mikudagur 27. mai 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 • 27. mai 2009
6
Mr Petur Mohr Reinert says that although the times are not good, the international fishing industry has not been hit as hard as other sectors of industry. Therefore, the Fish Expo Faroes 2009 exhibition, which will be held
in Tórshavn over the next few days, is completely comparable to previously held exhibitions, possibly even larger and more diverse
- Vit leggja stóran dent á at
skapa so góðar karmar sum
gjørligt, bæði fyri framsýnarar
og fyri viðskiftafólkini.
Tað sigur Petur Mohr Reinert,
sum er ein av fyrireikarunum av
stóru
fiskivinnuráðstevnuna,
sum verður mikudagin, hós-
dagin og fríggjadagin.
Og ein aðaltáttur í at skapa
so góðar karmar sum gjørligt,
er at flyta stevnuna oman í
Gunda dal.
Áður hevur fiskivinnustevnan
ver ið í Runavík og uppi á Hjalla,
men í ár verður talan um eina
nýggja stevnu, undir nýggjum
um støð um og við nýggjum
fyri reikar um.
Heitið á stevnuni í ár er “Fish
Expo Faroes 2009” og karmur-
in er tvey stór, samansett tjøld,
sett upp á Niðara Vølli í Gunda -
dali og tað er ikki meiri enn ein
stuttur gongutúrur eftir sløttum
úr sjálvum miðbýnum í Havn.
Umframt framsýningina í
sjálv um tjøldunum, eru eisini
fram sýn ar ar á økinum uttanfyri
við trollemmum, trukkum og
øðr um stórum lutum.
Men tað verða eisini fram-
sýn ingarbátar niðri í Vágsbotni,
har eisini ymiskt forvitnisligt
verður at síggja.
Niðri í Vágsbotni fer Bjarg-
ing ar felagið eisini at vísa fram
og helst fara teir eisini at sigla
onkran túrin á vágni at vísa,
hvat báturin hjá teimum dugur
til.
Nær hjartanum í
Havn
Og tó at fyrireikararnir eru
nýgg ir, er stevnan at kenna
aftur, tí leisturin er at kalla hin
sami.
Men við at flyta stevnuna
oman í Gundadal, er stevnan
kom in so nær hjartanum í høv-
uðs staðnum, sum tað næstan
ber til at sleppa við so stórum
tiltaki.
Í Gundadali og har um vegir
eru eisini nógvir og góðir
møgu leikar at seta bilin frá
sær.
- Endamálið við at flyta
stevnu na oman í Gundadal,
er at taka hana oman í býin
og at gera hana til ein part
av býnum, sigur Petur Mohr
Reinert.
Hann væntar, at tað fer at
seta ein øðrvísi og hugaligari
dám á stevnuna.
- Vit halda eisini, at hetta fer
at gera tað nógv lættari hjá
viðskiftafólki at koma á stevnu,
tí hon er at kalla mitt í býnum
og sostatt fer tað eisini at gera
tað lættari hjá viðskiftafólki og
fram sýnarum at hittast.
Men ikki minst fer tað at
gera stevnuna hugaligari hjá
bæði framsýnarum og við-
skifta fólki, tí í Gundadali eru
teir tætt við matstovur, kaffi-
stovur, handlar, stovnar, fyri-
tøk ur og aðrar hentleikar, sum
Havn in hevur at bjóða.
Og akkurát tann parturin
Altjóða vinnulív á
stevnu í Gundadali
Í ár er stóra, afturvendandi fiskivinnu stevn
an flutt oman í Havnina fyri at gera hana til ein
samansjóðaðan part av býarlívinum í høvuðs stað
num og tað ger tað upp aftur lættari hjá við skifta
fólki og framsýnarum