hósdagur 4. juni 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin - 4. juni 2009
Mentanarnáttin
4
Millum menn og
kvinnur er heitið á
listaframsýning, sum letur
upp í Listaglugganum í
Niels Finsensgøtu
Tað eru listamenninir Torbjørn
Olsen og Zacharias Heinesen,
sum sýna fram málningar og
vatnlitsmyndir. Við á
framsýningini eru umleið 25
verk, sum øll eru málað serliga
til hesa framsýningina.
Øll myndevnini eru úr
Tórshavnar Kommunu – tó eru
einstakar “Havnardamur” sum
Torbjørn Olsen hevur málað.
Í bókini “Livandi List” skrivar
Inger Smærup Sørensen m.a.
soleiðis om Torbjørn Olsen:
“ Málningarnir hjá Torbirni
Olsen vísa okkum, at megin í
einum málningi er í litinum;
styrkin í litinum, tað viðkvæma í
litinum og í teimum pinkalítlu
skiftinum millum litir, sum
málningurin betur enn nøkur
onnur listagrein megnar at vísa.
Megin í málninginum er eisini í
tí tóma rúminum, sum er at
síggja tey støð, har løriftið er
órørt, har rúmið knappliga gerst
undarligt, uppbýtt, ambivalent,
og tað er í linjuni, sum ta einu
løtuna er dynamiskt og tykist at
liva sítt egna lív og í eini aðrari
løtu er konstruktivt og byggir
upp rationell skap og rúm.”
Um Zacharias Heinesen
skrivar Inger m.a.: “Tá eg havi
givið honum so stóran týdning
fyri føroyska myndlist, er tað tí,
at hann hevur megnað at menna
føroysku listina til eina
sjálvstøðuga list. Hann hevur víst
føroysku listini, hvønn veg hon
skal stevna, og hann hevur givið
henni eitt skap og eitt úttrykk,
sum ikki finst nakra aðrastaðni.
Tað er ársakað av honum, at til
ber at tosað um ein føroyskan
málning.”
Framsýningin er væl
samansett, samstundis sum hon
væl lýsir ymiskleikarnar hjá
tveimum av okkara bestu
listafólkum. Man kennir seg aftur
í Havnini millum málningarnar
og eisini kennir man aftur onkra
av “Havnadamunum”.
Framsýningin er við at
undirstrika dygdina í føroyskari
myndlist og er avgjørt verd at
vitja.
Framsýningin í Lista
glugganum letur upp fríggja
dagin kl. 16.00 og verður at
síggja allan juni mánað.
––––––––––––––––––––––––––––
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Millum menn og kvinnur í Havn
Zacharias Heinesen, listamaður, er annar av
framsýnarunum í Listaglugganum
Mynd: Jens Kristian Vang
Ikki minni enn trý stór
skøld hava búð á
Varðagøtu, einasta
føroyska kleystrið og
nýggja og gamla
katólska kirkjan eru at
finna her, og við byrjan
er eitt keramiskt verkstað,
og við endan eitt bók
bindarí
Googlar tú inn á Varðagøtu,
finnur tú mangt um Varðagøtu og
uppi undir Varða, men kanska
ikki tað, tú leitaði eftir.
Onkunstaðni stendur, at við
Varðagøtu eru tveir skúlar,
barnagarður, vøggustova, viðar
lund og handil. Bussleiðin koyrir
í dag oman eftir Varðagøtu,
Guðrið Poulsen hevur keramiska
verkstaðin niðast á Varðagøtu, og
ovast uppi, har Varðagøta fer í
Ringvegin er djóralækni. Har er
gamla katólska kirkjan, sum
H.C.W. Tórgarð teknaði, og har
er nýggja katólska kirkjan, sum
Árni Winther teknaði. Har er
kleystur, og har er stóra kervis
støðin hjá SEV.
Har búðu William Heinesen og
Heðin Brú, og longri uppi undir
Varða búði Christian Matras.
Men har er so mangt annað á
Varðagøtu, sum ikki er at finna á
www.google.com.
