Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 32

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 101 - 29. mai 2009 ] Við fýra málum ímóti einum ímóti AB er greitt, at EB/Streymur er í finaluni um Løg­ manssteypið. Og tað sær eisini út til, at felagsliðið hevur funnið spælið, ið leingi hevur verið burtur. Hóast AB royndi fyrstu løtuna, vórðu ungu fressarnir blástir av vøllinum í seinna hálvleiki Fótbóltur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo AB hevði verra útgangs­ støðið, tí EB/Streymur hevði longu eitt útimál eftir 1­1 dystin á Argjum fyri tíð síðan, men ungu frensarnir av Argjum vildu fegnir arga núverandi steypavinnara­ rnar, tí hóast EB/Streymur var greitt omaná allan dyst­ in, so var leingi møguleiki fyri, at AB kundi vinna seg inn í dystin. EB/Streymur hevði gjørt nakrar broytingar síðan seinasta dyst. Bárður Olsen og Hans Pauli Samuelsen byrjaðu nú báðir inni. Sorin Anghel var fluttur fram á vøllin, meðan Marni Djur­ huus aftur var í miðverjuni, og tá til stykkis kom, kann staðfestast, at hesar avgerðir ikki vóru tær býttastu. AB hevði hinvegin nakrar trupulleikar. Heðin Sten­ berg er skaddur, og tí er Tórður Thomsen komin úr Runavík út á Argir. Hann hevði ein góðan dyst og nógvar bjargingar, hóast dysturin endaði 4­1 til EB/ Streym. Somuleiðis vóru Janus og Høgni Joensen ikki við, tí teir eru burtur­ staddir, og tí kann við vissu sigast, at tað vóru ungir argjamenn, ið spældu ímóti EB/Streymi í gjár. Hetta gav pláss fyri nøkrum ungum monnum í AB. EB/Streymur vaknaðir Eftir at hava torført við at spæla seinastu dystirnar, har liðið hevur spælt øgiliga beinleiðis, sýntist rættiliga fitt vera broytt hjá EB/ Streymi. Stuttar avlevering­ ar vóru at síggja. Verju­ leikararnir spældu saman við miðvøllinum og ikki bara við áloyparunum, og sum heild sýntist EB/ Streymur hava betri tíð, enn teir hava havt. Hetta vísti seg at rigga væl, tí EB/ Streymur kom fram til eitt av møguleikum. Men bæði fyrstu málini komu tó eftir deyðbóltar. Tað fyrsta kom longu eftir tveimum minutt­ um, tá Bárður Olsen hamraði eitt fríspark ímóti málinum, og so var støðan 1­0. Fitt av vindi var í løtum, og tí var kanska lættari at fáa ferð á bóltin, tí EB/Streymur hevði undan­ vind fyrstu løtuna. Eisini í sjálvum spælinum, sá EB/Streymur út at hava undanvind. Brian Olsen var sera eyðsýndur á miðjuni, og setti nógv álop í gongd ímóti AB málinum, og bæði Sorin Anghel og Arnbjørn Hansen fingu fríleyparar, sum ikki góvu útteljing hóast alt. Hóast AB sýntist at stríðast ímóti vindinum. Bæði í álopi og verju, so komu teir til nakrar møgu­ leikar í fyrra hálvleiki. Nikolaj Eriksen hevði teir flestu. AB javnar Tá komið var út í seinna hálvleik, var EB/Streymur framvegis liðið, sum hevði bóltin meira. Men fyrsta málið í seinna hálvleiki fekk AB. Tá einir 20 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, fekk AB brádliga eitt trýst á EB/ Streymsmálið. Hetta gav at enda eitt hornaspark, og Rasmus Nielsen gjørdi ikki øðrvísi, enn at smekka bóltin beinleiðis í málið. Gunnar á Steig, sá út at hava stýr á støðuni, men í vindinum sníkti bólturin seg inn um hann. Frammanundan hevði ungi Alex Mellemgaard eitt fríspark frá miðuni, sum fór sendandi eftir vøllinum og endaði við, at Gunnar á Steig mátti toyggja seg, so langt hann kundi, fyri at fyribyrgja einum máli! Brian brillierar Men støðan var 1­1, og alt sýntist púra opið. Men tað ætlaði Brian Olsen als ikki skuldi varða so leingi. So skjótt EB/Streymur setti í gongd spældi Brian Olsen Levi Hanssen leysan, sum legði bóltin inn til Sorin Anghel, sum var púra leysur, men Tórður