Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-04, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 104 - 4. juni 2009 lýsingar Námsfrøðingar til Frítíðarheimini í Leirvík og Gøtu Frítíðarheimið í Leirvík Frítíðarheimið í Leirvík søkir eftir námsfrøðingi 40 t. / viku at byrja uml. 10. august 2009. Um stovnin: Frítíðarheimið er ásett til 30 børn og er fyri børn í 1. og 2. flokki umframt dagstovnatilboð til 6 ára gomul børn. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hallbjørg Eliassen, stovnsleiðara, á telefon 73 00 44. Frítíðarheimið í Gøtu Frítíðarheimið í Gøtu søkir eftir námsfrøðingi 25 t. / viku at byrja uml. hálvan august 2009. (arbeiðstíðirnar eru seinnapartar). Um stovnin: Frítíðarheimið er ásett til 40 børn og er fyri børn í 1. og 2. flokki. Fríðarheimið liggur í hugnaligum umhvørvi, nær við spælipláss og sandin, í Syðrugøtu. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hannu E. Olsen, stovnsleiðara, á telefon 73 00 53. Førleikakrøv: • Námsfrøðiliga útbúgving. • Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett ístaðin. Vit ynskja av tær: • at tú ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir. • at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroytt-an og tryggan gerandisdag. • at tú vilt vera við til at mynda og menna tað námsfrøðiliga umhvørvið. • at tú, undir ábyrgd av leiðslu og samstarvi við starvsfólkið, vil verða við til at mynda og menna tað námsfrøðiliga umhvørvið á frítíðarheimin-um. Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á: • at børn og starvsfólk trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum. • at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk • at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn. • at virða tað einstaka barnið. • at ferðast nógv í náttúruni. Lønar- og setanartreytir Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera Eysturkommunu, Postboks 30, 510 Gøta í hendi í seinasta lagi týsdagin 09. juni 2009. Hýruvognsloyvi Tórshavnar kommuna Í Tórshavnar kommunu eru tvey hýruvognsloyvi leys at søkja. Loyvini eru knýtt at bilstøðini Bil. Umsóknin skal skrivast á umsóknarblað, sum fæst í Snarskivuni ella á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo. Saman við umsóknarblaðnum skulu latast • avrit av koyrikorti við átekning til hýruvognskoyring • revsiváttan, og • váttan fyri at koyrt kemur at verða frá støð Umsóknir skulu vera hjá Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi mikudagin 17. juni 2009. Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið borið út 5 ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: Undirskrift: Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64 nær sum helst, hvar sum helst Boks 76 · FO-110 Tórshavn Tekna teg sum haldara nú fyri einans 495,- um ársfjórðingin Sparið 560,- í mun til leysasølu! Sandoyar Sjúkrakassi Vegna summarfrí er ongin avgreiðsla frá 22. juni til 3. august.