fríggjadagur 5. juni 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 105 - 5. juni 2009 ]
Lassin dømir í Klaksvík
Lassin Isaksen skal døma stórdystin á Norðoyastevnu
millum 1991-liðið hjá KÍ og dagsins KÍ-lið. Lassin Isaksen
var í nógv ár ein av fremstu dómarunum her á landi. Hann
var eisini FIFA-dómari í fleiri ár og dømdi millum annað
altjóða a-landsdystir. Nú eru tvey ár liðin, síðani Lassin
gavst at døma á hægsta stigi, men nú eru boð eftir honum
aftur. Lassin skal nevniliga døma stórdystin á norðoya-
stevnu millum 91-liðið hjá KÍ og dagsins KÍ-lið. Lagt er
upp til eitt brak millum gamlar hetjur og ungar leyvur – og
spurningurin er so, hvør vinnur dystin. Dysturin tey bæði
KÍ-liðini verður í Djúpumýri sunnudagin kl. 15.00.
Marius skeyt seg til met
Tann 30. maj skipaði Sunda Byrsufelag fyri kapping í
leirdúgvuskjóting. Skotið varð í skeet, og eydnaðist tað
Marius Joensen at seta nýtt føroyskt met við 88 dúgvum av
teimum 100, sum meddað var eftir. Honum á baki kom
Jóannis Joensen við 83, meðan Sámal Debes gjørdist
nummar trý við 80 dúgvum. Í A-bólkinum, har 75 dúgvur
vórðu skotnar avstað, vann Magni Dam við 52 dúgvum.
Alfred Joensen rakti 49 og Tummas Johannesen 46 dúgvur.
Tann 10. oktober
í ár skal sterkasti
maðurin í Føroyum
finnast. Longu nú
hava átta mans
boðað frá luttøku í
fyrstu strong-man
kappingini í Føroyum
í 10 ár
Styrki
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinasta partin av 90’unum
tóku styrkiskappingar av
álvara dik á seg her á landi.
Ikki tí. Menn munnu ofta
hava reypað um styrki.
Hvussu tað var at lyfta høv
av ymiskum slag, og hvussu
raskir menn vóru at útinna
bæði hetta og hatta bragd-
ið.
Men tað mundi tó vera
trupult at gera heilt av,
hvørjir veruliga vóru teir
sterkastu, áðrenn kappingin,
sum tá æt Føroya sterkasti,
varð fyriskipað.
Vinningurin ta ferðina
var millum annað luttøka í
kapping uttanlands, og tá
føroyski vinnarin – Regin
Vágadal – fyrst hevði gjørt
vart við seg í Skotlandi,
slapp hann av álvara við
mill um teir stóru dreing ir-
nar. Enntá somikið væl, at
tað eisini eydnaðist nú ver-
andi strandferðslustjóranum
at skipa fyri síni egnu kapp-
ing, Atlantic Giant, sum
varð hildin nakrar ferðir
kring túsundáraskiftið.
Taka táttin uppaftur
Ikki óvæntað var Regin
Vágadal sterkasti føroy ing-
urin tey árini, tá føroyska
kappingin varð skipað, og
kanska hevði til tíðir eina-
ráðandi støða hansara sína
ávirkan á, at áhugin fyri
kappingini at enda var so -
mikið lítil, at eingin orsøk
var at halda hesa.
Og síðani Regin gavst
við ítróttini, hevur millum
lítið og einki verið at hoyrt
um slíkar kappingar her í
Føroyum. Hóast fleiri eru,
sum miðvíst venja intensiva
styrkivenjing, hava kapp-
ingarnar verið avmarkaðar
til styrkilyft, sum kanska er
nóg strævið í sjálvum sær,
men sum tó ikki heilt er tað
sama sum ofta áskoðara-
vinarligu strong-man kapp-
ingarnar.
- Vit eru fleiri, sum hava
vant nógv, og vit hava ofta
tosað um, at tað hevði verið
stuttligt
at
fyriskipað
veruligar kappingar innan
styrki aftur, sigur Bogi
Hamm er, sum er ein av
teim um, sum hevur tikið
stig til at gera nýggja kapp-
ing um at finna Føroya
sterk asta mann.
- Tað eru jú eisini nógvir,
sum reypa sær av styrki, og
nú kunnu vit veruliga fáa at
Nú skal sterkasti føroy
Greinarnar
Hesar eru tær seks
kappingargreinarnar,
sum kappast verður í, tá
Sterkasti maður í Føroyum
verður á skránni tann 10.
oktober
Lyfta 90 kg frá akslahædd og upp um
høvd flestar møguligar ferðir
Halda einum 20 kg tungum dekki í
strektum ørmum longst gjørligt
Max lyft í benchpress
Renna upp á tíð við 5 sekkum á
100 kilo hvør
Halda 2X100 kg bobbens upp frá í
longst møguliga tíð
Lyfta reyvina á persónbili uppfrá
og ganga 20 metrar skjótast gjørligt
Undirhaldsvirðið er høgt í sonevndu strong-man kappingunum. Ikki minst tí kappingarreiðskapurin ofta er slíkt, sum fólk eisini arbeiða við í gerandisdegnum
Savnsmynd
Ein av meira vanligu kappingargreinunum er benchpress
Savnsmynd