Thom­ sen stórbjargaði, og bólturin fór út til horna. Nú tveir minuttir vóru gingnir síðan málið, skeyt Hans Pauli Samuelsen frísparkið innfyri, og Brian Olsen var hægstur. Nógv hægstur. Og stútaði bóltin inn til 2­1. AB møguleikan Nú livdi veruliga í Streym­ nesi, hóast ein kundu hugsa, at unga AB liðið misti mótið, men tað gingu ikki meira enn fimm minuttir, áðrenn Nikolaj Eriksen gjørdist púra leysur eftir eitt álop hjá argjamonnum. Men frammanfyri tóma málinum, megnaði hann úr einum 17 metrum, at skjóta bóltin upp um. Leyst og liðugt Restina av dystinum sat EB/Streymur á tí mesta. AB royndi at satsa og EB/ Streymur gjørdi skjótt av eftir jørð fram eftir vøll­ inum. Arnbjørn Hansen gjørdist um miðjan seinna hálvleik leysur, eftir at hann hevði runnið frá miðjuni. Uttanfyri brotsteigin hamr­ aði hann bóltin avstað og so sang í málinum. Ímóti endanum á dyst­ inum staðfesti Sorin Anghel sigurin, eftir at Gudmundur Nielsen spældi hann leys­ an. Tí er EB/Streymur triðja árið á rað, meðan AB leik­ arar nú bara skulu hugsa um landskappingina. Tað var ein fegin Magni Mohr, sum Sosialurin hitti eftir dystin. Og hóast spælið á vøllinum sýntist nógv broytt hjá EB/Streymi, so helt Magni Mohr ikki, at so øgiliga nógv var broytt. ­ Vit hava verið á rættari kós í langa tíð, men hava havt trupult við at skumpa bóltin yvirum málstrikuna. Tað gera vit í dag, og tá málini koma, so sær tað betri út, segði Magni Mohr. Hóast EB/Streymur hevði nógvar møguleikar í fyrra hálvleiki, og tað ikki eydnaðist at fáa meira enn eitt mál, so heldur hann ikki, at leikararnir hava verið óhvassir. Magni Mohr staðfestir eisini, at steypakappingin hevur størri týdning enn landskappingin í løtuni. ­ Vodafonedeildina tosa vit ikki um, tí vit eru ikki eitt topplið, men tað er fantastiskt at vera í steypafinaluni, tí tað er størsti einstaki dysturin. Brian Olsen var eyðsýndur á miðjuni hjá EB/Streymi í gjár. Og óansæð hvussu AB leikarar toygdu seg, so fór EB/Streymur ruddiliga við sigrinum Mynd: Sofus D. Johannesen John Petersen, annar av venjarunum hjá AB, er nøgdur við avrikið hjá sínum leikarum, hóast hann er vónbrotin av úrslitinum. ­ Tað er sjálvandi keðiligt, nú vit vóru komnir so langt. Eg haldi eisini at vit høvdu møguleikar at koma aftur í dystinum, men so satsaðu vit, og so taptu vit. Vit taptu stórt. Men eg haldi at dysturin sum heild var javnur, segði hann eftir dystin. Hann harmast somuleiðis, at tað ikki eydnaðist at koma í finaluna. ­ Eg eri nøgdur og errin av avrikinum hjá leikarunum, men tað er bara keðiligt, tá úrslitið, sum er eitt sindur misvísandi yvir dystin, staðfesti John Petersen. Nú glapp Nøgdur við avrikið AB EB/Str EB/Streymur – AB 4-1 (1-0): EB/Streymur undan vindinum í finaluna Drap fýra Barca-fjepparar Í syðra partinum av Nigeria endaði sigurin hjá Barcelona mikukvøldið í eini vanlukku. Ein Manchester Untied fjeppari var eftir øllum at døma somikið sintur, at hann í minibussi sínum koyrdi beinleiðis inn í eina mannamúgvu, sum fegnaðist um sigurin hjá Barcelona. Fýra fólk lótu lív í hendingini, sum eisini sendi tíggju onnur á skaðastovuna. Torres leingir við Liverpool Fernando Torres hevur nú skrivað undir nýggjan sáttmála við Liverpool, soleiðis at hann er sáttmálabundin av felagnum fram til summarið 2014. Torres okm til Liverpool í 2007, og í felagnum hava tey verið somikið fegin um hann, at tey hava hækkað lønina umframt at gamli sáttmálin er longdur við einum ári. – Øll feløg vilja sjálvandi hava hann, men hetta prógvar, at hann ynskir at standa seg væl saman við okkum, sigur venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez.