mánadagur 8. juni 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 106 - 8. juni 2009
529 ungfólk vænta
sær kjans at arbeiða
hjá Tórshavnar
Kommunu í summar.
Eftirspurningurin
er ovurstórur, men
kommunan megnar
bert at taka umleið
200 ungfólk í arbeiði
Ung í arbeiði
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Áhugin hjá ungum eftir at
arbeiða
hjá
Tórshavnar
kommunu í summarferiuni
er stórur. Fríggjadagin 5.
juni var freistin at skriva seg
upp farin, og tá samanum
kom, høvdu ikki færri enn
529 ungfólk úr allari komm
ununi skrivað seg upp.
Hetta er munandi meira
enn í fjør, tá tað vóru 392
ungfólk, ið skrivaðu seg upp
til arbeiði í summarferiuni.
Men tað vóru heldur ikki øll,
ið fingu arbeiði í fjør. Gott
og væl 200 ung fingu bjóðað
arbeiði í fjør, og Linda Peter
sen, samskipari av Ung í
Arbeiði
hjá
Tórshavnar
kommunu, væntar at talið
verður umleið tað sama í ár.
Øll vinna
Ung í Arbeiði er eitt átak,
har kommunan bjóðar ung
dóminum mat gera fyrifall
andi arbeiði í summarfrítíð
ini. Í Tórshavnar kommunu
er tilboðið galdandi fyri tey,
ið eru millum 14 og 16 ár.
Vanliga er tað arbeiði so
sum at lúka, rudda, mála,
gera gøtur, antin nýggjar ella
viðlíkahald av verandi, og
annars at fríðka um í komm
ununi. Tey læra jú eisini um
at arbeiða, og yvirhøvur tað,
at fara upp til arbeiðis. Tey
sleppa undan at sita heima,
og eg haldi at øll vinna við
hesum. Bæði tey ungu, for
eldrini og kommunan, sigur
Linda Petersen, samskipari
av Ung í Arbeiði.
Men tað er ikki einans
tey ungu, sum vinna sær
hýru og royndir, foreldrini,
ið sleppa undan at hava tey
sitandi heima alla summar
feriuna, og kommunan, ið
fær ymiskt arbeiði gjørt, ið
vinna við hesum.
Vit hava eisini gjørt tað
møguligt hjá borgarum at
koma við uppskotum um
arbeiði á kommunalum øki,
sum tey ungu kunnu taka sær
av. Ofta vita borgararnir í
nærumhvørvinum best, hvat
tørvur er á, og nú hava teir
møguleikan at vísa á hetta,
greiðir Linda Petersen frá.
Avgerðin fellur
um eina viku
Nú er freistin at skráseta
seg farin, og 529 hava søkt.
Men tað verða ikki øll, ið
fáa arbeiði, tí tað ikki letur
seg gera. Men avgerðin um,
hvør sleppur at arbeiða,
verður tikin av eini teldu, ið
verður sett at draga nøvnini
tilvildarliga úr tilmeldingar
listanum.
Hvørt umsøkjarin var
fyrstur ella síðstur at skrá
seta seg, hevur ongan týdn
ing fyri hvør fær tillutað
pláss. Teldan velur tilvildar
liga millum allar luttakarar,
og verður lutfallið eins fyri
gentur og dreingir og fyri
allar aldursbólkar.
Drigið verður komandi
mánadag, tann 15. juni, og
tá verður kunngjørt, hvør
sleppur at arbeiða.
Í 2009 verður arbeitt í vik
unum 27, 28, 29 og 30.
Tað er tíðarskeiðið frá 29.
juni til 24. juli.
