Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 101 - 29. mai 2009 ] Ein lærskaði noyðist Jákup á Borg at geva landsliðsavboð. Helst gongur góður mánaður, áðrenn hann aftur fær spælt Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Síðani B36 fyrra partin av apríl-mánaði tapti móti TB í kappingini um Løgmanssteypið, hevur Jákup á Borg drigist við skaða í lærinum. Og hesin er nú somikið álvarsligur, at neyðugt er við steðgi - og tí eisini landsliðsavboði. - Talan er um líknandi skaða, sum tann eg í fjør hevði í vinstra baklæri. Nú er talan bara um høgra baklær. - Tað vísir seg, at vøddarnir hjá mær snøgt sagt eru ov veikir til mín spælistíl, har eg ofta rykki kraftiga, og boðini eru púrasta greitt, at tað er neyð- ugt við steðgi og styrkis- venjing. Og tað verður skráin næstu fýra til seks vikurnar, sigur Jákup á Borg. Nyttar ikki at treiskast Eftir at vera vrakaður til dystin í Íslandi fyrr í ár, var Jákup á Borg annars partur av fyrstu landsliðsúttøkuni hjá Brian Kerr, men nú hevur spælarin givið avboð til hesa. - Tað er sjálvandi keðiligt. Eg hevði fegin vilja prógvað, at eg eigi at vera partur av landsliðnum. Men ert tú ikki 100% til reiðar at spæla, kanst tú ikki prógva nakað. Heldur tvørturímóti, sigur Jákup á Borg. Pál Joensen fór mánadagin til Calella í Spania, og restin av føroyska svimjilandsliðnum møtist komandi vikuskiftið í Havn, at fyrireika seg til avbjóðingarnar í summar. Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Pál Joensen fór mánadagin saman við venjara sínum Jón Bjarnasyni, til Calella í Spania at venja fram ímóti avbjóðingunum í summar. Hann skal venja í 50 metra hyli í Spania í umleið ein mánað, fyri síðani at luttaka á Open EDF de Natation, í París tann 19. til 21. juni. Eftir hetta verður farið heim til Føroya í nakrar dagar, áðrenn teir báðir fara fyrst við landsliðnum til Oyggjaleikir á Álandi tann 27. juni til 4. juli, og síðan á venjingarlegu í Tallinn í Estlandi saman við teimum sum skulu til europisku juniormeistarastevnuna í Prag og heimsmeistarastevn- una í Rom. Sjálv HM-kapp- ingin verður hildin seinastu dagarnar í juli. Ferðin hjá Pál og Jón er komin í lag orsaka av stuðlinum til úrvalsítrótt,og er hetta fyrsta ítøkiliga úrslitið av, at Fíggjarnevndin avgjørdi at seta 600.000 krónur av til úrvalítrótt. Av hesum 600.000 krónunum avgjørdi stjórnin í ÍSF av 350.000 krónur skuldu brúkast til Pál Joensen og fyrireikingar hansara. Danskur venjari avloysir í Suðuroy Suðuroyar Svimjifelag hevur sett danan Mads Claussen sum fyribils venj- ara hjá sínum bestu svimj- arum, meðan Jón Bjarna- son er burturstaddur. Mads er fyrrverandi kappsvimjari, við royndum sum høvuðsvenjari í Dan- mark frá 1994 til 2002, og síðani sum høvuðsvenjari í Íslandi frá 2002 til í dag. Hann hevði svimjarar við til Olympisku Leikir í 2004 og 2008, og hevur hartil roynt seg sum bæði venjari at danska og íslendska landsliðnum. So hetta er av sonnum ein av teimum tungu dreingunum, sum suðuroyingar hava fingið sum feriuavloysara fyri Jón Bjarnason. Jákup gevur avboð Í hálvan annan mánað hevur Jákup á Borg barst móti lærskaðanum, men nú stendur greitt, at neyðugt er við steðgi frá fótbóltinum Heitt summar fyri føroysku svimjararnir Saman við Jón Bjarnasyni er Pál Joensen nú í Calella í Spania, har hann í ein mánað hevur møguleika at venja í 50 metra hyli SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur