fríggjadagur 29. mai 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28 tíðindi
Nr. 101 - 29. mai 2009
Hann hevur bert verið
her í fýra mánaðir. Tó
tosar hann flótandi
føroyskt, um enn eitt
sindur hálvbrotið.
John Mitchinson
hevur lisið føroyskt
í London, og nú
granskar hann, við
stuðli úr bretskum
granskingargrunni,
hvussu vit nýta
danska málið í
Føroyum
málGranskinG
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Frá at vera almenna mál
føroyinga, hjá valdinum og
inni hjá Guði, og sum nær
um rendi føroyska talumálið
út av eggini til avgrundina,
til í mestan mun at vera nýtt
til at vegleiða ferðafólk og
at døma við.
Gongdin og broytingin í
nýtsluni av donskum máli í
Føroyum og millum før
oyingar verður nú granskað,
og
broytingarnar
frá
ættarliði til ættarlið lýstar.
Eg havi sett mær fyri at
kanna, hvussu danska málið
varð nýtt fyrr í tíðini, og
hvussu danskt verður nýtt í
dag. Eg eri ikki tann fyrsti,
sum ger hetta, men tað, sum
er øðrvísi, er, at eg ætli mær
at samanbera tað við mál
støðuna í Grønlandi, greiðir
John Mitchinson, maðurin
handan
granskingarverk
ætlanina, frá.
Onglendingur kannar
danskt í Føroyum
At nýtslan av donskum máli
í Føroyum verður kannað,
er tó ikki meira hálva søgan.
Maðurin, ið er farin undir
hesa gransking, er nevniliga
hvørki føroyingur ella dani.
Hinvegin er hann onglend
ingur, úr SouthendonSea,
eystanfyri London, 25 ár og
lesur mál, eitt nú svenskt,
týskt og føroyskt, á Uni
versity College London.
Hann hevur tó havt ein
serstakan
áhuga
fyri
Føroyum. Hann fekk í eitt
ár frálæru í at lesa og skriva
føroyskt. Tað gjørdi hann
hjá einum kendum før
oyavini, Michael Barnis, ið
eisini hevur undirvíst á
Fróðskaparsetrinum.
Sum tann síðsti liðurin í
lesnaðinum, skrivar hann
nú doktararitgerð, ið er tann
endaliga, og fyri okkum
føroyingar kann hetta gerast
ein spennandi og virðismikil
ritgerð, tí hon er um
nýtsluna av donskum máli í
Føroyum í einum post
kolonialum sjónarhorni.
Stuðul úr bretskum
granskingargrunni
Tað er ikki bert fyri før
oyingar, at hetta er eitt
spennandi
granskingar
arbeiði, ið fer fram.
John Mitchinson lesur
sum sagt á University
College London, og hevur
sum so einki annað tilknýti
til Føroyar, enn at hann fær
praktiska hjálp av Fróð
skaparsetrinum.
Øll granskingin, ið John
ger um nýtsluna av donskum
í Føroyum, er nevniliga
fíggjað
beinleiðis
úr
Onglandi. Har hevur hann
stuðul fingið úr British Arts
and Humanities Research
Council, ella bretska hugví
sindagranskingarráðnum til
at arbeiða við granskingini
í trý ár.
Eg skrivaði eina umsókn
um at eg ætlaði at granska
hetta, og ráðið helt tað
verða eina spennandi verk
ætlan at kanna hetta við
Føroyum, og tí fekk eg
stuðul til hesa granskingar
verkætlanina, meðan tað
kanska vóru fleiri onnur, ið
ikki fingu stuðulin, greiðir
John Mitchinson frá.
Serstøk málstøða
John Mitchinson hevur alla
tíðina undir sínum lesnaði
vitað, at hann vildi skriva
um Føroyar. men at byrja
við ikki um hvat. Hann tos
aði við vegleiðaran hjá sær,
Michael Barnis, ið kennir
væl til Føroya søgu, og
hetta vakti áhugan hjá John
fyri føroysku málsøguni.
Hann byrjaði at lesa so
nógv sum gjørligt um mál
støðuna, og hann helt tað
verða spennandi at fara at
skriva um danskt í Føroyum.
Tað er øðrvísi, enn
støðan var í Hetlandi. Her
hava tit tvey mál, ið líkjast
nógv, og hetta er óvanligt tá
mann tosar um koloniir, at í
sama landi eru tvey ymisk
mál, sum líkjast so nógv.
Eisini støðan í Grønlandi
har málini als ikki líkjast er
áhugaverd, greiðir John
Mitchinson frá.
Ætlanin er at samanbera
málstøðuna í Føroyum við
málstøðuna í Grønlandi.
Hann hevur eisini lagt
merki til eitt áhugavert fyri
brigdi í Føroyum, ið ikki er
at síggja nógva aðrastaðni.
Tað sum er serliga
áhugavert er, at øll duga
danskt í Føroyum, men tú
hoyrir ikki føroyingar tosa
danskt. Tú sær danskt í
sjónvarpinum, í bløðum og
í bókum, men tú sært ikki
føroyingar tosa danskt. Við
ferðafólk verður tosað dan
skt, men føroyingar gera
tað ikki, og tað er áhugavert,
vísir John Mitchinson á.
