Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-27, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. mai 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 99 - 27. mai 2009 tíðindi SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo Bilradio útsett Av tí at Rás2 sendir frá fiskivinnuframsýningini Fish Expo 2009 hósdagin, er sendingin Bilradio útsett til í komandi viku. bilar Ein heilt nýggjur Opel Astra verður sýndur fram á altóða bilaframsýningini í Frankfurt í september Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin Fyrstu myndirnar av nýggja Opel Astra vísa, at talan er um ein bil við sama design­ stíli sum Opel Insignia. Nýggi Astra verður nakað størri enn forgangarin, og aksil frástøðan er størri, so leið is at bilurin eisini verð ur væl rúmligari. Bilurin er teknaður og desig nað ur á høvuðs sæt i­ num hjá Opel í Rüsselsheim í Týsklandi, har serliga nógv er gjørt burturúr at gera bilin aerodynamiskan við minst møguligari vind­ mót støðu. Í fyrstu atløgu vera ikki minni enn átta motorar at velja ímillum, bæði CDTI turbo dieselmotorar við common­rail multipoint inn spræn ing og onkur nýggj ur bensinmotorur verð ur eisini á skránni. Diesel motor arnir fáast frá 95 til 160 hk, har allir hava partikul filtur sum standard, og ein ecoFLEX útgáva við sera lágum CO2 útláti verð­ ur eisini at fáa. Bensinmotorarnir fáast frá 100 til 180 hk. Ein nýggjur 1,4 bensinmotorur við turbo og 140 hk kemur ístað in fyri núverandi 1,8 motor in. Allir motorarnir lúka stranga Euro5 normin fyri útlát. Undirvognurin er upp­ bygdur eftir einum heilt nýggjum konsepti, soleiðis at bæði fjaðraskipan og koyri egin leikar vera á sera høg um støði. Nýggi Opel Astra kemur á marknaðin um árskiftið 2009/2010. Thomas Bull Eng­ er frá Auson AB í Svøríki, sum fram­ leið ir Merca sol rust­ ver ju, hev ur undir­ víst starv s fólkum í bilbransjuni um ymiskt nýtt innan rust við gerð av bilum Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin Føroya Oljusøla við Marner við Skipá í Hoyvík hevði í viku ni vitjan av norska Thomas Bull Enger, sum býr í Norra, men arbeiðir fyri Auson AB í Svøríki, sum framleiðir Mercasol rustverju Thomas hevur áður verið í Føroyum og kennir til før­ oysk viðurskifti. Hann sig­ ur, at tað hevur stóran týd n­ ing í okkara verðurlag, at bilar nir eru væl rust við­ gjørdir. Thomas undirvísti starvs­ fólk um í bilbransjuni um ymiskt nýtt sum er komið fram í sambandi við rust­ við gerð av bilum. Hann legði eisini dent á, at bil­ eigar ar sjálvir lesa hvat stend ur í instruktiónsbókini um hvat garantiið dekkar. Hóast bilurin hevur 12 ára gjøgn um terings gara n ti, kann tað t.d standa í in struk­ tións bókini, at garantiið ikki dekkar skað ar av salti, so eigarin hev ur eisini ábyrgd av sín um bili hvat rusti við víkur. Marner við Skipá frá Føroya Oljusølu og Thomas Bull Enger frá Auson AB í Svøríki Mynd: Magnus Gunnarsson Allir bilar kunnu rusta Nýggjur Opel Astra í Frankfurt Nýggi Opel Astra við 5-hurðum verður sýndur fram á bilaframsýningini í Frankfurt í september Astra hevur sama designstíl sum Opel Insignia