Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. mai 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 • 29. mai 2009 Vikuskifti 24 Snøgg arkitekt­ teknað hús í Tórshavn Sí fleiri hús á inni.fo PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO­110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Alt er gjørt á besta hátt – bæði innan og uttan. Húsini eru sera snotulig – sterkt og væl bygd. Húsini Húsini, sum standa nær miðbýnum í Havn, eru 36 ára gomul, men í sera góðum standi og dygdin er avbera góð. Húsini eru nakað fyri seg og sera áhugaverd. Stór terassa er út frá stovuni, og eisini er ein frálík havastova, sum kann latast upp. Í stóru stovuni er opin eldstaður og í niðaru hædd er sauna. Ljós og luft Húsini standa væl og frítt fyri í veðurgóðum og friðaligum umhvørvi og hava frálíkt útsyni yvir Nólsoyarfjørð. Tú kennir teg ongantíð innibyrgdan, tí vindeygini eru stór, og tað kemur sera nógv ljós inn. Stílur og snið - inni og úti Stílurin er klassiskur, men er tó lættur og ljósur. Høgt er til loftið og vítt er til veggja. Nógvu og stóru vindeyguni og opni stílurin innan ger, at tú hevur gott samband við umhvørvið uttan, men hóast tað, er tað sera fjálgt inni hjá tær sjálvum. Innrætting Í ovaru hædd er inngongd, durur við útgongd til turkipláss, millumgongd / vaskirúm, frálík havastova, sum kann latast upp, strúkirúm, goymslurúm, hjallur, gongd / hall, gestawc, klædnarúm, hjúnarrúm, baðirúm, køkur, borðs­ stova og stór stova við opnum eldstaði og útgongd til stórt úti­ gólv. Í niðaru hædd er inngongd, durur, gongd / hall, goymslurúm, køkur, stova, hjúnarrúm, 2 kømur, baðirúm, sauna, garaga og 2 goymslurúm / kjallararúm. Fakta Støða: Landavegur 48, Tórshavn Byggiár: 1973 Hæddir: 2 Gólvvídd: 413 m2 Grundøki: 562 m2 Bílhús: ja Hjallur: ja Sauna: ja Útistova: ja Prísuppskot: kr. 3.000.000,00