Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 42

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lýsingartilfar Nr. 101 • 29. mai 2009 2 Þrír Frakkar, sum liggur skamt frá miðbýnum, telist millum bestu matstovurnar í Íslandi. Eitt stað, har enski Jamie Oliver leitaði sær, tá hann skuldi finna sær nýggjan íblástur Ofta verður tikið til, at bestu matstøðini í einum stórbýi finnast, um tú velur at ganga nakað burtur frá sjálvari høvuðsgøtuni í Miðbýnum. Og Reykjavík er einki undantak í so máta. Hóast hon er løtt at finna – um tú hevur minst til kortið – so er Þrír Frakkar at finna í einum íbúðarøki, sum liggur einar fimm minuttir burtur frá sjálvum Laugarvegi. Og matstovan telist veruliga millum tær allarbestu. Er hugurin bara til ein búff av teimum meira vanligu, so fæst hesin sjálvandi eisini, men fyri ferðamannin man tó vera nógv meira áhugavert at royna onkran av lokalu spesialitetunum. Skøta, kjálkar, steinbítur, lundi og folakjøt er millum spennandi úrvalið á matarseðlinum, men mest av øllum er matstovan kend fyri sildrekabúffarnar. Vinnulig veiða er ikki longur loyvd, men eigarin av einasta hvalaveiðifelagnum í Íslandi goymdi afturi í 1989 nøkur tons av tvøsti til matstovuna. Tvøstið hevur øll árini verið goymt í 48 minus-stigum, so tað framvegis er púrasta feskt. Líkamikið, um hetta verður etið sum steiktir búffar ella rámarinerað eftir japanskari fyrimynd. Nakað sum avgjørt kann viðmælast. Síðani matstovan læt upp í 1989, hevur eigarin og stjórin itið Úlfar Eysteinsson, og telist matstovan í dag millum tær elstu í Reykjavík. Hetta um roknað verður eftir, hvussu leingi sami eigari hevur átt matstovuna. Og at Úlfar er víðagitin fyri matkynstur sítt, er eingin ivi um. Soleiðis leitaði heimskendi Jamie Oliver sær til Þrír Frakkar, tá hann var á vitjan í Íslendska høvuðsstaðnum. Við útsýni yvir cafélívið í miðbýin er Hotel Plaza á Aðalstræti eitt tað hugnaligasta hotellið í Reykjavíkar býi Tað finnast kanska fleiri hotel í íslendska høvuðsstaðnum, sum hava fleiri stjørnur. Og ivaleyst er okkurt teirra eisini bæði fínari og dýrari. Men tá tað kemur til staðseting, eru tey fá, sum kunnu standa seg við Hotel Plaza. Hotellið hevur bústað mitt í hugnaliga café-umhvørvinum oman móti havnarlagnum. Hópatals matstovur og caféir eru beint við. Gongutúrurin niðan á handilsgøuna – Laugarveg – tekur bert fáar minuttir, og telur ferðalagið eisini ein bil, eru parkeringsøkini við havnarlagið beint við. Stjørnurnar eru kanska ikki til tað heilt villa luxus-lívið. Men spurningurn hjá teimum nógvu er helst eisini, um ikki meginparturin av Reykjavíkar-ferðini skal haldast uttan fyri hotellið kortini. Hjálpa eisini Jamie Oliver Ísland Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ísland Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sitiplássini á matstovuni eru bara 44 í tali, men hóast hetta, so er full ferð á í køkinum allatíðina Staðsetingin mitt í hjartanum av Reykjavík gevur Hotel Plaza ein fyrimun fram um flestu onnur í býnum Hotel í hjartanum