Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 102 - 2. juni 2009 tíðindi 2. Hvítusunnudag var fólkafundur hildin í Føgrulíð á Borðoynni fyri at minnast 110 ára dagin fyri stovnanina av Føroya Fólkaháskúla. Fundurin var hildin kring gomlu grundina á skúlanum. Umleið 200 fólk høvdu leitað sær til hetta søguliga og fyri Føroyar og føroyingar fornkunnuga stað í góðveðrinum at hoyra sang og røður. Røðurnar hildu Turid Sigurðardóttir, Herman Oskarsson og Sólfinn Hansen. Har var felagssangur og varð sangur, sum Jógvan Andreas Joensen hevði gjørt til løtuna sungin fyri fyrstu ferð. Eisini spældu og sungu teir báðir Hanus G. Johansen og Jógvan Andreas Joensen. Sosialurin og Rás2 vóru við til hátíðarhaldið og fara vit at prenta røður og hava frásøgn frá hátíðarhaldinum seinni. FólkaFundur Orð og myndir: Jan Müller jan@sosialurin.fo Fólkafundur í fagrasta veðri Fríðfinnur Johnsson, stigtakari bjóðar vælkomin Formaðurin í Tjóðveldi var í fremsti røð saman við soninum Hanus G. Johansen og Jógvan Andreas Joensen settu sín serstaka dám á