fríggjadagur 29. mai 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 101 - 29. mai 2009 ]
ÍSB-svimjarar í Berlin
Í hesum døgum eru tveir svimjarar umboðandi ÍSB við í
International German Swimming Championship í Berlin.
Krista Mørkøre úr Ægi í Klaksvík og Dann Akursmørk, sum
svimur fyri felag í Danmark eru bæði ungir svimjarar, sum
vit vænta okkum nógv av. Framtíðarmálið er Paralympic í
Berlin i 2012. Tey eru bæði við í 8 kappingum í Berlin.
Fyrst og fremst eru vónir um, at tey betra um tíðir sínar.
Men annað stendur eisini upp á spæl. Fyri at kunna vera við
í EM í Reykjavík í oktober mánaði krevst, at tey klára
kravtíðirnar til ta kappingina, so eitt høvuðsmál í Berlin er,
at hetta eydnast teimum.
Víkingur eyðmýkti
fullkomuliga ÍF,
sum skal royna at
reisa seg, tá teir aftur
spæla móti Víkingi 2.
hvítusunnudag
Víkingur-íF
Jákup Mørk
- Eg havi spælt fótbólt í 25
ár, og eg má siga, at eg havi
ongantíð verið so flovur
sum í kvøld. Tað var stað-
festingin hjá gøtumanninum
Poul Ennigarð, sum í ikki
so galnu fótbóltslíkindunum
í Sarpugerði var liðformaður
á ÍF liðnum.
Útsøgnin hjá Poul Enni-
garð var at hoyra í útvarp-
inum hjá Kringvarpinum,
og har var Víkinga liðfor-
maðurin
og
miðverjin,
Niclas Niclasen, sum rímu-
ligt er heilt væl nøgdur við
avrikið hjá hansara monn-
um.
Tað var ikki at undrast á,
at Niclas var væl nøgdur.
Víkingur spældi ÍF sundur
og saman, og soleiðis sum
tað myndaðist, so var 5-0
sigurin ikki eitt mál ov
stórur.
Longu 2. hvítusunnudag
fara somu lið at hittast vølli
í landskappingini. Avrikini
í gjárkvøldið vístu, at Vík-
ingur er stórfavorittur und-
an
landskappingardystin-
um, hóast fuglfirðingar tá
eiga fyrimun av heima-
vølli.
Tað sær heilt spennandi
út hjá samansetta liðnum,
sum seinastu dagarnar hev-
ur víst seg at vera heilt væl
fyri. Frá nú av og fram til á
Ólavsøku, tá ið Víkingur og
EB/Streymur fara at spæla
finalu, verða sjey umfør á
skránni í landskappingini.
Hvussu nógv stig Víkingur
fer at vinna í hesum tíðar-
skeiðnum fer tíðin at vísa,
men um hugburður og avrik
verða soleiðis, sum tey vóru
ímóti ÍF hóskvøldið, so
verður ikki stuttligt at vera
fyri.
Spælararnir fluttu seg
væl og nógv. Bóltførleikin
var góður, spæligleðin var
stór, sjálvsálitið er støðugt
vaksandi, stríðsviljin minti
nógv um tann hjá GÍ í góðu
gomlu døgunum, og fimm
mál vórðu skorað.
Men so eigur at verða
lagt aftrat, at mótstsøðan
var einki at rópa hurrá fyri.
ÍF liðið er í leikligum aldu-
dali. Sjálvsálitið er lítið,
persónligu mistøkini vóru
mong, og tað snúði seg
mest sum bara um at renna
aftaná heilt væl uppløgdu
heimamonnunum.
Hóast útgangsstøðan eftir
fyrru hálvfinaluna var 1-0
til Víking, so løgdu gestirnir
heilt verjukent fyri. Tá ið so
Hans Jørgen Djurhuus eftir
framlegging og ikki so
sannførandi málverjuspæl
við høvdinum legði Víking
framum, áðrenn 1. hálv-
leikur var hálvrunnin, so
var spælið spilt hjá ÍF, sum
ikki hevði verið fyri ongum
inntil tá, men ongantíð fót-
aði sær eftir fyrsta málið.
