hósdagur 4. juni 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mentanarnáttin
8
tíðindi
Nr. 104 - 4. juni 2009
Søgan um fólkið í Havn
kann upplivast í gamla
kirkjugarði í Havn
Mentanarnáttina, tá Óli
Jacobsen fer at greiða
frá um nøkur av teimum
3.000, ið eru grivin har
Tað kann illa hugsast eitt meira
søguligt stað enn gamli
kirkjugarður í Havn. Tað var
havnarprestur Rasmus Jørgen
Winther, sum fekk hann lagdan á
Svínaryggi burtur frá kirkjuni,
sum ikki var tað vanliga tá. Kristi
Himmalferðardag í 1782 varð
nýggi kirkjugarðurin vígdur.
Síðan tá eru um 3.000 fólk
grivin her. Í 1869 verður byrjað
at føra protokol yvir tey grivnu,
men tað sæst ikki, hvar í
kirkjugarðinum tey liggja. Í hesi
protokol eru um 2.000 nøvn.
Gamli kirkjugarður var í 1935
avloystur av nýggja kirkjugarði.
Tað eru bert tey fægstu, sum
hava gravstein í gamla
kirkjugarði. Hóast tað munnu
vera einir 400 steinar. Á teimum
flestu síggjast eisini nøvnini á
teimum grivnu.
Tí kann sigast, at hesin
kirkjugarður er ein einastandandi
minnisvarði yvir tey fólk sum
liggja her og serliga yvir tey, sum
hava stein.
Seinastu tvey árini hevur Óli
Jacobsen í hósdagsblaðnum
skrivað røðina Hendur ið Sleptu.
Her verður skrivað søgan hjá
”eigarunum” av hvørjum
einstøkum gravsteini. Tað hevur
víst seg, at hetta er ein ótømandi
søgukelda. Higartil eru skrivaðar
100 greinir, og tilfar er í hvussu
er til 50 afturat.
Tað er hugtakandi at síggja,
hvussu ymiskt lívið hevur verið
hjá fólki. Men øll hava sína søgu.
Nógvar av hesum søgum eru
eisini spennandi og dramatiskar.
Dømi um tað er søgan hesa
vikuna um læknan, sum konan
fær at taka eitur!
Tað hevur víst seg, at røðin er
sera væl umtókt millum fólk.
Hon er viðkomandi fyri nógv,
sum so ella so hava samband við
tey fólk, sum skrivað er um.
Her er talan um søguna um
fólkið Havn. Men nógv teirra
hava bæði røtur og eftirkomarar
kring landið og eisini uttanfyri
landoddarnar.
Her er fólk úr øllum stættum,
um tað kann sigast so. Her eru
arbeiðskonur, fiskimenn, skiparar
og lærarar fyri at taka dømi.
Fríggjakvøldið kl. 17 verður
møguleiki at fara ein túr í
kirkjugarðin við Óla Jacobsen,
har hann fer at greiða frá nøkrum
av teimum, sum eru grivin har.
Vit hittast við høvuðsportrið í
Dr. Jacobsensgøtu.
––––––––––––––––––––––––
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Kirkjugarðurin á Svínaryggi:
Mest søguliga stað í Føroyum
Sosialurin
viðmælir
13:00-14:00 Súkklurnar fram!
Komið og súkklið frá Ítróttar-
høllini á Hálsi gjøgnum
miðbýin, út til Tekniska skúla.
Hetta er sami teinur, sum SIC
framførir í tónleiki á Tjóð-
pallinum á midnátt
14:00-17:00 Karius og Baktus í
Grasagarði. Barnatannrøktin,
sum verður 50 ár, skipar fyri
tiltakinum
14:00-17:00 Hin góði mat-
pakkin í Grasagarði. Við plakat,
faldara og mateskju, ið øll fáa
sum gávu, kunnar Fyri byrg-
ingar ráðið um hin góða mat-
pakkan
17:00 Óli Jacobsen vísir runt og
sigur frá í Gamla Kirkjugarði
Óli hevur higartil skrivað 100
greinar úr Gamla Kirkjugarði.
Rundferðin byrjar við høvuðs-
portrið
18:00-22:00 Ríkisumboðið er
opið fyri almenninginum Amt-
mansgarðurin er opin. Kl 20:00
syngur kórið Dropar
19:00-23:00 Müllers Pakkhús
Býarløg - myndlistaframsýning,
Inger Smærup Sørensen er
kurator og setur framsýningina
Listafólkini eru Hanni Bjarta-
líð, Hansina Iversen og Anker
Mortensen. Eftir setanina lesur
Oddfríður Marni Rasmussen
yrkingar
20:00 og 21:30 M/S Thorshavn,
Lágakai. Stuttur sightseeing
túrur út um Havnina, til meld-
ing umborð
20:30 TUTL, Glade Hjørn
Bólkurin Marius spælir
23:00 Havnar Kirkja. Svensk ur
og bulgarskur fólka tónleikur.
Anna Katrina Petersen, sangur,
Angelika Niel sen, violin, Mikael
Blak, kontra bas
23:30 Vaglið. Happening undir
opnum himni mitt á Vaglinum
24:00-01:00 Tjóðpallurin
100 ár - 1000 sár, rokkbólkurin
SIC framførir bílagt tónleika-
verk, ið er ein biltúrur gjøgnum
miðbýin aftur við filmi hjá
Landsverkfrøðing inum frá
1977. Lagið er heilar níggju
minuttir til longdar. Meir vil
SIC ikki avdúka um lagið.
Konsertin við SIC er almenn og
ókeypis
Miðlahúsið hevur opið hús
Mentanarnáttina, og fer at vísa
arbeiðsplássið fram fyri
almenninginum, sum hýsir
Sosialinum og Rás2, umframt at
arbeiðsplássið eisini ger tilfar til
portalarnar hja Føroya Tele,
portal.fo, sportal.fo og planet.fo.,
verður húsið eisini brúkt til
kjakfundir og upplýsandi fundir
og ráðstevnur og mentanarlig
tiltøk.
Forstjórin í Miðlahúsinum, Jan
Müller sigur, at hann eins og øll
starvsfólkini eru fegin um at
kunna vera partur av
Mentanarnáttini í Havn.
- Miðlahúsið er vorðið so
týðandi partur av miðbýnum,
miðlaumhvørvinum og
mentanarlívinum at vit kenna tað
eisini sum eina ábyrgd og skyldu
at hava
dyrnar opnar tá tiltøk eru í
umhvørvinum, sigur Jan Müller.
Tann paradiskendi
Miðlagarðurin opin fyri
almenninginum hetta kvøldið, og
tríggir ymiskir tónleikarar vera at
hoyra í Miðlahúsinum millum
klokkan 20-23.00. Uni Arge, sum
í fjør gav út sína fyrstu fløgu, og
í løtuni leggur hond á sína næstu
útgávu, verður millum tey trý
syngjandi. Nýggjasti vinnarin av
Ársins Songrødd, Birita Poulsen,
verður eisini at hoyra, og
dugnaligi Bárður Johannesen fer
somuleiðis at syngja og spæla
hetta kvøldið.
Øll eru vælkomin. Miðlahúsið
bjóðar umframt tónleik eisini
kaffi, te og smákøkur
––––––––––––––––––––––––––––
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Opið hús í Miðlahúsinum
8
Útvið 3.000 fólk eru grivin í gamla
kirkjugarði. Mentanarnáttina
fer Óli Jacobsen at greiða frá um
søguna hjá kirkjugarðinum
Mynd: Jens Kristian Vang