Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 47

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lýsingartilfar Nr. 101 • 29. mai 2009 7 Smyrilsvegur 7 · Tórshavn · 31 21 38 995,- 200,- spar Tunt og lætt snið. 10,1 mega pixel og eitt objektiv við 4x optiskum zoom. Sera brúkara- vinarligt og við 2,7” stórum skermi. Sony myndatól DSC-S950 tel. 351220 - www.lm.fo - lm@lm.fo Sera einfalt upptøkutól við innbygdum minni á næstan 3 tímar. Tekur eisini uppá MemoryStick. 60x optiskt zoom og 2000x digitalt zoom. Sony upptøkutól DCR-SX30 2.495,- NÝTT -Super SteadyShot -2,7” LCD skíggi -Antistøv- skipan -við 18-70mm linsu Sony speglrefleks myndatól DSLR-A200K 3.995,- 10,2 megapixels Vanl. prísur 1.195,- Airport Tú verður heintaður og koyrdur til dyrnar ... ómakaleyst Omanfyri Vestmanna er vøkur náttúra og vøtn, og har eru settir campingvognar, ið kunnu leigast, um ein ynskir at steðga á og njóta náttúru, fuglalív, fisking ella gongu- og ríðitúrar Felagið Fisking og Frítíð hevur av sonnum eitt øðrvísi og lokkandi tilboð at bjóða. Á Lómundaroyruni í haganum omanfyri Vestmanna, við vøtnini, er sonn náttúruperla, og her heldur Fisking og Frítíð til. Her hava tey riggað til, sett campingvognar, og annars gjørt til reiðar, so ein kann koma, steðga á, njóta náttúruna og gista, um hugur er til tess. Ein kann fiska ella njóta fuglalív, og eittnú er nógvur lómur á vøtnunum. Fitt av fiski er eisini í vøtnunum. Ella hugurin er til gongutúrar í náttúrunui. Tilboð er eisini um at njóta náttúruna á rossabaki. Næt náttúruni Møguleiki er at hava náttúruna heilt nær, og campingvognar standa har støðugt, og til ber at gista eina ella fleiri nætur. Staðið er riggað til, so ferðafólk kunnu taka sær av løttum, og gott er eisini hjá børnum, tí graslíki er lagt á, og campingøkið er gyrt inni. Grillmøguleikar eru og ymiskt er til børnini at spæla við. Fleiri hava fingið eyguni upp fyri hesum frálíka og ómakaleysa møguleika at koma úr gerandisdegnum, og koma nærri náttúruni. Í fjør var fultteknað alt summarið, og tað sær út til, at so verður eisini í ár. Tað eru eittnú familjur og fyritøkur, ið njóta møguleikarnar og náttúruna omanfyri Vestmanna, og at koma til er ongin trupulleiki, tí góður vegur er niðan. Frítíðarvirksmi Um Fisk og Frítíð siga eigararnir soleiðis: Vit halda til í tí stórslignu náttúruni omanfyri Vestmanna, á Lómundaroyri. Heini á Heygum, ið hevur verið bóndi her í 41 ár, rekur hetta frítíðarvirksemið saman við konu síni Poulinu og soninum Hjalgrími. Harafturat eru fleiri onnur hjálpafólk, sum eru sera fryntlig og røsk at taka eina hond í. Familjan hevur rikið henda garð í 41 ár og hevur eisini havt alivirksemi á vøtnunum við Lómundaroyri í fleiri ár. Hetta ger, at júst hendan familjan hevur drúgvar royndir innan náttúru og sílaveiðu, og er tí júst tann rætta at hjálpa tykkum at fáa tykkara dreymafrítíð. Tað er eina roynd vert at vitja heimasíðuna www.fiskogfritid.com Fisking og Frítíð bjóðar náttúruperlu og njótilsi omanfyri Vestmanna HANDIL Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo