Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 • 5. juni 2009 NORÐOYASTEVNA 6 Norðoyri: - Ein slíkan dag sum í dag kann man simpelthen ikki sita inni. Man má bara fara útum! Tað er mikudagur og fólk eru uttandura í góðveðrinum. Heimeftir Oyrarvegnum kemur Hjørdis trillandi við barnavogni sínum. Í vogninum situr eitt ára gamla Karita og við síðuna av teimum rennur fýra ára gamla Miram. Tær báðar systrarnar eru bert tvær av íalt 15 børnum undir skúlaaldur á Norðoyri. Tað skuldi verið gott grundarlag fyri at bygdini eisini verður lív lagað í framtíðini, eins og tað var longu fyri 425 árum síðani. Tær eru á veg til hús, nú tað fer at líða til nátturðatíð. Tá svongdin fer at gera seg galdandi er gott at hava stuttan veg til hús. - Vit eiga hasi nýggju sethúsini haryviri. Tey liggja faktiskt beint við ánna, sum vit hava tikið til okkara eftirnavn, sigur Hjørdis Hávarsá. Hesi húsini eru bert eitt av mongum nýggjari sethúsum á Norðoyri. Bara í fjør vaks íbúgvaratalið við meiri enn 14 prosentum. Neyvan nøkur onnur bygd hevur upplivað slíkan vøkstur eftir bert einum ári. - Eg skilji væl, at fólk vilja búseta seg her. Hetta er besta stað á jørð! Hennara paradis Er tað nakað sum hevur týdning fyri fólk, so man tað vera heimið og heimstaðið. Og yvirhøvur munnu fólk vera errin av heimbygdini. Mangar bygdir kring landið eiga sín egna bygdasang, og finst skrivandi fólk í bygdini hava hesi eisini latið úr hondum søguna hjá bygdini. Men tað kunnu eisini vera heilt onnur viðurskifti ella søguligir persónar, sum gera sítt til, at fólk vita um eina ávísa bygd. Tað er ikki hvør bygd, sum kann reypa sær av at hava havt sjálvan Nólsoyar Páll búgvandi her í bygdini! Spyrt tú Hjørdis og øll hini 96 fólkini á Norðoyri, er eingin ivi at hóma í teirra verð: Hóast onnur kunnu halda bygdina vera óinteressanta og liggja bæði avskorna og fjarskotna frá grannabýnum Klaksvík, so eru tey ikki samd í tí. Noy, Norðoyri er hennara bygd og teirra paradis á jørð. - Eg havi búð her í samfull 31 ár, og geri tað framvegis. Hetta er eitt fantastiskt stað at búgva í, slær hon fast. Fuglasongur og jarman Hóast onkur kanska kann halda, at her verður tikið ov rívan til, so ber skjótt til at staðfesta at okkurt er um tað, sum Hjørdis sigur. Hyggur ein seg um er skjótt at staðfesta, at bygdin liggur væl fyri. Valurt útsýni er yvir alla Borðoyavík. Her er stuttur vegur niðan í fjøllini, og hevur tú hug at fara oman í fjøruna, ja so er hon beint her. Og lurtar tú eitt bil, hoyrist fuglasongur í bø og haga, og seyðurin jarma beint við húsini. Hyggur tú eitt sindur út um bygdina, so liggur bygdin fyri seg við endan av vegnum frá Klaksvík. Her er eingin gjøgnumkoyrandi ferðsla, her er friðarligt og sera gott hjá børnum at vaksa upp. - Tað einasta sum harmar meg eitt sindur er breiðkanin av vegnum. Hetta hevur tíverri gjørt sítt til, at onkrir bilførarar nú brúka henda vegin til rallykoyring! Tíbetur smalkar vegurin inn í bygdina, og tí ber ikki til at koyra skjótt her. Gott at búgva Eitt er, at fólkið á Norðoyri vita, hvussu gott tað er at búgva her. Hetta hava onnur so líðandi eisini funnið útav. Tey nýggjastu hagtølini vísa nevniliga, at bygdin er vaksin úr fáum fólkum upp í sløk 100 tey Her er so deiliga bygdasligt Tað eru helst tey sum ikki vita, hvar bygdin Norð oyri liggur. Men fyri Hjørdis Hávarsá er Norð oyri snøgt sagt bara bygdin við stórum B. – Eg kundi ikki hugsað mær at búð nakra aðrastaðni enn her. Hetta er mítt heimliga um hvørvi, sigur 31 ára gamla kvinnan, sum í løtuni er næm­ ingur á Lær ara skúlanum í Havn Norðoyri við sínum skjótt 100 íbúgvum hevur eisini sítt egna bygdarfelag. Hetta varð stovnað herfyri, og var eitt uppskot til felagsnavn tá samtykt. Men stovnararnir hildu tað kortini vera betri at bíða við at kunngera navnið, tí tað líktist so nógv navninum á øðrum felagi í Klaksvík. Ætlanin við felagnum er í øllum førum at skipa fyri ymiskum tiltøkum í bygdini, við tí endamáli at sjóða bygdarfólkið saman og at annars at menna bygdina. Hetta er ikki minst vorðið aktuelt, nú fólkatalið veksur ár undan ári. - Tað hevur sín týdning, at tey nýggju fólkini herúti koma at føla seg vælkomnan millum okkum, sum altíð hava búð her. Ja, tað hevur verið sera stuttligt at síggja, hvussu væl fólk hava tikið undir við tiltøkunum. Øll hava verið við og øll hava givið eina hjálpandi hond. - Tá tað er soleiðis, tá tímir man at halda fram, sigur Hjørdis sum er ein av nevndarlimunum í bygdarfelagnum á Norðoyri. Millum málini sum felagið arbeiðir við, er ætlanin at byggja eitt bygdarhús. Nær hetta verður veruleiki, verður kortini einki sagt um. Í bygdini hava verið ymisk tiltøk, m.a. tá jólatræið verður tendrað, á føstulávint og í fjør var haraftrat eitt summartiltak á Norðoyri, har m.a. felags morgunmatur var á skránni. Sum skilst er ætlanin at endurtaka hetta tiltakið í summar. Øll skulu føla seg vælkomin