fríggjadagur 2. november 2001síða 21
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 212 - 2. november 2001
41
ÚT AT KOYRA
Nissan
yvirskot
Eftir at Nissan, ið er 3.
størsti bilaframleiðari í
Japan, hava skorið út-
reiðslurnar niður og sagt
hópin av starvsfólkunum
upp, hava teir nú eitt
hálvárligt yvirskot uppá
15.6 milliardir krónur
Kelda: Motor Magasinet
700.000
færri bilar
Bilaframleiðarar í USA
og Evropa hava ætlanir
um at skerja fram-
leiðsluna við upp til
700.000
færri
bilar,
komandi 3 mánaðirnar,
samstundis sum teir
vænta at næsta ár verður
sera trupult við søluni av
bilum
Kelda: Motor Magasinet
Ultra Grip 6
Nýggja Goodyear vet-
rardekkið, Ultra Grip 6,
stóð seg sera væl í eini
dekktest í november út-
gávuni av Bil Magasinet
millum 10 onnur vetrar-
dekk.
Kelda: Bil Magasinet
Null-hugsjónin býtir
ábyrgdina um
ferðslutrygd millum
brúkaran og teirra,
sum skipa fyri og gera
vegakervið. Á hesum
yvirlitinum sæst, at
næstan ein triðingur
av teimum, sum láta
lív av vanlukkuávum í
Svøríki, doyggja í
ferðsluni
FERÐSLUTRYGD
Magnus Gunnarsson
Í øllum framkomnum lond-
um er nágreinilig lóggáva
galdandi
um
útbúnað,
trygdarviðurskifti, arbeið-
aravernd o.a., tá tað snýr
seg um verkstaðir, virki og
onnur arbeiðspláss, og er
tað skylda arbeiðsgevarans
at bera so í bandi, at tey
ymisku arbeiðsplássini til
fulnar lúka hesar lógar-
ásettu reglur. Tað eru ar-
beiðseftirlitini, sum gjølla
fylgja við um trygdarviður-
skiftini eru í lagi. Tá so ein
vanlukka hendir, verða
skaðaatvoldirnar
gjølla
kannaðar, og ikki minst um
trygdarviðurskiftini eru í
lagi.
Null hugsjónin
Null
hugsjónin
býtir
ábyrgdina um ferðslutrygd
millum brúkaran og teirra,
sum skipa fyri og gera
vegakervið, men høvuðs-
ábyrgdin at forða fyri
ferðsluskaða verður nú
løgd á herðar teirra, ið gera
vegir, berghol og brýr, og á
tey, ið gera lógir og kunn-
gerðir, áseta hámarksferðir
og umsita tær, gera bilar,
barnastólar,
stoytkoddar
o.s.fr. Vit kunnu ikki bert
sita og hoyra og lesa í fjøl-
miðlunum um ferðsluvan-
lukkur, og síðan bert bíða
til til næsta vanlukkan rám-
ar á sama stað.
Álvarsligari
avleiðingar
Vit síggja her, at 29 prosent
av teimum, sum láta lív av
vanlukkuávum í Svøríki,
doyggja í vegaferðsluni.
Men tað, yvirlitið ikki
sýnir, er tann veruleika, at
meira enn helvtin av teim-
um børnum og ungdómum,
sum doyggja av vanlukku-
ávum, láta lívið í ferðsluni.
Tí eru avleiðingarnar av
ferðsludeyða,
avlamni
o.s.fr. nógv álvarsligari,
enn um borið verður saman
við
nógvar
álvarsamar
sjúkur og í tí sambandi
lækkaðan livialdur ella
vánaliga heilsustøðu.
Brot úr fyrilestri hjá Petur J.
Sigvardsen starvsnevndarformanni í
RFF.
Ferðsluskaðar mótvegis øðrum skaðaorsøkum
Hans Andrias Johannesen
– keypt 50 bilar síðan 1946
Í seinastu viku keypti
Hans Andrias
Johannesen í Klaksvík
bil nr. 50, samstundis
var hetta bilur nr. 30
frá Auto Service og
Meinhardt Arge
BILAR
Magnus Gunnarsson
Hans Andrias Johannesen
byrjaði at koyra bil í Klaks-
vík í 1946, og tað hevur
verið hansara livibreyð
seinastu 55 árini. Hann var
koyrilærari í 50 ár, frá 1946
til 1996. Fyrsti bilurin var
ein
Ford
frá
Wenzel
Petersen, síðan keypti hann
15 nýggjar og 3 brúktar
Vauxhall
frá
Vilhelm
Nielsen, og ein Mitsubishi
frá Faroediesel í Klaksvík.
Hetta eru tilsamans 20
bilar.
Næstan ein bil um
árið
Síðan hevur Hans Andrias
keypt 30 bilar frá Auto
Service og Meinhardt Arge.
