fríggjadagur 29. mai 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti 21
variatión av tarum, ið er tengd at
bæði árstíðini og umhvørvinum,
sum tarin livir í, hevur hetta bert
verið enn truplari.
Man veit t.d. at Laminaria-
tarasløg, sum eru útsett fyri
nógvari aldu, hava nógv styttri
stelk, enn hvat teir vanliga hava,
tá tarin er í einum meira vardum
øki. Blaðið er ofta eisini smalri og
tjykkri, og stelkurin meira hulin,
har tað er aldubart.
Morfologisk variatión er
eitt rættuliga kent fyrbrigdi í
lívfrøðini, og tað eru nógvir
ymiskir faktorar, ið gera tað
trupult at seta tvær strikur undir
úrslitið.
Sukurtarin, og tískil eisini
Føroyatarin, livir best í einum
økið, har rákið ikki er ov stórt, og
streymurin ikki ov harður. Vanliga
sigur man, at teir finnast á 3 til
15 metra dýpið í vardum til miðal
aldubardum økjum.
Krossing
Tá tað finst so stór variatión
millum Laminaria-sløgini, eru
fleiri royndir gjørdar, har man
hevur krossað tarasløgini. Hetta
fyri at vissa, at talan ikki er um
krossparing millum sløgini. Tað
hevur eyðnast at fingið livandi
tara í hesum royndum. Men allir
hesir tararnir hava verið sterilir,
og kunnu tískil ikki roknast sum
eitt millumlið millum artirnar. Eitt
slag verður allýst sum ein bólkur
av verum, ið kunnu parast við
hvørjum øðrum og fáa fruktagott
avkom.
Man helt annars, at hetta
kundi verið støðan hjá føroyska
taranum. Men so var ikki.
Tann føroyski tarin, sum Fredrik
Børgesen fann í Føroyum í 1896
er seinni eisini funnin í Íslandi.
Og við hesum verður allur ivi um
tann serføroyska tara staðfestur
og vísur, at tað skulu bert nakrir
serligir umhvørvisfaktorar vera
tilstaðar fyri at finna hesa
variatiónina av sukurtaranum.
Nr. 101 • 29. mai 2009
Tari er bólkaður saman al
gum við í evolutionera lívs
ættar trænum. Algur og
tari eru ikki ein mono
fylet isk eind, t.v.s. at tey
eru ikki ættaði úr somu
grein í fylo gene t iska æt
tartrænum.
Fylo genetikkur er ætta r
gransk ing millum ymiskar
bólk ar av verum (t.d.
slag). Hetta verður gjørt
við ílegugranskingar úrs
lit um og morfologiskum
út grein ingum.
Tar ar hava eins og blómu
plantur nar á landi evnir at
ljós sam evna. Men tarar
kunnu ikki samanberast
við plantur, tí teir hava
ikki rót, legg og blað, sum
blómu planturnar hava.
Eisi ni víkur formeringin
hjá tarum heilt frá for mer
ing ini hjá blómu plant u n
um. Harafturat taka tarar
nir ikki tøðevnir úr jørðini.
Tari er oftast festur í
stein ar ella hellubotn, og
tískil upptekur tarin tøð
evnir beinleiðis úr sjón
um.
Tari hevur festi, stelk og
blað. Festið syrgir fyri, at
tar in situr fastur. Stelku r
in, sum er elastiskur og
sterk ur, ansar eftir, at tar
in ikki verður skræddur
leys ur av aldum, meðan
blað ið upptekur tøðevnir.
Fakta: Tari – sera ólík syskinabørn
er ikki føroyskur
Sukurtari við sínum eyðkenda rukkuta og avlanga blaðið liggur á turrum,
meðan tað fjarðar – ein heldur óvanlig sjón
Fylogenetiska lívstræðið. Tararnir eru markeraðir við svørtum
Her er sukurtarin avmyndaður vaksandi á einum togi, sum hongur niður úr eini boyðu