fríggjadagur 29. mai 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
18
rebelskari tannáringagentu úr
onkrum vánaligum b-filmi. Fyrstu
dagarnar sat hon í isolatión og
gekk runt í hondjørnum saman við
maskulinu vaktunum.
Henrique og eg hava avgjørt, at
mál okkara má vera at engagera
tær gentur, ið gjarna vilja læra
okkurt. Vit hava ongar royndir
her og einki at skula liva upp til.
Vit royna at greiða gentunum
frá, at vit væl vita, hvussu lítið
áhugavert tað kann vera at ganga
í skúla, so her snýr tað seg bert
um at hava tað stuttligt saman,
meðan vit læra ymiskt nýtt og
spennandi.
Fríggjadagur
20. februar
Tímin í dag varð nakað nógv
styttri enn vanligt. Í royki-
steðginum hvarv Henrique
knappliga eina løtu. Nakrar
minuttir seinni kom hann aftur
saman við einari av gentunum
grátandi eftir sær. Hon gjørdi sær
dælt av okkara manglandi vitan
um fongslið við at royna at rýma
við at renna út og klintra upp um
stóra hegnið, ið er rundan um
tjúkku fongsulsmúrarnar. Tíbetur
sá Henrique hana gjøgnum
vindeygað, júst sum hon fór
rennandi eftir longu gongini
hinumegin húsið og hann náddi
at fáa hana aftur, áðrenn ov
seint varð. Hóast hann sum ein
gentlemaður lovaði henni ikki at
siga vaktunum frá, tyktist einki
at kunna steðga tárum hennara.
Gentan bara græt og græt,
meðan vinkonurnar royndu at
ugga hana. Vit royndu hinvegin
at byrja undirvísingina aftur, men
Twisterspælið og øll tey smáu
litkortini vórðu nú rættiliga lítið
áhugaverd og at enda tímdu
bestu vinkonurnar hjá gentunum
enn ikki at hyggja upp á okkum.
Vaktirnar í fongslinum eru
rættiliga sløvar og av og á gloyma
tær at hyggja eftir gentunum,
meðan vit hava undirvísing. Tær
síggja okkum ístaðin sum tvey
ung hjálparfólk, ið eru komin
fyri at lætta um arbeiði teirra
og at taka yvir leiklut teirra sum
strangur vaktautoritetur.
Leygardagur
28. februar
So kom síðsti dagur í februar
sníkjandi og eg eri longu á veg
víðari á ferð mínari. Tað kennst
eins og eg júst eri komin til
Argentina. Februarmánaðin, ið
vanliga følist óendaliga langur
heima í regni og vindi, er flogin
framvið her í sólríka Argentina. Í
gjár hevði eg síðsta arbeiðsdag
í fongslinum og mánadagin
fer leiðin aftur víðari norður til
oyðimørkina í Kili. Júst sum
man heldur, at skil byrjar at
koma á enskttímarnar saman
við gentunum, skal man fara frá
teimum aftur. Jaja, tað er nokk
ov nógv at vóna, at alt bert fer
at laga seg eftir so stuttari tíð
saman við teimum. Genturnar
hava jú í so nógv ár livað eitt
hart gøtulív. Men hóast hetta
hevur man vónir um, at man
kann vera við til at broyta og
bøta um lív teirra á onkran hátt.
Her kemur Supermankenslan
aftur fram. Ella kanska er tað
ikki Supermankenslan, men bara
kenslan um, at man á onkran hátt
kann gera ein lítlan mun.
Eg var einsamøll við gentunum
í gjár til at spæla spøl og vit
hugnaðu okkum á síðsta degi
mínum, men óróliga og órógvandi
cuttingsgentan hevði aftur
avbera ringt við at konsentrera
seg. Hon gjørdi alt, hon kundi,
fyri at gera vart við seg og fáa
hinar at hyggja eftir sær. Aftur
noyddist eg at steðga tímanum
áðrenn tíðin var liðin og lova
gentunum inn í lítlu sellurnar at
halda siesta. Við eini kenslu av
máttloysi fór eg sjálv at sortera
øll mynda- og litkortini, sum
vit høvdu arbeitt við seinastu
vikurnar. Eg hugsaði, um tað
var soleiðis, hjálpararbeiði átti
at kennast; var tað soleiðis,
at man endaði við eini kenslu
av, at heimurin er so stórur,
trupulleikarnir so øgiligir og man
sjálvur bert kann gera ein so
lítlan mun?
Júst sum eg soleiðis sat
í døpurhuga, kom besti
næmingurin í flokkinum yvir
til mín. Hon hevur ongantíð
passa inn ímillum allar
hinar uppreistarsinnaðu
tannáringagenturnar, ið búgva
her saman við henni. Hon hevur
gingið í skúla í nógv ár, dugir væl
at lesa og skriva og hon kann
enntá føra eina basala samrøðu
á enskum. Hví hon er her í
fongslinum hava Henrique og eg
mangan undra okkum á.
- Eg vildi bara siga orsaka
fyri, at tær uppføra seg soleiðis
viðhvørt, tað er ikki tín feilur.
Góða eydnu í Kili og Peru. Eg ivist
ikki í, at tú fært eina góða ferð,
smíltist hon. Eg gleddist um orð
hennara; kanska er eitt lítið ljós
hóast alt fyri endanum av langa
tunnlinum?
Nr. 101 • 29. mai 2009