Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 100 - 28. mai 2009 Tveir av fremstu krimi- rithøvundunum í norðurlondum vitja í dag í Føroyum, og føroyingar fáa eisini høvi at heilsa upp á teir báðar stórseljandi rithøvundarnar Krimi-treff Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Norðurlendska krimi-søgan stendur sterkari enn nakr- antíð. Sølan av krimi-bók- um er munandi vaksin seinnu árini, og summa stað- ni verður tosað um, at kri- mi-søgurnar dominerað bókmentamarknaðin ov nógv. Eisini føroyingar eru tikn- ir við í rákinum, og krimi- bøkurnar eru millum best- seljandi útlendsku bøkurnar í Føroyum. Rithøvundar sum Stieg Larsson, Liza Marklund, Jo Nesbø, Anne Holmt, Arne Dahl Camilla Lackberg og aðrir rithøv- undar ganga undan , og ein ørgrynna av øðrum rit- høvundunum eru við í fylginum. Í dag vitja tveir av kend- astu norðurlendsku rithøv- udunum her í Føroyum Svenska krimidrotningin Liza Marklund og norski krimiprinsurin Jo Nesbø vitja eru komintil Føroya at verða við í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir í kvøld. Marklund Liza Marklund er víðagitin, umstrídd og populer. Henn- ara átta spennandi krimi- søgur um journalistin Annika Bengtzon selja stórt og hava vunnið fleiri virðis- lønir, og eisini í Føroyum telist Marklund millum best seljandi rithøvundarnar. Liza Marklund er ættað úr Norðursvøríki, vann fram sum journalistur í Stockholm, starvaðist sum blaðstjóri, og endaði sum ein tann kendasti norður- lendski rithøvundin í nýggj- ari tíð. Norðmaðurin Jo Nesbø er ein av bestu krimi-rit- høvundum í Europa í løtuni, og hann hevur fingið virð- isløn fyri bestu skaldsøgu í Noregi seinastu tvey árini. Jo Nesbø hevur givið sjey altjóða viðurkendar krimi- søgur út, og søgurnar um detektivin Harry Hole eru týddar til 30 mál. Nesbø hevði ungdóms- dreym um at spæla fótbólt í Onglandi, og hann hevur sagt, at hernaðartænasta í Norðurnoregi lærdi hann sjálvdisiplin. Vitja føroyingar Hetta er fyrstu ferð, at Liza Marklund og Jo Nesbø vitja í Føroyum, og føroyingar sleppa í sendingini Hvonn Live á Rás2 í kvøld at hoyra, hvat tey hava upp á hjarta. Prátað verður við tey um teirra krimi-søgur, um teirra bakgrund í ávíkavist Norð- ursvøríki og Vesturnoregi, og hvat fær tey at skriva spenningssøgur. Hvonn Live verður at hoyra á Rás2 millum kl 19.00 og 22.00, og fólk eru eisini vælkomin á Hvonn at lurta. Nesbø og Marklund vitja føroyingar Nýggjur sendiharri USA skiftir ofta sendiharrar í ymsum londum aftan á eitt forsetaskifti, og soleiðis er eisini hesaferð. Millum londini, sum fáa nýtt umboð fyri amewrikonsku stjórnina er Danmark, og nú er kunngjørt, at løgfrøðingurin Laurie S. Fulton verður nýggjur amerikanskur sendiharri í Keypmannahavn. Hon tekur við eftir James P. Cain, sum fór frá, tá George W. Bush fór úr Hvítu Húsunum. Laurie S. Fulton hevur verið medeigari í einum stórum sakføraravirki í USA, og fyri fimm árum síðani bleiv hon útnevnd sum ein av teimum fremstu sakførarunum í Washington, sigur DR. IA fyri breiðum samstarvi Herfyri segði formaðurin í grønlendska flokkinum IA, at flokkurin er ikki sinnaður at samstarva við Siumut aftan á valið í næsta mánað, men nú sigur formaðurin, Kupik Kleist, at IA fer at samráðast við Siumut, um IA vinnur valið. Kupik Kleist sigur tó, at tað verður trupult hjá IA at fara í nakað samstarv við Siumut eftir valið. Men IA er sinnað fyri einum breiðum sam- starvi í Landstinginum og fer í tí sambandi eisini at samráðast við Siumut um samstarv, sjálvt um útlitini fyri samstarvi millum teir báðar flokkarnar ikki eru serliga góð, sigur Kupik Kleist við kringvarpið KNR. Signera bøkur Fólk sleppa eisini at heilsa upp á Lizu Marklund og Jo Nesbø, nú tey vitja í Føroyum. Eftir prátið við tey í Hvonn Live í kvøld signera tey bøkur. Rit & Rák fer at selja krimi-bøkur hjá Marklund og Nesbø á Hvonn, og fólk kunnu fáa tær signeraðar. Eisini fáa fólk møguleikan at seta Marklund og Nesbø spurningar í sjálvari sendingini, sum verður send millum klokkan 19.00 og 22.00 í kvøld. Jo Nesbø og Liza Marklund vitja fyri fyrstu ferð í Før­ oyum. Tey verða at hoyra í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir í kvøld klokkan 19.00