Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 tíðindi Nr. 101 - 29. mai 2009 sera stórur munur á talu­ málinum og bókmálinum, leggur John Mitchinson dent á. Fer møguliga at undirvísa John lærdi seg føroyskt hjá Michael Barnis, sum tá undirvísti á universitetinum í London. Michael Barnis er tó í dag ein eldri harri, og er farin á pensjón. Tí er tað ikki longur gjørligt at fáa undirvísing í føroyskum í London. Hetta verður tó møguliga broytt, tá John verður liðugur við doktararitgerðina, og kann kalla seg professara. ­ Eg havi longu undirvíst eitt sindur á universitetinum í London. Eg havi ymiskar ætlanir, men eg haldi tað hevði verið áhugavert, um eg kundi komið til Føroyar at arbeiða. Men eg havi eisini hugsað um at taka tráðin upp eftir Michael, viðgongur John Mitchinson. John Mitchinson verður liðugur við granskingina í Føroyum um góðan mánað, eg fer avstað aftur 6. Juli. Sostatt nær hann ikki at uppliva ólavsøkuna, ið hann sigur seg hava hoyrt nógv um, og tað harmar hann. Spurdur, um hann ætlar tó sær at koma aftur til Føroyar, svarar hann. ­ Sjálvandi, eg elski Føroyar! føroyingar Við stuðli úr bretskum granskingargrunni, granskar onglendingurin, John Mitchinson, málstøðuna í Føroyum. - Tað sum er serliga áhugavert er, at øll duga danskt í Føroyum, men tú hoyrir ikki føroyingar tosa danskt, greiðir John Mitchinson frá mynd: Jens Kristian Vang Batnandi útróður Fiskiskapurin hjá línuskipum og útróðrarbátum hevur ikki verið nakað at reypað av í longri tíð. Eitt er, at menn hava fingið lítið av fiski. Men líka so ringt – ella verri – er, at fiskaprísirnir hava verið so sera vánaligir alt hetta árið. Bátar, sum hava róð við línu, hava javnan ligið um 50 pund á línuna, og tað verður mett at vera sera vánaligt, tá havt verður í huga, at fleiri egna feska gággu sum ein part av agninum. Hetta er tíðin, tá útróðrarmenn plaga at gera nakrar góðar dagar eftir hvítingi, men her hevur ikki vignast nakað serligt hjá monnum. Nú bendir tó mangt á, at tað er farið at bragda við hvítingi. Sum skilst, hava útrórðarbátar í hesi vikuni gjørt góðar túrar eystanfyri, har hvítingur hevur verið ein stórur partur av veiðini. Sosialurin hevur hoyrt um onkran bát á Skálafjørðinum, sum hevði meira enn 200 pund á línuna ein dag í hesi vikuni.