Vit eru flutt til
Sverrisgøtu 7
Vit umboða
• Klæðir frá Greenhouse
• Smúkkur frá Vaiva
• taskur frá Jah bag
Hali Lingeri v/Gudny av Húsabrúgv · Sverrisgøta 7 · FO-100 Tórshavn · tlf. 510068
opið er soleiðis:
týsd. – fríggjadag kl. 10.00-17.30
Leygardag ........... kl. 10.00-14.00
mánadag............. stongt
E K S K L u S i V t f L o t t o G f E m i n i n t
Um tað eru ljósu tíð
irnar, ið hava bøtt um
sinnalagið, ella før
oyingar bara berjast
minni, er ilt at gita
um. Í øllum førum
var ógvuliga friðarligt
hjá løgregluni, hóast
bæði norðoyastevna
og truckerfestivalur
vóru í Klaksvík um
vikuskiftið
112
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Eitt tað størsta mentanar
vikuskiftið í Føroya søgu er
júst farið afturum. Í høvuðs
staðnum var mentanarnátt
fríggjakvøldið, í Skálabotni
var fjarðafestivalur, og í
Klaksvík var bæði norðoya
stevna og truckerfestivalur í
einum.
Hesi tiltøk hava øll í sín
um lag savnað eina rúgvu
av fólkum, og tá nógv fólk
savnast, og veitsluhugurin
er í topp á kvøldi, er vanliga
eisini skjótt at hugurin at
berjast kemur á fólk. Men
soleiðis
var
ikki
hetta
vikuskiftið.
Í Havn hevur verið óvan
liga
friðarligt.
Klokkan
19.20 leygarkvøldið varð
boðað frá, at fýra mans vóru
farnir upp at sláast á
Vaglinum í Havn. Talan var
um fýra russar, og teir vóru
tiknir við á støðina at køla
av. Neyðugt var við tolki, til
tess at fáa tosað við menn
inar. Tá teir høvdu verið inni
eina tíð, vóru teir tó sissaðir
og latnir leysir aftur.
Sunnunáttina
klokkan
2.49 varð meldað, at tað var
eitt størri slagsmál við
Steinatún.
Tá løgreglan kom á stað
ið, vóru fleiri, ið vóru í
hornatøkum, men teir siss
aðust skjótt. Tó var ein,
sum í var verandi í reyða
feltinum, og sparkaði og
sló. Hann varð handtikin,
og verður skuldsettur fyri
brot á politiviðtøkurnar.
Váttligt í Klaksvík
Vikuskiftið í Klaksvíkini
var sera friðarligt sum
heild. Løgreglan hevur í
mestan mun havt við fólk,
ið hava fingið ov nógv nið
urum, at gera.
Seks ferðirnar hevur løg
reglan verið úti og vakt
fólk, bæði konufólk og
mannfólk. Eingin er tó tikin
á støðina.
Tvey herverksmál hava
verið. Ein rútur var brotin á
einum skonkistaði, og gern
ingsmaðurin hevði skorið
seg. Hann varð koyrdur á
sjúkrahúsið. Hetta var leyg
arnáttina klokkan 2.42.
Klokkan 3.33 vóru tveir
mans farnir til hendurs uttan
fyri KÍhøllina, og tað málið
varð loyst við at annar per
sónurin varð sendur til hús.
Ein persónur hevði lagt
seg at sova í einum bili, har
hann einki hevði at gera, og
hann varð vaktur av løg
regluni.
Klokkan 4.14 sunnunáttina
vóru trý ungfólk í so áhugað í
einum bili, ið stóð við sandin.
Tey
vóru
burturvíst
tá
løgreglan kom á staðið.
Alt í alt er talan um eitt
sera friðarligt vikuskifti í
Klaksvík, tá havt verður í
huga at bæði norðoyastevna
og truckerfestivalur hava
verið.
Um vikuskiftið er eingin
í
landinum
tikin
fyri
rúsdrekkakoyring ella ov
nógv ferð.
Hugurin at berjast
lítil í Klaksvík
Ovurstórur eftir
spurningur eftir
summararbeiði
Tey eru nógv, ið nú standa í bíðirøð eftir at sleppa at arbeiða fyri Tórshavnar Kommunu.
Tilsamans eru tey 529 ungfólk, 461 úr Havn, 11 úr Nólsoy, 32 úr Kollafirði, 10 av Velbastað ella
Kirkjubø, 10 úr Kaldbak og 5 úr Hesti
Savnsmynd