týsdagur 2. juni 2009síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lýsingartilfar
Nr. 102 • 1. juni 2009
5
Opið:
Mánadag - Hósdag .........11:00 til 24:00
Fríggjadag - Leygardag ...11:00 til 04:00
Sunnudag ......................17:00 til 24:00
Á
ber tiL at njóta Lættan Mat
og yMiSk SLøg av kaFFi og køkuM.
Vegurin Langi · 188 Hoyvík · mbm.fo
SummarSkál
– ein forsmakkur uppá summarið
Sí uppskriftir á
www.mbm.fo undir
»Mjólkavirkið«
995,-
200,-
spar
Tunt og lætt snið. 10,1 mega pixel og eitt
objektiv við 4x optiskum zoom. Sera brúkara-
vinarligt og við 2,7” stórum skermi.
Sony myndatól
DSC-S950
tel. 351220 - www.lm.fo - lm@lm.fo
Sera einfalt upptøkutól við innbygdum minni á
næstan 3 tímar. Tekur eisini uppá MemoryStick.
60x optiskt zoom og 2000x digitalt zoom.
Sony upptøkutól
DCR-SX30
2.495,-
NÝTT
-Super SteadyShot
-2,7” LCD skíggi
-Antistøv- skipan
-við 18-70mm linsu
Sony speglrefleks myndatól
DSLR-A200K
3.995,-
10,2 megapixels
Vanl. prísur 1.195,-
Tað var í kreppu
árunum fyrst í
1990’unum, at
Leivur og Ásla Fonn
fóru undir at selja
ferðseðlar, og síðani
er fyritøkan Fonn
Flog voksin frá lítlari
kjallarafyritøku, til
landsins størstu
sjálvstøðugu
ferðaskrivstovu
Fyritøkan Fonn Flog er í allari stillheit
voksin frá einari lítlari kjallarafyritøku
til í dag at hava 13 starvsfólk við
deildum í bæði Klaksvík og Runavík.
Søgan um Fonn Flog er ikki ein
ljósareyð søga um lættan vinning
og stórt marglæti. Søgan um Áslu
og Leivur er um hvussu eitt føroyskt
par við sterkum vilja og hørðum
arbeiði bardi seg burtur úr kreppuni
fyrst í 90’unum. Tann triða august
1992 seldu Ásla og Leivur fyrsta
ferðaseðilin. Hetta var mitt í ringastu
krepputíð
Tilvild
Tað var næstan av tilvild at
ferðaseðlasølan byrjaði. Mamma
Áslu, Gigga við Keldu, skuldi saman
við vinkonu síni, Mariu Laksafoss,
fara ein túr til Danmarkar hetta
summarið. Dóttir Mariu visti, at
bíligir ferðaseðlar kundu keypast
í donsku ferðaskrivstovuni Unitas
Rejser. Leivur ger ikki mætari enn
at ringja til Unitas Rejser og spyr
stjóran, Knud Erik Bjerre, um hann er
áhugaður í einum samstarvi.
Og síðani er bara gingið framá, og
Fonnflog fekk luft undir veingirnar,
og hevur í dag fleiri fólk í starvi.
Men tó gekk rúm tíð, áðrenn
fyritøkan av álvara mentist, tí hjúnini
valdu at taka tryggu leiðina, og
ikki seta fólk í starv, ella á annan
hátt útbyggja fyritøkuna, fyrr enn
tryggleiki var fyri hesum.
Ringar tíðir
Tíðirnar vóru ringar, tá fyritøkan
byrjaði.
- Ongin ferðaðist Í dag ferðast øll.
Men soleiðis var ikki mitt í kreppuni.
- At ferðast niður á vikuskiftisferð
ella til brúdleyp og konfirmatión
var púra óhugsandi tá. Eingin hevði
ráð at ferðast, minnist Ásla. Hóast
vánaligu umstøðurnar fingu tey
støðugt fleiri viðskiftafólk. Serliga
vóru tað mongu handverkarnir, sum
ferðaðust niður at arbeiða, sum
gjørdu mun.
Bestu reklamurnar hjá Fonnflog
hava verið nøgd viðskiftafólk.
Menning
Tann triða august 1992 seldu Ásla
og Leivur fyrsta ferðaseðilin.
Fonn Flog er síðani voksin frá
lítlari kjallarafyritøku, til at vera
landsins størsta sjálvstøðuga
ferðaskrivstova við fleiri
starvsfólkum.
Fonn Flog hevur deildir í Klaksvík
og í Runavík, og umframt, so svarar
telefoninin hjá Leivi, 535353, altíð.
Fonn Flog fekk luft undir veingirnar
HANDIL
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Keldur; Prát og grein í Sosialinum
eftir Dorit Hansen.