Stutt fyri steðgin varð
staðfest, at 2. hálvleikur
bara fór at snúgva seg um,
hvussu trivaligur samantaldi
sigurin hjá Víkingi fór at
verða. Rangstøðufellan hjá
ÌF miseydnaðist, og Finnur
Justinussen, sum so at siga
ikki er farin av vøllinum
seinastu vikurnar, uttan at
hann hevur skorað, sendi
bóltin
framtið
Andras
Gango.
Eina stóra viku undan
landsdystinum ímóti Serbia
vísti Súni Olsen, at hann er
um at finna rætta stevið.
Eftir einum tíma krýndi
hann gott avrik við at økja
um leiðsluna við góðum
skoti.
Víkingur framdi fleiri
skiftingar fyri at spara
lyklaspælarar, og tað var
ein
av
innskiftarunum,
Magnus Skoralíð, sum økti
um munin til 4-0, tá ið hann
eftir innlegg úr høgru frá
Finni Justinussen, trillaði
bóltin í málið. Finnur átti
eisini uppleggið, tá ið
miðvallarin
Sølvi Vatn-
hamar setti síðsta seymin í.
Víkingur-ÍF 5-0 (2-0):
Sorl í Sarpugerði
Róðrarárið byrjar
Hóast róðurin ikki telur við í FM-kappingini, so verður stevnan á Strondum roknað sum eitt
slag av forpremieru, har bátarnir veruliga kunnu styrkismeta seg. Leygardagin eru soleiðis
ikki færri enn 49 manningar
meldaðar til kappróðurin, og í
góða veðrinum, sum verður
sambært forsagnunum er tí líkt til,
at stevnugestirnir kunnu fáa ein
bæði góðan og spennandi dag.
Víkingur-ÍF 5-0 (2-0)
Dómari: Eiler Rasmussen
1-0: Hans Jørgen Djurhuus 24.
2-0: Finnur Justinussen 44.
3-0: Súni Olsen 59.
4-0: Magnus Skoralíð 76.
5-0: Sølvi Vatnhamar 80.
Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Atli Gregersen,
Niclas Niclasen, Hanus Jacobsen - Andreas Lava Olsen
(Símun Louis Jacobsen, 68.), Sam Jacobsen (Hjartvard
Hansen, 73.), Súni Olsen, Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen
Djurhuus (Magnus Skoralíð, 73.) - Finnur Justinussen
Gult kort: eingin
ÍF. Andras Gango - Áki Petersen, Poul Ennigarð, Viggo
Johannesen, Fritleif í Lambanum (Jan Ellingsgaard, 47.)
- Dánjal á Lakjuni (Alexander Jovevic, 56.), Frank Poulsen,
Høgni Zachariasen, Nenad Saric (Hilmar Petersen, 70.),
Balacs Sinko - Andy Olsen
Gult kort: eingin
Samantalt 6-1 til Víking, sum harvið hevur tryggjað sær
pláss í finaluni
FAKTA um dystin
EB/Streymur – AB 4-1 (1-0)
1-0: Bárður Olsen 2.
1-1: Rasmus Nielsen 61.
2-1: Brian Olsen 63.
3-1: Arnbjørn Hansen 74.
4-1: Sorin Anghel 88.
Dómari: Dagfinn Olsen
EB/Streymur: Gunnar á Steig –Bárður Olsen, Egil á Bø,
Marni Djurhuus, Alex José dos Santos –Levi Hanssen, Brian
Olsen (Gudmundur Nielsen, 78.), Sorin Anghel, Pauli G.
Hansen, Hans Pauli Samuelsen – Arnbjørn Hansen (Gert
Hansen, 89.)
Gult kort: Brian Olsen
AB: Tórður Thomsen – Tummas Justinussen, Rói Danielsen,
Tehe Aristide, Alex Mellemgaard – Jobin Drangastein
(Dánial Rói Olsen, 60.), John Hansen, Evrard Ble (Thomas
Hans Rubbeksen, 78.), Kenneth Jacobsen, Rasmus Nielsen
– Nikolaj Eriksen
Gult kort: Tehe Aristide