Um vit finna alt Mentanar
náttina, tá vit spáka oman eftir
Varðagøtu, fáa vit at síggja. Har
er so mangt broytt, umbygt og
bygt nýtt, men enn er nógv eftir
av tí gamla. Teir báðar túrarnar,
Felagið Tórshavn hevur havt
oman eftir Tinghúsvegnum og
heim eftir Landavegnum, vóru
stak væl eydnaðir, og tað verður
hesin oman eftir Varðagøtu
eisini.
Gongutúrurin byrjar á kross
inum millum Varðagøtu og gamla
Oyggjarvegin, beint við har, sum
rulliportrið stóð, nakað niðanfyri
bókbindaríið hjá Helga
Justinussen, kl. 19.15.
Gongufelagið vónar at síggja
øll tey mongu, sum hava spákað
omaneftir og niðaneftir
Varðagøtu – summi heim, summi
til arbeiðis, í gamla svimjihylin
ella í skúla. Mangar eru søgur
nar, ið kunnu sigast um hús og
fólk við Varðagøtu, og fleiri vit
eru, fleiri verða kendu andlitini,
sum vit fara at síggja.
Mentanarnáttina, kl. 19.15
síggjast vit spákandi oman eftir
Varðagøtu.
GG Bussleiðin nr. 1 fer úr
Steinatúni kl. 19:03.
Søgan oman eftir Varðagøtu
»Heima í Havn« kallaðist býling
urin í norðrasta parti av Gongini
í gomlu Havnini. Her var elsta
búseting í Havnini. Staðið er
veðurgott og liggur í lívd móti
vesturættunum undir Reyninum.
Í Havn er vesturættin trá, men
teir gomlu hava vitað, hvar teir
skuldu byggja sær húsini.
Hin býarparturin í Havn tá –
kallaðist »úti í Havn«. Tað var
har úti, sum kirkjan stóð, áðrenn
nýggja kirkjan – Havnar kirkja –
varð bygd uttan fyri býin í 1788.
Á skránni Mentanarnáttina er
ein túrur í hesum lítla partinum
av gomlu Havnini, og verður tað
Eirikur Lindenskov, sum fer at
greiða eitt sindur frá um húsini,
um umhvørvið, um fólk, ið hava
búð har – og eisini gloppar hann
dyrnar, so fólk kunnu síggja
heimið hjá Beintu – ella Barbaru,
sum JørgenFrantz Jacobsen
kallaði hana í skaldsøguni. Tann
veruliga Beinta – doypt Bente
Christine Broberg, varð fødd í
Nýggjustovu í 1667, og har vaks
hon upp, áðrenn hon frá 1695
1706 giftist trimum prestum.
Hálva aðru øld seinni vaks
faðirin hjá skriftmáli føroyinga,
V. U. Hammershaimb, upp í
somu húsum, sum seinastu fleiri
hundrað árini hava hýst
hundraðtals fólkum.
»Sjáldsaman anga av kamfer
træ, rosinum og finskari
tjøru…«. Soleiðis yrkir Hans
Andreas Djurhuus um Gongina.
Hann vaks upp í Áarstovu, ovast
í Gongini, og Havnará tutlaði
beint undir kamarsvindeyganum.
Tað er so týðuligt, at áin og
umhvøvrið »heima í Havn«
hevur verið íblástur í nógvum av
skaldskapi hansara. Hann
skrivaði eisini aðru skaldsøguna,
sum kom út á føroyskum í 1927,
Beinta – sum eisini byggir á
søgnina, sum JørgenFrantz
Jacobsen brúkti til skaldsøguna
um Barbaru, sum kom út í 1939.
Eirikur Lindenskov keypti
Nýggjustovu í 1988, og hann
hevur sjálvur restaurerað húsini,
sum eru friðað sum fornminni.
Hann er eisini í ferð við at
um væla grannahúsini Baianstovu
og Kamarið – og tá verkætlanin
hjá honum »heima í Havn« er
liðug, hevur hann eisini umvælt
báðar Dandastovurnar.
Tá verða øll hesi gomlu húsini
brædd við finskari tjøru og
flagtakt.
Vitjan hjá
Barbaru
»heima í
Havn«