Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. mai 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 99 • 27. mai 2009 19 um flogførini og um felagið annars. Spennandi átak Henny á Líknagøtu heldur, at hetta er eitt spennandi átak, sum Atlantsflog nú er farið undir. - Nú er føroyski marknaðurin fyri charter-ferðum avmarkaður í mun til hin útlendska, men eg ivist onga løtu í, at ávísur áhugi er í Føroyum fyri slíkum leigutúrum. Hon vísir á, at flogførini hjá Atlantsflogi eru vælegnaði til charter-ferðir í Evropa, og hetta hava tey nógvar ferðir prógvað. Á heimasíðuni verður eisini víst á, at 92 setur eru í flogførunum, sum kunnu flúgva upp til 3-5 tímar uttan steðg. Ein orsøk til, at Atlantsflog nú ger meira burtur úr møguleikunum við leiguferðum er, at avtalan, sum felagið hevur havt við SAS, gongur út við endan av hesum mánaðinum. - Hetta ger eisini, at umstøðurnar at flúgva leigutúrar verða uppaftur betri, sigur marknaðarsamskiparin. Ja – hví ikki? Vit spurdu eisini Henny á Líknagøtu, um tað er hugsandi, at fyritøkur ella einstaklingar í Føroyum kunnu taka seg saman og leiga flogfar hjá Atlantsflogi til frítíðarferðir. - Ja, hví ikki? Tað er avgjørt ein møguleiki. Sjálvandi verður tað dýrari, um flogfarið bara flýgur fult annan vegin – og tómt heimaftur. Men hugsa vit okkum, at fleiri fyritøkur og einstaklingar gjørdu brúk av hesum møguleika og leigaðu flogfar til einar fýra tílíkar frítíðarferðir til somu floghavn, hevði flogfarið bara flogið tómt heimaftur fyrstu ferð. Hon vísir á, at prísurin fyri hvønn leigutúr sær eisini hongur saman við, hvussu nógv fólk eru í flogfarinum. - Men hetta er avgjørt ein upplagdur møguleiki, sum fyritøkur og einstaklingar kundu havt í huga, sigur Henny á Líknagøtu, marknaðarsamskipari hjá Atlantsflogi. Nógvar av teimum fyritøkum, bæði føroysku og útlendsku, sum eru við á Fish Expo Faroes 2009, eru viðskiftafólk hjá Atlantsflogi, og felagið vil fegið vera við á stevnuni, har tey hava høvi at hitta verandi og vónandi komandi viðskiftafólk. Royndir á flogi Atlantsflog, sum hevur stívliga 20 ár á baki, hevur í løtuni seks flogfør og tríggjar tyrlur. Við sínum støðum í londunum kring um okkum kunnu vit siga, at felagið røkir loftferðslu um stóran part av norðara helmingi av Atlantarhavinum. Royndirnar, sum felagið hevur gjørt sær hesi árini, røkka út í Evropa, samstundis sum felagið eisini átekur sær flúgving, leiting og bjarging við tyrlum kring um oyggjar okkara. and can be airborne continuously from three to five hours. One reason why Atlantic Airways is now doing more to promote the option of chartering an aircraft is that the agreement, which the company had with SAS, will expire at the end of this month. -“This makes the situation to charter a flight even better”, says the Marketing Coordinator. Yes – why not? We asked Ms Henny á Líknagøtu if it is thinkable that companies or individuals in the Faroes could get together and charter a flight from Atlantic Airways, for a holiday trip? -“Yes – why not? It is definitely an option. Of course, it will be more expensive if a flight is just fully occupied one-way and has to fly home empty. But if we imagine that several companies and individuals utilised this option to charter a flight for four or so flights to the same destination, the flight would only have to fly home empty from the first trip”. She points out that the price for each charter also depends upon how many people are onboard the aircraft. -“But this is definitely an option, which companies and individuals ought to bear in mind”, says Ms Henny á Líknagøtu, the Marketing Coordinator at Atlantic Airways. Many of the companies, both Faroese and foreign, who are attending Fish Expo Faroes 2009, are clients with Atlantic Airways and the company wishes to attend the exhibition to meet existing - and hopefully new customers. Flight experience Atlantic Airways has more than twenty years experience and currently operates six aircraft and three helicopters. Including their bases abroad, one may say that the company is plying its trade in a large sector of the northern hemisphere of the North Atlantic Ocean. The experience accumulated over the years, extends beyond Europe. Simultaneously, the airline is also conducting flights, search and rescue operations with their helicopters round our islands. “Recognized as the best” The Pon Power vision www.pon-cat.com PON POWER - RECOGNIZED AS THE BEST Besøg os på stand no. B-601 Pon Power AS er eneforhandler af Cat-motorer og generatoranlæg i Danmark, Norge, Sverige, Færøerne og Grønland samt MaK-forhandler i Skandinavien. Vi tilbyder anlæg i hele produktspektret fra 6,4 til 16.200 kW, som hovedsageligt anvendes som fremdriftsmotorer, hjælpemotorer, primærstrøm eller nødstrøm. Pon Power er ISO 9001 og 14001-certifi ceret og sætter dermed kvalitet, sikkerhed og miljøhensyn i højsædet. Samtidig lægger vi stor vægt på at tilbyde miljøvenlige motorløsninger, som formindsker udledningen af miljøskadelige emissioner.