Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-05, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 105 - 5. juni 2009 Artanna uppruni Av tí at hugsanirnar hjá Darwini ikki vóru í trá við tað ið Bíblian segði um skapanina, visti hann, at tær fóru at skapa øsing tá ið tær gjørdust almennar. Orsaka av hesum mundi hann ikki blivið liðugur at savna saman próvtilfar. Men í 1858 frætti Darwin at ein annar, Alfred Russel Wallace, gekk og pønsaði við eina líknandi hugsan, og so kom ferð á. Fyrst góvu teir báðir út eina felagsgrein, og árið eftir gav Darwin út sína bók. Móttøkan var øgilig. Fyrsta útgávan var prenta í 1250 eintøkum, og vóru tey øll seld sjálvan útgávudagin. Menningarlæran í stuttum Nógv er broytt síðani Darwin livdi. Millum annað var ílega (gen) eitt ókent fyribrigdi tá. Menningarlæran ið greidd verður frá her, er sum vit kenna hana í dag. Menningarlæran ger seg galdandi tá ein populatión broytir arvaeyðkennir frá einum ættarliðið til ta næsta. Til dømis herviliga hospitalsbakterian ið einaferð ikki toldi reinsievnini sum reingerðarfólk nýta á sjúkrahúsunum, men sum í dag hevur broytt seg til at verða mótstøðufør. Ein av høvuðsmekanismunum handan menningarlæruna er tann náttúrliga úrveljingin ið Darwin kom við, har arvaeyðkennir ið gagna yvirlivilsi og nøring gerast meira vanlig enn tey ið gagna minni. Til dømis hevur føroyska haran minni oyrur enn tær sunnanfyri okkum - hetta fyri at missa minni av hita. Hiti er týdningarmikil orka ið haran ístaðin kann nýta til at renna undan monnum við byrsu ella nýta til at leggja ungar. Avleiðingin Menningarlæran ber við sær, at nýggjar verur støðugt verða skapaðar. Tískil var tað ikki Gud ið sat í erva og skapti hospitals- bakteriuna, toskin, haruna, seyðin og kúnna sum vit kenna tey í dag, fyri síðani at seta tey niður á jørðina - soleiðis sum stendur skriva í fyrstu Mósebók. Sum um hetta ikki var nokk, so merkir hetta eisini, at Gud ikki setti ein heilan dag av fyri at skapa menniskjuni - sum kirsiberið ovast á lagkøkuni. Men ístaðin hava vit sama uppruna sum hini súgdjórini – ella meira neyvt, sama uppruna sum apurnar! Í 1800 talinum var hetta eisini ein dyggur smeitur, og mótstøðan var mikil. Serstakliga var tað kirkjan og hennara fólk ið sýtti fyri at góðtaka náttúrligu úrveljingina og menningarlæruna. Virðismettur 73 ára gamal setti Darwin tuflurnar frá sær á seinasta sinni. Tá taldist hann millum mest viðurkendu vísindafólkum í heiminum, og hetta sýndi enska kongahúsið við at jarða hann í Westminister Abbey millum so mætar menn sum Sir Isaac Newton. Hollasti stuðul Darwins, konan Emma Annie, eygnasteinurin hjá Darwin, ið doyði á ungum aldri Útsjóndin á finkunum var ymisk millum oyggjarnar Leiðin ið H.M.S. Beagle sigldi á rannsóknarferðini har Darwin var við sum náttúruserfrøðingur Darwin eldur av árum úlvalíki