fríggjadagur 29. mai 2009síða 38
‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 • 29. mai 2009
38
Libarna Gambarotta
Bepi Tosolini
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Uppruni: Fatlagrað grappa úr
Italia
Ummæli: Bleikur gulur
litur frá fatlagringina. Meira
dovin og einfaldur angi við
hunangstónum. Vanlju-,
hunangs- og mandlutónar hava
yvirvág á fínu fruktina. Nei,
hetta riggar ikki. Óelegant og
vánalig javnvág, hóast dygdir
hómast undir “dýnuni” av viði.
Kostnaður: Kr. 261,50 (0,7 L)
Skoðsmál:
Uppruni: Grappa úr Italia
Ummæli: Púra klárur litur ☺
Inniligur, reinur og neyvur angi
av dárandi leikandi berfrukt
og hvítum blómum. Lekkur,
silkimjúkur og samansettur
bersmakkur við feminimum
tónum og lakresskendur
broddur í eftirsmakkinum.
Super grappa! Eg fari beint at
bryggja mær ein espresso!
Kostnaður: Kr. 240,00 (0,5 L)
Skoðsmál:
Fyri kortum ummælti eg ein
snaps við føroyskum íblástri og
føroyskari urt. Í dag sigi eg nøkur
orð um kenda italska snapsin,
grappa. Hugsi ikki nógv kenna
hendan drykk uttan so at tey
hava ferðast í Italia. Grappa
hevur heilt serligan aroma, ið
kann vera torførur at seta orð
á. Lat meg siga beinanvegin
at hann líkist á ongan hátt
norðurlendska skarpa snapsin.
Sum oftast endar tað við at fólk
annaðhvørt fara at bera stóran
alsk til grappa ella tvørturímóti
ikki kunna torga henda drykk.
Tey, ið ikki dáma grappa, taka
oftani til, at grappa luktar
parfumerað blómukent á
vulgeran hátt og smakkar av
”sápu”. Og viðhvørt kann eg
væl skilja atfinningarnar. Men
sum við øllum í lívinum, munur
er á! Tá ið grappa er gott, telist
tað millum bestu snapsar á
klótuni. Sammansett, inniligt og
sera spennandi.
Men hvat er grappa so?
Grappa er eitt destillat av
teimum restunum sum eru, tá
ið vín verður gjørt. Drúvuflus,
kjarnur, stelkar og aðrar restir
frá pressingini verða endurnýtt.
Angi og smakkur frá vindrúvu-
restum verða destilleraði til
grappa. Tað sum ger grappa
spennandi er at drúvu-tilfarið
kann vera so ymiskt og við
hesum eisini endaligi úrslitið, ið
er ein avspegling av víninum.
Eitt nú kunna drúvurestir frá
stórslignum barolo-víni vísa sína
sál sum eitt destillat. Somu fínu,
forførandi og leskiligu tónar sum
vit kenna frá nebbiolo-drúvuni í
barolo-víninum koma nú fram í
skapi av essensi, einum loti av tí
frumkenda í einum snapsi.
Frískt destillerað grappa er
litleyst, men siður er eisini at
summi grappa-sløg verða lagraði
á eik-føtum og fáa ein ljósan
gyltan lit og tyngri og søtligari
anga og smakk. Hetta kenna vit
eisini úr norðurlendska snapsa-
siðinum. Eitt nú norska Linie-
aquavit.
Referansan innan grappa hjá
mær sjálvum stavar frá ferðum í
norður-italia, har grappa-siðurin
er mest kendur. Serliga í Veneto.
Men størstu uppliving fekk eg
nokk fyri nøkrum árum síðani
tá ið kenda grappa-húsið Poli
vitjaði í Keypmannahavn. Tað
var Jacopo Poli sjálvur, ið var
komin at greiða frá og skeinkja.
Eg minnist at smakkingin fram
á navnframu matstovuni,
Kommandanten, ið ikki er til
longur. Kommandanten er
serliga kend fyri at vera fyrsta
matstova í Danmark sum varð
heiðrað við tveimum Michelin-
stjørnum. Og so var tað her
at okkara egni, Leif Sørensen,
kokkur á Gourmet, stóð í læru
hjá super-kokkinum, fransanum
Francis Cardenau.
Well, Poli-smakkingin var
einastandi. Sum at uppliva
vín-spøkilsi sveima í luftini. Poli
dugir einastandandi væl at hála
hjartablóðið úr hvørji einastu
drúvu og endurskapa tað sum
lívsins vatn, sum grappa.
Hvussu verður grappa so
notið?
Grappa er ein sokallaður
“digestivo”, ein drykkur til
aftaná døgurðan. At njóta
meðan ein góður døgurði
verður sodnaður. Mær dámar
hann best, lætt svalligur, kanska
14-16 stig í einum sokallaðum
digestivo-glasi (sí mynd).
Klænvaksið tulipan-skap. Tað
er eisini góður stílur í Italia at
fáa sær ein grappa afturvið
kaffinum, serligan ein sterkan
espresso. Og kanska enntá nakar
dropar útí.
Grappa er heilt serligur snapsur
og torførur at seta orð á. Hann
skal upplivast. Tá ber til at vita
um tit lata tykkum dára ella ei.
Grappa
– italskur vínsnapsur
Grovari
enn nakrantíð
Byrjað dagin saman við okkum.
Royn okkara nýggju røð av breyðum og morgunbreyðum.
M
i
n
.
6
%
f
b
u
r
M
a
x
2
%
f
e
i
t
t
Hoyvíksvegur 65 · Tlf 31 21 61