Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. juni 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3. juni 2009 12 Superhero vóru við á festivalinum 2008, og ikki gekk alt sum ætlað. Annar gittarleikarin bleiv sjúkur, tekniskir trupulleikar vóru á pallinum, men gjøgnumførdu teir tó konsertina. Í ár koma teir aftur við fullari manning, nýggjari fløgu og geva alt teir eiga. Jeremy Camp Jeremy Camp LIVE í Skalafirði. Jeremy er eitt sera kent navn á tí kristna tónleikapallinum. - At tað hevur eydnast okkum at fáa Jeremy til ársins festival má verða til gleði fyri hansara føroysku fjepparar, og tá ið festivalurin er farin afturum, hevur hann uttan iva vunnið sær enn fleiri føroyskar fjepparar, siga fyrireikarar Tónleikurin hjá Jeremy Camp fevnir frá energiskum rokki til stillar inniligar sangir. Les meira um Jeremy Camp á www.jeremycamp.com Tórhild Bjarkhamar Tórhild Bjarkhamar er eitt nýtt andlit á Fjarðafestivalinum, og gav hon í februar mánaði út fløguna 'Saman við tær.' Hetta er fyrsta fløguútgávan hjá Tórhild, og framførir hon bæði kendar og minni kendar sálmar og gospelløg. Superhero