fríggjadagur 5. juni 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NORÐOYASTEVNA
2
Nr. 105 • 5. juni 2009
Gongur soleiðis sum
bæði forkvinnan og
næstformaðurin í
sosialu nevnd ætla,
verður eitt nýtt ellis- og
røktarheim bygt í
Klaksvík tey næstu árini.
- Tað er stórur tørvur á
einum slíkum heimi, og
nú er tíðin komin at fara
undir at fyrireika bygg-
ingina, sigur Elsebeth
Gunn leygsdóttur
Hansen, sum er býráðs-
limur í eini samgongu
sum hevur valt at
raðfesta eldraøkið
Klaksvík: Fyrst kom eitt ellis-
og røktarheim. Men nú skal
altso byggjast eitt aftrat, fyri
at nøkta tann stóra tørvin á
røktarheimsplássum í næst-
størsta býi okkara.
Tað er í øllum førum ætlanin
hjá forkvinnuni, Elsebeth
Gunn leygsdóttir Hansen og
næstformanninum Atla S.
Justinussen.
Verandi røktarheim í Klaksvík
er bygt fast í og er at meta
sum ein partur av Klaksvíkar
sjúkrahús. Ætlanin er, at hetta
nýggja heimið skal liggja væl fyri
í býnum og vera lætt atkomuligt
hjá øllum.
– Ja, vit leggja stóran dent
á, at heimið fer at liggja í
fjølbygdum øki, og at búfólkið
somuleiðis skal hava gott útsýni,
sigur Elsebeth.
Tey bæði hava hugsað um
møguligar plaseringar, men av tí
at málið enn er so fekst, og ikki
viðgjørt í býráðnum, vilja tey einki
siga um eina møguliga plasering.
Tað verður heldur einki sagt
um kostnað ella tíðarætlan, men
gongur sum ætlað verður ein
arbeiðsbólkur settur longu í heyst
at arbeiða víðari við málinum.
– Málið hevur skund, tí tørvurin
á akuttum røktarheimsplássum
er so ovurhonds stórur, sigur
forkvinnan í sosialu nevnd.
Uppskotið til eitt nýtt ellis-
og røktarheim í Klaksvík varð
lagt fram fyri sløkum tveimum
mánaðum síðani. Nú verður
tað so upp til politikkarnar í
býráðnum at avgera lagnuna hjá
tí.
Óhugsandi er ikki, at tað verður
framt í verki um fíggjarligu
umstøðurnar verða til tað.
Samgongan í býráðnum hevur
nevniliga sett sær sum mál at
raðfesta eldraøkið nógv hesi
komandi fýra árini.
Akuttur tørvur
Hetta málið er so nýtt, at tað
als ikki hevur verið til politiska
viðgerð í býráðnum sjálvum.
Men málið um at byggja eitt
nýtt røktarheim í Klaksvík hevur
kortini verið viðgjørt í sosialu
nevnd í býráðnum, og her vóru
allir limirnir sinnaðir til, at eitt
nýtt røktarheim skal byggjast í
Klaksvík.
– Vit duga øll at síggja, at
tørvurin fyri einum slíkum ellis-
og røktarheimi er stórur her í
býnum. Nú vilja vit so gera okkara
til, at tað kann gerast veruleiki,
sigur Elsebeth Gunnleygsdóttir
Hansen.
Hon vísir á eitt úttalilsi frá
januar mánaði í ár, har staðfest
varð at tann akutti tørvurin á
slíkum plássum var 25.
Samstundis verður staðfest,
at eingi røktarheimspláss eru
útvegað, síðani sambýlið á
Heygum lat upp fyri eini seks
árum síðani.
Tørvurin er neyvan mink-
aður síðani tá, og tí hevur tað,
sambært báðum upp skots-
stillarunum skund at farið verður
undir at fyrireika hetta málið.
Gott konsept
Í uppskotinum til ellis- og
røktarheim hava tey bæði,
Elsebeth og Atli gjørt sær sína
hugsan um, hvussu farast skal
fram ta komandi tíðina.
Málið skal fyrst gjøgnum
ta politisku skipanina og teir
almennu myndugleikarnar, og
síðani skal ein arbeiðsbólkur
setast at skipa byggingina á
bestan hátt.
– Vit ætla eisini, at eitt
grundøkið skal ávísast líka so
skjótt, sum nýggja miðbýar-
ætlanin er samtykt av býráðnum,
slær Elsebeth fast.
Í hugaheiminum hjá henni og
samstarvsfelaganum Atla, røkkur
hugsanin eitt sindur víðari enn
bert til at umfata eitt vanligt
røktarheim, soleiðis sum tey eru
skipað kring landið.
– Ja, vit ynskja sjálvandi
at byggjast skal eitt ellis- og
røktarheim her í býnum. Men
ætlan okkara skal samstundis
geva møguleikar fyri nýggjum
og spennandi møguleikum, sigur
Elsebeth Gunnleygsdóttir Hansen.
Ein av hesum ætlanum er
at hava eitt dagtilhald í sama
bygningi, men sum kortini verður
fyri seg.
Teirra ynski er at seta trivnaðin
í hásætið. Og so vóna tey bara
at hinir býráðslimirnir hava somu
hugsan!
–––––––––––––––––––––––––––––
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Fyrireika
nýtt
røktar
heim
í Klaksvík
Klár tá fíggjarstøðan broytist
Næstformaðurin í sosiali nevnd, Atli S. Justinussen sigur, at tey ikki vilja seta nakra tíðarætlan fyri, nær
farast kann undir heimið ella nær tað verður liðugt.
- Sum fíggjarstøðan í kommununi er beint nú, eru førleikarnir fyri eini slíkari bygging ikki góðar í løtuni.
Men hetta forðar okkum kortini ikki í at fyrireika málið, siga uppskotsstillararnir.
Tíðarætlanin fyri heiminum er treytað av inntøkunum hjá kommununi, og er ætlanin at fremja ætlanina
í verki so skjótt sum møguleikin er til staðar.
Tey bæði vísa á, at seinastu seks-sjey árini eru eingi nýggj búpláss til tey eldru útvegað í
Norðoyggjum, hóast tørvurin er stórur - eisini tann akutti.
- Vit ætla so ikki at liggja á teirri latu síðuni, men ætla at arbeiða nú við fyrireikingini til heimið. So eru
vit í hvussu so er klár at fara undir byggingina, tá tað fer at venda fíggjarliga í Klaksvík, sláa Elsebeth
Gunnleygsdóttur Hansen og Atli S. Justinussen fast.
Stórur tørvur er á einum ellis- og røktarheimi í Klaksvík, men ráðini eru
ikki til at byggja eitt slíkt í løtuni. - Vit vilja kortini gera fyrireikingar til
eitt slíkt, tí so eru vit klár, tá tað fer at venda fíggjarliga, siga forkvinnan,
Elsebeth Gunnleygsdóttir Hansen og næstformaðurin í sosialu nevnd,
Atli S. Justinussen
Mynd: Jens Kr. Vang