Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-05, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 105 - 5. juni 2009 Atlantic Petroleum boðar nú frá, at fyrsta oljan frá Ettrick leiðini í bretskum øki gerst veruleiki um ein mánað Olja Jan Müller jan@sosialurin.fo Aoka Mizu, sum er eitt FPSO skip (framleiðslu og goymsluskip, red.) er júst komið á leiðina í Norð­ sjónum eftir at hava siglt teinin úr Rotterdam. Kom­ andi mánaðin verður gjørt klárt til fyrstu framleiðsluna frá feltinum, sum føroyska oljufelagið eigur lut í. Føroyski parturin er 8,27%. Hini feløgini eru Nexen, sum er fyristøðufelag við 79,73% og Dana við 12%. Aoka Mizu verður langtíðarleiga frá Bluewater. Skipið hevur eitt fram­ leiðsluføri til 30.000 tunnur av olju, og 35 MMscfpd av gassi um dagin. Netto fram­ leiðslan til Atlantic Petrole­ um verður væntandi umleið 1,650 tunnur (boepd) um dagin. Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum sigur, at teir eru ernir av at kunna siga partaeigarunum frá hesi stóru hending, sum fer at skapa neyðuga grund­ arlagið undir enn eini framleiðslu hjá felagnum. Hann vísir á, at tað hevur tikið tíð og orku at røkka so langt. Hetta merkir, at felagið skjótt fer at vera við í tveimum framleiðandi oljukeldum í Norðsjónum og gevur tað felagnum eitt frábera gott grundarlag undir víðari menning. Hann leggur aftrat, at tað í grannalagnum á Ettrick­ leiðini finnast møguleikar, sum kunnu spæla ein týðandi leiklut í framtíðar menningini í økinum. Føroysk olja frá Ettrick í juli Avloysarastarv í Apoteksverkinum Apoteksverkið hevur eitt avloysarastarv leyst á fíggjardeildini til setan frá 15.juni ella sum skjótast, til uml. 1.sept. 2009. Starvið fevnir um tollavgreiðslu og van- ligt skrivstovuarbeiði. Fyrimunur er at hava skrivstovuútbúgv- ing ella arbeiðsroyndir innan økið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sæt til Jonnu Djurhuus, fíggjar- leiðara á tlf. 350150 Apoteksverkið - Staravegur 15 -100 Tórshavn EIN
ÓHEFT
SERFØROYSK
ALTJÓÐA
SKRIVARATÆNASTA • Reinskriving • R=>?esing • @AAseBng • Týðing • Ymist - persónlig nettænasta www.skrivarin.fo


‐

info@skrivarin.fo
 Felagið Eysturbúgvar, sum er áhugafelag fyri íbúgvarnar í eystur­ býn um í Havn, hevur fingið nýggja heima­ síðu. Eisini hevur felag­ ið stórar ætlan ir um granna lagið sum heild Býarlív Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Nevndin í felagnum Eyst­ urbúgvar hevur veruliga brot ið upp um armar sein­ astu tíðina. Millum annað hevur felagið júst fingið nýggja heimasíðu, har upplýst verður um virksemið felag­ sins. Bæði um føstu til­ tøkini, so sum føstulávints­ og nýggjaárhaldið, og um nevndarfundir, avgerðir og ætlanir hjá felagnum annars. Harumframt hevur heimasíðan eitt kjaktorg, har limir og grannar sleppa til orðanna. ­ Vit vóna, at fleiri fara at nýta kjaktorgið á síðuni at siga sína hugsan um, hvat tey halda at felagið skal brúkast til, sigur nevndin á heimasíðuni. Felagið Eysturbúgvar fevn ir um grannalagið í Eysturbýnum í Havn. Frá Jónas Bronx niðan í Eyst ur­ skúlan og har um leiðir. Her búgva fleiri túsund fólk, sum øll kunnu fáa gleði av felags tilboðum og økjum í grannalagnum. Sjeina spæliplássið Komandi tíðina fer nevndin eisini at gera sítt til at fáa fleiri gjaldandi limir í felagið. Eitt nú við at ganga hurð á hurð í grannalagnum, so fólk kunnu seta seg fyri fasta flyting av limagjaldi. Eisini verður ein faldari borin í hvørt hús í Eystur­ býnum. Limagjaldið er 150 krónur árliga fyri húskið. Ein miðdepil í granna­ lagn um er gamla spæliplássið við Túnini í Bókbindaragøtu / Krossgøtu / Eysturstræti. Felagið hev­ ur ætlanir um at seta spæliplássið í stand, og tí verður skipað fyri ar ­ beiðsdøgum komandi tíð­ ina, har sjálvboðin seta spæli torn, nýggj fótbóltsmál og eina stóra felags grill. Til hetta arbeiðið er brúk fyri røskum eysturbúgvum, sum kunnu taka eina hond í mánakvøldið 8. Juni og mikukvøldið 10. Juni, bæði kvøldini kl. 19.00. Kross í kalendaran Gongst sum Eystur búgva­ felagið ætlar verður alt komið uppá pláss, tá ið árligi ruddingar­ og grill­ dagurin verður fríggjadagin 19. juni. Felagið hevur bjóð­ að umboðum fyri Tórs­ havnar Kommunu, sum hevur staðið fyri fígg ingini, framvið at siga nøkur orð, meðan børnini klintra og sparka og tey vaksnu royna nýggju grillina. Heima síðan hjá felagnum eitur: www.eysturbugvar.com Eysturbúgvar búgva seg út Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum: -Framleiðslan frá Ettrick fer at hava stóran týdning fyri framtíðar menningina av felagnum FPSO oljuskipið, sum er leigað av eitt nú Atlantic Petroleum at taka olju upp úr Ettrick feltinum er komið uppá pláss. Mynd Atlantic Petroleum Mynd: Av heimasíðuni www.eysturbugvar.com