Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-05, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 2009síða 39

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 • 5. juni 2009 39 bóka ummælið mortan@hamrabyrgi.com Góð frukt ...úr Keyps samtøkuni Góð frukt ...úr Keypssamtøkuni Gr. Kambans Gøta 13 · telefon 322525 Vælvera Vit standa eisini fyri móttøkum, brúdleypum og líknandi www.Gourmet.fo Toscana 31 11 09 Matur til einhvønn góma KJØTRÆTTIR SKELJADJÓR FISKUR PASTA PIZZA DURUM Porta Via 32 11 03 Eisini ber til at fáa mat út úr húsinum Um tú telist millum teirra sum ikki heldur seg duga at gera mat, so er vón fyri framman. Gitni bretski sjónvarpskokkurin, Jamie Oliver, lovar í nýggjari bók síni, ”Alle kan læra at lave mad”, at tú eftir 24 tímum gerst so frægur kokkur, at tú verður førur fyri at gera tær og tíni bæði vælsmakkandi og heilsugóðan mat. Og tað er sanniliga ikki so lítið! Nýggi boðskapurin frá bretska mat- úrmælinginum er: lærið og lærið frá tykkum! Tað snýr seg um átak, ið Jamie Oliver gjørdi í norðurenska býnum, Rotherham, sum eftir øllum at døma er episentrið fyri junkfood í Onglandi. Bókin viðger tað gongd, sum íbúgvarnar í Rotherham fóru ígjøgnum, tá ið Jamie skuldi læra teimum at gera veruligan mat frá grundini heldur enn at seta líkagyldugar skundverðar á borðið. Í fyrsta partinum er, sum Jamie vant, sera hentar upplýsingar um køkstól , køkstøkni og góðar grund-rávørur. Síðani koma uppskriftirnar, og tær telja bæði morgunmat, døgurðar úr fiski, kjøt og fugli, salatir, køkur og ís. Sum íblástur til uppskriftirnar hevur Jamie leitað í indiskari, italskari og enskari matmentan. Og so eru vit sjálvandi eisini í kenda Jamie Oliver- universið, har eingin keðir seg ella fer svangur í song. Allar uppskriftir eru líkatil at fara í holt við. Myndir og tekningar leggja lag á og eingin orsøk tykist longur at vera fyri ”ikki at duga at gera mat”. Tað kunna øll læra! ”Jamie Oliver – Alle kan lære at lave mad”, Jamie Oliver, Lindhardt og Ringhof, 360 blaðsíðir, innbundin, uml. kr. 276 í bókhandlunum Jamie Oliver lærir øll at gera mat