fríggjadagur 5. juni 2009síða 37
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 • 5. juni 2009
Samuel Smith Organic
Cherry
Edelweiss Weissbier
Badger Golden
Champion
Ørbæk Fynsk Forår,
vistfrøðilig
37
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Uppruni: Ongland
Ummæli: Hindberreyður litur.
Ljóst rosa froði. Kraftmikil angi
av kirsuber-frukt og marsipan
(frá kirsuber-steinunum).
Næstan sum kirsuber-
sós. Smakkurin næstan
vinøsur við fruktsøtleika- og
fruktsýru-dygdum. Væl kenda
handverkið frá Samuel Smith
kennist aftur. Hetta er tó ikki
ein bjór, ið tú kulkar í teg. Men
sum ein leskiligur fordrykkur
ella sum dessert afturvið eina
myrka sjokolátu-køku riggar
hon sera væl.
Kostnaður: Kr. 27,00 (0,355 L)
Skoðsmál:
Uppruni: Eysturríki
Ummæli: Óklárur korngulur
litur. Tættur kritahvítur froði.
Eyðkendur frískligur angi av
hveitiøl við onkrum kryddi,
ið skal eitast at vera alpint.
Eftir mínum tykki ov nógv
banan- og gummibomm-kent
og so okkurt “stór-blomstrut”
á markinum til tað vulgera.
Smakkurin hevur sanniliga
hveiti-dygdir, men tíverri eisini
okkurt tuttifrutti-kent, ið ber
brá av barna-tyggigummi.
Kostnaður: Kr. 20,50 (0,33 L)
Skoðsmál:
Uppruni: Ongland
Ummæli: Kopargyltur litur.
Vaniljuhvítur froði, ið livir
rættiliga leingi. Angin er
spennandi og samansettur.
Malt, humla, mandarin,
hunangur og eitt brá av
hylliblóma. Her riggar, væl
samansjóðað, harmoni.
Frískligur smakkur við meðal
fyllu og góða javnvág. Ein góð
summarbjór!
Kostnaður: Kr. 29,00 (0,5 L)
Skoðsmál:
Uppruni: Danmark
Ummæli: Óklárur ljóst
ravgyltur litur. Hampuliga
tættur hvítur froði. Lættur
malt-angi, ið fyrst og fremst er
merktur av kraftmiklum anga
av hyllublóma. Mest sum ov
og ikki serliga harmoniskt.
Hylliblóma-saft smakkar væl
einsamalt, men saman við
øl fær tað eitt sjampo-kent
útrykk og er ikki bjórina til
nakran sóma. Her er talan
um vistfrøðilig yvirgerað ale,
bryggjað á malt og spelt.
Málbólkurin er uttan iva
konufólkini. Tey hava betri
uppiborið!
Kostnaður: Kr. 31,00 (0,5 L)
Skoðsmál:
Eftir at Grams fyri kortum
ummælti nýggju bjórina frá
Føroya Bjór, Tór, er hóskandi at
kanna hvat finst av útlendskum
øl-sløgum á hillum Rúsans fyri
tíðina. Nú forførandi føroyska
summarið er í nánd og okkurt
leskiligt kann freista.
Fleiri nýggj sløg teljast,
men vit eru enn niðanfyri tey
føroysku 5,8 prosentini, ið
avmarkar úrvalið sum vit kunna
bjóða okkum sjálvi og vitjandi
fremmandafólki í summar.
Hvat er so ein góð summar-
øl?
Hon skal vera løtt, leskilig
og livandi og samstundis vera
bæði samansett og varðveita
eina góða javnvág.
Fleiri bryggjarí eru farin
at bryggja serstøk vár- ella
summarbjór. Tað stóra rákið
er at tilseta hylliblóma sum
krydd. Eftir mínum tykki
er tað undantakið at hetta
hepnast nakað serliga væl.
Parfumeringin gerst oftani ov
óharmonisk og ”sápukend”.
Viðurkenda bryggjaríið
Samuel Smith hevur latið úr
hondum eina kirsuberja-øl.
Rættiliga serstøk har bjór-
eyðkennið næstan er horvið
og berfruktin er í hásæti. Havi
hug at skýra hana víðgongda,
og hetta er meint jaligt. Roynið
Samuel Smith Cherry, ið
forrestin er vistfrøðilig til eina
lekra sjokolátu-køku, gjarna
av ”brownie”-slagnum við
fyrstafloks myrka sjokolátu og
bakað so hon dettir saman. Til
hana, ið vil forføra mannin eitt
summarkvøld er hetta eitt gottt
”match”.
Summarbjór