mikudagur 3. juni 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3. juni 2009
10
Bólkurin, sum gjørdi come-back
á Fjarðafestivalinum í fjør, verður
aftur at síggja í ár.
Á Fjarðafestivalinum 2007
gjørdu Klaksvíkarbólkurin Credo
comeback við eini rimmar
konsert, sum veruliga vísti tað
nýggja Credo. Aftur í ár er Credo
við á festivalinum.
Bólkurin Credo bleiv stovnaður
í 2003 av Leivi Vitalis, Hans
Andriasi Olsen og Alvin Ellebye
Andersen. Teir fingu tveir
tónleikarar afturat sær, sum tó
ikki eru við longur. Eftir at hava
klárað seg væl til Gospel-prix,
fóru teir undir at spæla konsertir
javnan, og vóru teir væl dámdir.
Mitt í 2005 byrjaði so at minka
við konsertum, tí allir høvdu nógv
at gera, og tað bleiv tí ikki nógv
tíð til venjing og framførslur.
Í 2007 byrjaðu teir tó aftur.
Manningin í dag er: Hans Andrias
Olsen - trummur, sang, Leivur
Vitalis - bass, guittar, sang, Rógvi
Sivertsen – guittar, Alvin Ellebye
Andersen - keyboards, Guittar og
programmering.
Les um og hoyr Credo á www.
myspace.com/credofo ella á
www.credo.fo
Humble
Cry
Millum bólkarnir, sum framføra á ársins Fjarðafestivali, verður eisini
bólkurin við heitinum Humble Cry. Bólkurin bleiv settur á stovn í 2007,
og í dag er bólkurin mannaður við Torkil Petersen - syngur og spælir á
klaver, Jóhan Kristian Dam – bass, Ingmar Berg Mikkelsen - syngur ,
klaver og gittara, William Quinn Olsen Yngri – trummur.
CREDO
T.O.S.
T.O.S. varð stovnað á sumri í 2008. Tó hava tríggir av limunum
spælt saman sum bólkur fyrr, eitt nú til eitt tiltak í Siloa í Fuglafirði.
Bárður, Jógvan Símun og Eiler spæla vanliga til møtir og
ungdómsmøtir í Leirvík og kennast tí sera væl. John Eliasen er úr
Fuglafirði og Jan Nónklett er av Glyvrum.
T.O.S. spælir tónleik, sum er ein vavstur av tónleikaligum íblástri
úr øllum ættum. Bæði valsur og rokkur eru við øllum frá Santana til
Jularbo.
Tekstirnir hjá T.O.S. spenna rættiliga víða, men eru allir grundaðir
í kristindóminum, peikandi á Jesus Kristus. Evnini spenna frá
lovsangi til sorgarsangir.