Liðugur innan eitt ár
John Mitchinson hevur nú
granskað hetta økið í tvey
ár, og hevur sostatt bert tað
eina árið eftir av stuðlinum
frá bretska hugvísindagrans
kingarráðnum.
Hann er nú komin inn í
síðsta stigið av gransking
arverkætlanini, og væntar
at verða liðugur við gransk
ingina um eitt ár.
Ja, tá havi eg eisini
brúkt heili trý ár upp á tað,
og so vóni eg at eg verði
liðugur tá, sigur John í
sínum fryntliga lagi.
Fýra mánaðir í
Føroyum – tosar
flótandi føroyskt
Í eitt ár fekk hann undir
vísing í at skriva og úttala
føroyskt. Men sjálvur hevur
John Mitchinson bert verið
í Føroyum í tilsamans fýra
mánaðir. Tó tosar hann
flótandi føroyskt, um enn
eitt sindur hálvbrotið, og at
skriva á føroyskum liggur
sera væl fyri.
Men hvussu er tað gjør
ligt hjá einum onglendingi
at tosa og skriva flótandi
føroyskt, tá hann bert hevur
verið her í fýra mánaðir?
Eg havi eisini lisið týskt,
og tað gjørdi tað lættari at
læra seg føroyskt, av tí at
bendingarreglurnar líkjast
so nógv. Men tað sum er
torført er, at føroyskt, sum
tú lærur úr bókunum, er
ikki tað sama føroyska, sum
fólk tosa á gøtuni. Tað er
Ein partur av granskingini hjá John
Mitchinson er at kanna støðuna við
donskum millum fólk í dag. Í næstum
verða spurnabløð send til 500 tilvildar
lig fólk. – Eg vóni, at so nógv svara sum
gjørligt, so úrslitið verður eftirfarandi,
sigur hann
málGranskinG
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Onglendingurin John Mitchinson er í hesum
døgum í Føroyum og savnar seinastu upplýs
ingarnar í gransking hansara.
John Mitchinson hevur sett sær fyri at granska
nýtsluna av donskum í dag og broytingina í
nýtsluni av donskum í Føroyum frá fyrr, og er
hann við at skriva doktararitgerð um júst hetta.
Serliga ætlar hann at leggja dent á munin
millum hvussu tey yngru og tey eldru ættarliðini
tosa danskt.
Mann lesur í bókum og greinum, at tey eldru
tosa danskt við føroyskum tónalagi, meðan tey
ungu tosa danskt við donskum tónalagi. Eg vil
vita eitt sindur meira um tað – er tað okkurt sum
tey ungu gera við vilja? Og eg vil eisini vita hvat
munurin millum tey eldru og tey ungu merkir, tá
ið mann hugsar um danska málið í samfelagnum,
greiðir John Mitchinson frá.
500 úr telefonbókini
John Mitchinson hevur longu verið úti á stu
dentaskúlunum í Havn og á Kambsdali, og hevur
hann fingið aftursvar frá gott 300 studentaskúla
næmingum.
Nú manglar honum bert at kanna, hvussu
ættarliðini omanfyri 20 ár nýta málið. Til hetta
fer hann í nærmastu framtíð at senda út eitt
spurnablað til 500 tilvildarliga vald fólk í
høvuðsstaðnum.
Eg havi lagt ein adresseraðan brævbjálva við
og roynt at gjørt tað so lætt sum gjørligt, tí eg veit
at tá fólk fáa nakað inn gjøgnum dyrnar, tey ikki
kennast við, so verður tað oftast tveitt í
ruskspannina. Tað vóni eg at fólk ikki gera, og so
tekur tað hóast alt bara fimm minuttir, sigur John
Mitchinson, ið vónar at fólk fara at geva
spurnablaðnum gætur.
Hevur brúk
fyri tínari
hjálp
Breti granskar hví
ikki tosa danskt
Landsinnsavning verður leygardagin
Leygardagin 30. mai verður landsinnsavningin hjá Bláa Krossi. Landsinnsavningin
hevur fingið arbeiðsheitið “tað munar”. Orðingini kann týðast á tvinnanda hátt at
arbeiðið hjá Bláa Krossi, ið ger eitt hjálpandi arbeiði fyri fólk við rústrupulleikum,
munar. Men tað merkir eisini, at vit øll kunnu gera mun. Við at geva eina peninga
gávu í bússurnar, sum verða bornar í hvørt hús leygardagin 30 mai. Stórur tørvur er á
hesum arbeiði í Føroyum. Í fjør var talið av ungum og kvinnum, sum vóru í viðgerð á
Blákrossheiminum, størri enn árini framman undan. Eisini eru fleiri og fleiri, sum
koma í viðgerð fyri harðari rúsevnir. Við landsinnsavningini ætlar Blái Krossur at
koma runt alt landið, so øll fáa møguleika at gera mun, og hjálpa teimum, sum eru
komin illa fyri, og hava tøv á hjálp.