fríggjadagur 29. mai 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 101 - 29. mai 2009
Skipanin, har tað
er tann seinast setti
presturin, sum
prædikar á Ólavsøku,
er broytt, so hereftir
verður tá frá teimum
elstu og niðureftir,
sum fáa heiðurin
Òlavsøka
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað verður Bjarni Bæk,
dómpróvstur,
sum
fær
heiðurin at halda ólavsøku
prædikuna í ár.
Tað
staðfestir
Jógvan
Fríðriksson, bispur.
Áður var tann skipanin
galdandi, at tað var tann
seinast setti presturin, sum
fekk heiðurin at prædika á
Ólavsøkugudstænastuni.
Men í sambandi við, at
Kirkjan er yvirtikin og løgd
undir heimastýrið, hevur
bispur nýtt høvi til at broyta
skipanina so at tað nú
verður tann presturin, sum
hevur verið longst í starvi,
sum skal prædika á Ólav
søku.
Fyrsta árið helt bispur
sjálvur ólavsøkuprædikuna,
men tað var tí, at hann er
hægsti myndugleiki yvir
kirkjuni.
Í ár verður tað so dóm
próvsturin og síðani verða
tað prestarnir, við hægsta
starvsalduri, sum prædika á
ólavsøku.
So um nøkur ár endar tað
í veruleikanum aftur í teirri
skipan, at tað verður tann
yngsti presturin, sum præd
ikar á Ólavsøku, tí farið
verður
niður
ígjøgnum
skipanina.
Bjarni Bæk prædikar
á Ólavsøku
Bjarni Bæk, dómpróvstur, skal
halda ólavsøkugudstænastuna
í ár
Í Kvívík eru tey farin
at byggja vøggustovu,
barnagarð og frí
tíðarskúla til 100
børn. Onkur kundi
kanska sagt, at vit
gera ov nógv av,
men vit halda, at
tað er neyðugt við
hesi íløguni, sigur
borgarstjórin
Íløga Í børn
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í Kvívík skal tað vera gott
at vera barnafamilja.
Tað er orsøkin til, at tey
nú eru farin undir eina risa
íløgu fyri at lívga um hjá
foreldrum við børnum.
Tilsamans er talan um
eina íløgu upp á 22 milli
ónir, sum nú verða lagdar í
barnafamiljurnar og tað er
eitt stórt tak hjá eini komm
unu, sum Kvívíkar.
I hesum sambandi er
kommunan nú farin undir
arbeiðið at byggja nýggjan
barnastovn í bygdini, sum
umfatar bæði vøggustovu,
barnagarð og frítíðarskúla.
Tilsamans verður pláss
fyri 100 børnum á stovnin
um, sum verður liðugur í
vár og ætlanin er at taka
hann í nýtslu í mars mánað
næsta ár.
Væl fyri
Men hóast talan er um eitt
ódnartak, staðfestir borgar
stjórin, at talan er á ongan
hátt um eina óforsvarliga
íløgu, sum fer at koppa
kommununi fíggjarliga.
Kommunan
skyldar
onki frammanundan og tí
hava vit ráð at fara undir
eina íløgu, sum hesa, uttan
at koma í óføri.
Av teimum 22 milliónun
um, sum hesin nýggi stovn
urin kostar, er ætlanin at
læna 16 milliónir.
Tað er ein sløk álíkning,
tí inntøkan hjá kommununi
av skatti og øðrum, verður
19 milliónir og í ár.
So hóast lántøkuna til
stovnin, kemur kommunan
ikki upp undir lógarkravda
hámarkið fyri, hvussu nógv
ein kommuna kann skylda,
tí
tað
markið
er
ein
álíkning.
Og ætlanin er at betala
skuldina aftur upp á fimm
ella seks ár, staðfestir. borg
arstjórin.
Neyðug íløga
Onkur heldur kanska, at
hetta er at gera í so nógv av,
heldur borgarstjórin, Dánjal
Petur Müller, borgarstjóri í
Kvívík.
Men hann staðfestir eis
ini, at eftir hansara tykki er
brúk fyri eini íløgu, sum
hesari, serliga tá ið hugsað
verður um framtíðina.
Og hann heldur hóast alt,
at tað er frægari, at stovnurin
verður bygdur ímeðan Kví
víkar Kommuna enn er til,
tí verður talan um komm
unusamanlegging, er ikki
sagt at tann samanlagda
kommununa eisini er samd
um, at talan er um eina
neyðuga íløgu og so er tað
ikki vist, at stovnurin hevði
verðið bygdur.
Dánjal
Petur
Müller
sigur, at sum støðan er í løt
uni,
húsast
vøggustova,
barnagarður og frítíðarskúli
í trimum ymsum hølum og
Í løtuni eru 70 børn í
skipanini, so tað er avgjørt
brúk fyri betri umstøðum,
sigur hann.
Tað búgva 605 fólk í Kví
víkar kommuna, men tað
búgva nógvar barnafamiljur
á staðnum.
Umframt
barnastovnin,
hevur kommunan eisini
eina útstykking í Leynum í
ger til eini 25 hús.
Tað fer neyvan at standa á
at sleppa av við grundstykki,
tí tað eru væl fleiri umsóknir
um grundstykki og tað eru
eisini nógv fólk aðrastaðni
frá, sum hava hug at búsetast
í kommununi.
Yvir 20
milliónir
til barna
familjur
í Kvívík
Í Kvívík eru tey farin undir arbeiðið at gera ein stóran stovn til børnini í kommununi og í mars verður klárt hjá 100 børnum at
flyta inn
Riddarakrossur á mentanarnátt
Fyrsta fríggjadag í juni verður sum vant skipað fyri mentanarnátt í Havn. Í ár
rakar mentanarnáttin grundlógardag. Tí fara limirnir í punkrokkbólkinum 200
alment at handa ein riddarakross við hornblásturi í Vágsbotni mentanarnáttina
klokkan 18:30 Skráin fyri mentanarnáttina 5. juni 2009 byrjar longu klokkan 10
um morgunin og endar klokkan 04 morgunin eftir. Saman við handlum í Havn,
samskipa Kunningarstovan og Tórshavnar kommuna, ið fyllir 100, øll tiltøkini
sum eru á skránni mentanarnáttina 2009. Skráin fyri mentanarnáttina 2009, ið
vendir sær bæði til børn og vaksin, verður kunngjørd á tíðindafundi í
Norðurlandahúsinum týsmorgunin 2. juni 2009 klokkan 9:00.