra til Havnar. Í Havn er
tænastan munandi batnað.
Tey kunnu alt samdøgrið spas
era inn til vakthavandi komm
unulækna og hava kanska
ikki eingang tørv á bili.
Samstundis hevur útreiðslu
støðið hjá sjúkra, lands, og
kommunukassunum til
kommunulæknatænastuna
ongantíð áður verið størri.
Men ein kann sjálvandi
fegnast um at arbeiðsbyrðan
hjá Andreas Petersen, Jaspur
Petersen, Marius Dam, Jenisi
& Co. er munandi minkað.
Kanska júst tí varð neyðugt
so seint sum í oktobermánaði
í fjør at geva kommunu
læknunum eina lønarhækking
uppá 17% av grundlønini.
Sjúkrakassin betalir mill
um 50 og 60 milliónir krónir
um árið til kommunulæknar
nar í tænastugjøldum og øðr
um – samstundis sum komm
unurnar gjalda útreiðslur
sum hølir, klæðir, amboð o.
a.t. og tað fegnast vit sjálv
andi um tí øll vilja hava eitt
"vælvirkandi" heilsuverk.
Meðan tú Helgi hevur sitið
á vakt í løgtinginum hevur
Hans Pauli verið so óførur at
sama dag sum hann gav
kommunulæknunum gyltu
hondina setti hann ein bólk
at gerða eina heilt nýggja
skipan á kommunulækna
økinum – í bólkinum sitað
fýra kommunulæknar og fýra
embætisfólk. Tann skipanini
fer neyvan at seta størri krøv
til tænastuna enn verðandi
skipan tá eingin er í bólkin
um, sum umboðar brúkaran –
og læknarnir vita jú betri enn
vit "deyðiligu" hvat tað er
sum brúkarin hevur brúk
fyri?? – Livst so spyrst!!
Helgi Abrahamsen skrivar:
"Vit brúka tonsavís av brenni
evni at flyta okkum aftur og
fram eftir longum vegastrekkj
um tí vit hava eitt bústaðar
mynstur sum ikki hóskar seg
til nútíðarsamfelagið......"
Eg má spyrja teg, Helgi
er nøkur sparing í brennievni
(í hesum CO2 tíðum) at allir
norðoyingar og eysturoyingar,
streymoyingar og vágamenn
– skulu koyra til Havnar –
ístaðin fyri at kommunlæknar
kring landið sum enntá fáa
løn fyri at sova við eini bak
vakttelefon á náttborðinum
verða vaktir og koyra til
sjúklingin fyri somu løn, sum
teir í dag sova fyri?? – Kan
ska tú Helgi veist at svara hes
um?? Eg havi roynt at spurgt
á rætta stað men eingin
vildi svara hesum.
Helgi Abrahamsen skrivar:
"....Eg mæli ikki til at reka
fólk úr bygdum, men eg kenni
meg sannførdan um, at vit
megna ikki at veita teimum
tær tænastur, sum vit nútíðar
menniskja krevur...."
Nú mást tú endiliga ikki
halda at tú hevur uppfunnið
hetta við at tað er bíligast um
øll búgva í meginøkinum.
Hetta er eitt hugtak sum lokal
politikarar í meginøkinum
hava tosað um í umleið eina
øld, og tú ert skjótur at taka
við læru!
Men eingin av hesum lokal
politikarum duga at svara,
hví tað er so ótrúliga langt úr
miðøkinum út til økini, sum
liggja í føroyska útjaðaran
um. Orsøkin kann ikki verða
landafrøðilig, tí vit búgva í
einum av heimsins minstu
londum, men heldur tann
nalvaskoðan sum vit hvønn
dag síggja og hoyra frá
politikarum úr miðøkinum.
Annars takk fyri at tú tímur
at skriva um evnið – sum
eingin í løgtinginum longur
sýnir áhuga fyri!
Norðoya
Sambandsfelag
John William
Joensen
Hví er so langt úr Havn og út á
Strendur ella til Klaksvíkar?