Teir eru av bilmerkjunum:
Peugeot, Talbot, Datsun og
Nissan. Hann koyrdi eina
tíð í Auto, hjá Hjørleif W.
Høgnesen og síðan 1960
hevur hann koyrt fyri seg
sjálvan. Hesin Opel Agila,
hann keypti nú hendan
dagin, er ein privatbilur,
men Hans Andrias koyrir
framvegis
líkvognin
í
Klaksvík, sum hann hevur
gjørt seinastu 33 árini. Tað
er manglar lítið í, at Hans
Andrias hevur átt ein bil
um árið, síðan hann byrjaði
í 1946.
Kári Hansen, Opel sølu-
maður hjá P/F Meinhardt
Arge, handar her Hans
Andrias Johannesen bil nr.
50, ein Opel Agila. Tað
manglar lítið í, at Hans
Andrias hevur keypt ein bil
um árið, síðan hann byrjaði
at koyra bil í 1946
Hans Andrias koyrdi á Bilstøðini í Klaksvík, sum byrjaði í
1961, við hesum Ford Zodiac, ið hevði nr. Fø1283
41
Tað var Chrysler
Voyager, ið saman við
Renault Espace vóru
íbirtararnir til teir
vælumtóktu og
rúmliga MPV bilar-
nar. Í mars í ár rullaði
Voyager nr. 9 millión,
ein silvurgráur CRD
diesel, út av verk-
smiðjuni í Graz í
Eysturríki
BILAR
Magnus Gunnarsson
Chrysler Voyager, ið komu
á marknaðin fyri 18 árum
síðan, eru so væl umtóktir í
Evropa, at teir umframt at
verða gjørdir í USA og
Canada, eisini verða gjørdir
í Eysturríki. Í USA hava
Voyager ligið á odda í
mong ár, og hava nú 35
prosent av amerikanska
marknaðinum fyri MPV
bilar.
Tvær støddir
Chrysler Voyager er ein
stórur og rúmligur MPV
luksusbilur, í besta ameri-
kanska stíli, har komfortur
og koyrieginleikar er heilt í
topp. Bilarnir verða gjørdir
í tveimum støddum, har
Grand Voyager er 20 cm
longri. Talan er í báðum
førum um rúmligar 7 per-
sónabilar. Baklúkan og
dragihurðarnar á síðunum
kunnu eisini vera el-drivn-
ar. Setrini kunnu vendast og
stillast upp á allar hugsandi
mátar, ella takast heilt úr,
um brúk er fyri meira plássi
til viðførið.
Økonomiskur diesel
Motorurin er ein 4 syl. 2.5
litur
turbo
diesel
við
common rail innspræning
og 141 hk. Herfyri setti
Voyager
rekordina
fyri
MPV bilar í hesum klassan-
um. Bilurin koyrdi 1.780
km uppá 75 lirar av brenni-
evni, ella 0,043 litur fyri
hvønn kilometur. Motor-
urin hevur ein toppferð
uppá 185 km/t og koyrir frá
0-100 km/t uppá ca.12
sekund, ið er sera gott fyri
ein bil í hesi støddini.
Væl ljóðdoyvdur
Bilurin, vit royndarkoyrdu,
var ein væl útgjørdur Grand
Voyager í SE útgávuni, við
aircondition, fart piloti, el-
rútum, sportsfelgum og
AM/ FM stereoradio við
fløguspælara og 6 hátalar-
um. Nógv er gjørt burturúr
at fáa bilin væl ljóðd-
oyvdan, eins og hann hevur
nógvar innbygdar trygdar-
skipanir. Fólk frá FDM
hava royndarkoyrt fleiri av
nýggju útgávunum, og fáa
bilarnir sera góð ummælir.
Nr. 212 • fríggjadagur • 2. november 2001 • 75. árg.
Chrysler Grand Voyager
SE 2.5 Turbo Diesel
Motorurin
2.5 litur 4 syl. turbo diesel 141 hk
v. common-rail innspræning
0-100 km/t ca. 12 sek.
Dekkstødd 215/65-16
Stødd:
Longd
509,3 cm
Breidd
199,7 cm
Hædd
174,9 cm
Prísur
kr. 382.400,- sum persónbilur
kr. 224.000,- + mvg sum Van (vørubilur)
Søluumboð Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tlf.313666
Chrysler Grand Voyager
– ein forgangari innan MPV bilar
Chrysler Grand
Voyager innan
Jón Johansen frá Ivan
Johansen bilum sýnir her
fram nýggjastu útgávuna
av Chrysler Grand Voyager
Grand Voyager hevur dragihurðar á síðunum, og er lættur at koma inn og úr. Bilurin kann
leverast við el-drivnum síðuhurðum og baklúku
C
M
Y
K
40