Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juni 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 103 - 3. juni 2009 undir Krákugjógv 19 · Tórshavn · tel 34 54 00 · fax 34 54 03 Vit hava fleiri góðar, brúktar bilar á goymslu, sum sleipa upp til 3.500 kg. Støkk inn á gólvið og lat okkum fáa eitt bilprát. Hevur tú kampingvognin? So hava vit bilin! Seinastu vikurnar hevur eitt stillands staðið kring tornið á Havnar Kirkju. Menn eru í ferð við at pussa sjálvt tornið, klokkurnar og spírið upp. Í gjár loystu menn so spírið av og ein stórur krani loraði tað niður í ein lastbil, og nú er verður tað so pussað upp. Tornið er seinasti parturin í einari umfatandi umvæling av kirkjuni, sum hevur stað­ ið upp á í nøkur ár. Umvæl­ ingin og upppussingin av torninum er mett at vara einar tveir mánaðir, og tá tað er liðugt, er kirkjan øll næstan sum nýggj. (-leo) Spírið umvælast Vit skulu hugtøkum sum buldrasligir dreingir og stillar gentur til lívs, tí bæði kynini skulu hava rúm at menna seg sum fríar menniskjur. Og har gongur skúlin á odda. Ráðstevna um var evnið í dag. Skúli og javnStøða Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Útnorðurráðið skipar í hes­ um døgum fyri javnstøðu­ ráðstevnum í Norðurlanda­ húsinum, har evnini eru jav­ støða í skúlanum og í lógini. Ráðstevnan um skúlan varð sett í dag, og vóru mill­ um annað Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í skúla­ málum, millum norðurlend­ ingarnar, sum søgdu frá. Hóast eini 100 fólk lut­ tóku, var syndarligt at síggja, hvussu illa føroyski lær­ arahópurin var umboðaður. Sum altíð, tá almenn tiltøk eru um skúlamál fyri lær­ arum og skúlafólki, er or­ søkin helst tann, at føroyski lærarin sleppur ikki á skeið og til eftirútbúgving í arbeiðstíðini, tí arbeiðstíðir og ráðlegging eru so fastløgd frammanundan. So spurn­ ingurin er, hvat endamálið er við slíkum ráðstevnum, tá lærarin í fólkaskúlanum ikki tekur lut. Les meira um ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum í Sosialinum í morgin. Skúlin á odda í stríðnum fyri javnstøðu Eini 10 fólk úr allum Norðurlondum høvdu framløgur fyri einum umleið hálvsettum sali í Norðurlandahúsinum í dag. Mynd: Álvur Haraldsen