fríggjadagur 29. mai 2009síða 39
‹ fyrra síða allar 86 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 • 29. mai 2009
39
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Góð frukt
...úr Keyps samtøkuni
Góð frukt
...úr Keypssamtøkuni
Gr. Kambans Gøta 13 · telefon 322525
Vælvera
Vit standa eisini fyri
móttøkum, brúdleypum
og líknandi
www.Gourmet.fo
Toscana
31 11 09
Matur til einhvønn góma
KJØTRÆTTIR SKELJADJÓR FISKUR PASTA PIZZA DURUM
Porta Via
32 11 03
Eisini ber til at fáa mat út úr húsinum
Jarðber er smakkurin av sól
og summar! Soleiðis ljóðar
oftani úr norðurlendsku
grannalondum okkara í suðuri
og eysturi.
Kanska ikki so nógv
hjá tykkum, hóast frísk
jarðber javnan eru at finna
á handilshillunum. Tá ið so
heimsins bestu jaarðber, tey
norðurlendsku, eru í sesong,
er ikki at halda seg aftur. Stór
uppliving finst í hesum vakra
reyða beri.
Sjálvur royndi eg tey fyrstu
donsku í seinastu viku. Tað
er hetta samansetta spælið
millum tað søta og tað
súra, ið gera frísk, perfekt
búgvin og nýhentaði jarðber
so leskilig. Søti smakkurin
er so himmiríkiskendur og
verður lyftur enn hægri
við fruktsýruni, ið eru sum
violinirnar í symfoni-orkestri.
Well, tit ivaleyst hvat eg
meini. Jarðber smakka væl!
Jarðber kunna etast sum
tey eru, við róma ella mjólk
omaná. Men sanniliga eisini í
matgerð. Ikki minst dessertum.
Gyldendal hevur júst givið
út lítlan bókling, havi eg
hug at siga, um jarðber:
”Jordbær – spis godt”. Bókin
hevur áður verið partur av
bókarøð, umframt kókibókina,
Gyldendals Kogebog.
Talan er um fitta bók, ið
á 57 blaðsíðum kemur við
uppskotum til hvussu vit kunna
nýta og njóta jarðberini í
matgerð. Bæði í salatum, sum
koldskál, í súpanum og sósum,
í tertum, í sorbet-ísum og ikki
minst leskiligum drinksum.
Jordbær – Spis godt,
Gyldendal, 57 blaðsíðir,
innbundin, uml. kr. 55 í
bókhandlunum
Jarðber
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka