Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 107 - 9. juni 2009 11 Samstundis sum Kring­ varpið eigur tøkk uppi­ borna fyri Kjakaríið, sum varð sent beinleiðis úr Skopun við evninum kommunusamanlegging í Sandoynni, so eru tað eftirhondini nógv her á Sandi, sum hava lagt til merkis, hvussu selektivur tíðindaflutningurin úr Sandoynni er Tí hóast vit á Sandi jú gleð­ ast um tað góða, sum hendir kring landið av smásøgum og stórtíðindum, so er einki at taka seg aftur í, at tíðinda­ flutningurin úr oynni ikki hevur verið serliga myndandi fyri bygdina og virksemi á Sandi. Skal til kunningar nevna trinni evni, sum ein lættliga kundi viðgjørt í tíðindahøpi, ella sum smá­ søgur í morgunútvarpi. Nýggi barnaskúlin á Sandi 28. februar var nýggi barna­ skúlin á Sandi alment tikin í nýtslu. Hóast innbjóðing var hvørki sjónvarp ella útvarp á staðnum. Avgerðin um at byggja skúlan var jú ein av teimum heitastu í bygdini, og stríðið fekk rúma innivist í miðlunum. Júst tí kundi tað verið spennandi hjá Kring­ varpinum at lisið kringum­ støðurnar, nú skúlin varð liðugur. Vóru fólk nøgd, ónøgd og helt kostnaðarætl­ anin, sum “by the way” sigur at skúlin er bíligast bygdi skúlin í landinum. Samstund­ is sum almennu skúlabygg­ ingarnar spreingja allar mett­ ar fíggjarætlanir. Enn eitt viðkomandi sjónarhorn í kritiskum journalistikki. Har­ umframt er hettar fyrsti skúl­ in á Sandi í 125 ár. Hann hevur alskyns hentleikar. Er bygdur í samlóði við náttúr­ una, og so snýr hettar seg um bleyt virði, tá tey eru best! Útivikan 2009 Fólkaheilsuráðið tók stig til eina Útiviku í mai. Sands Kommuna, saman við sjálv­ bodnum, tók tiltakið til sín og skipaði fyri nógvum úti­ tiltøkum. Eitt nú varð til­ haldið Hugnin á grillútferð. Trinni kvøld vóru beach­ volley tiltøk á sandinum, saman við øðrum bóltspøl­ um, og grilltiltaki fríggja­ kvøldið. Fleiri skipaðir gongutúrar vóru við ferða­ leiðara, og seinast men kanska týdningarmest, so skipa Sands Skúli og Sands Kommuna í felag fyri 6 vikur langari kapping millum skúlanæmingar um hvør teirra er raskast at ganga ella súkkla í og úr skúla í nevnda tíðarskeiði. Bleyt virðir so tað forslær, men einki aftur­ ljóð úr Kringvarpinum. Fyrsta bygda bókasavnið uttan fyri Havnina Í gjár var móttøka í samband við at Sands Kommuna takk­ aði Daniellu Olsen, (96 ár í gjár) fyri ovurhonds stóru gávuna hon hevur givið heim­ bygdini, nýggja bókasavnið á Sandi. Martin Næs frá Menta­ málaráðnum upplýsti stóru samkomuni, at hettar er fyrsta bygda bókasavnið, uttan fyri høvuðsstaðin. Eitt hetjuavrik hjá Daniellu Olsen, sum ikki verður minni hetjukent, av at hon er kvinna og hevur strítt seg gjøgnum eitt avbjóðingaríkt lív á leiðini. Bleyt virðir við nærum vónleysum fortreyt­ um, men ongan áhuga hjá almenna Kringvarpi okkara. Felags fyri øll tiltøkini er, at tey eru lýst við kunningar­ skrivi, sum er sent til hvørt húsarhald í kommununi, og harumframt hava fingið innivist á www.sandportal.fo og www.visitsandoy.com Gamaní, at alt ikki verður tugt og tannlað í tíðindasend­ ingum, men somikið av tíð­ indavirði er í hesum trimum dømum, at onkur við tí minsta av tilknýti til Sand­ oynna, ella við ábyrgd fyri almenna tíðindaflutinginum eigur at »fanga« hesi avgjørt týdningarmiklu tiltøk á Sandi og fyri landið við. Okkara Kringvarp? Vóni ikki, at hvør ið heldur á mikrofonini, er avgerandi fyri hvagar mikrofonirnar hjá almenna Kringvarpi okkara røkka, men tað er nógv sum bendir á tann bógvin. Skuldi mín illgruni verið á leið, so er trupult framhaldandi at argumentera fyri einum óheftum public service stovni. Tí, skal stovnurin hava álit og undirtøku í fólkinum, so er týdningar­ mikið at Kringvarpið virkar um landið alt, og at tíðinda­ valini ikki byggja á litaðar persónligar støðutakanir, men á fakliga og sakliga journalistiska grund. borgarstjóri á Sandi Páll á Reynatúgvu Barnið er treytaleyst bund­ ið at vaksnum fólki í menn­ ingini sum sosial sjálvstøð­ ug vera ­ tó er barnið ein­ staklingur. Barnið stendur einsamt í fjøldini, og skal læra at liva lív sítt í heim­ liga umhvørvinum Brynja børnini at liva egið lív Fram um djór hevur menn­ iskjað hugsan. Hugsan, sum ger okkum serstøk og virðis­ mikil. Hóast sterk íborðin gen, kunnu vit ikki síggja burtur frá, at lívið, sum livir rundan um okkum, vissuliga hevur stóra ávirkan á hugsan okkara. Heima læra børnini at liva. Tað er sera týdningarmikið, at vit vaksnu eru tilvitað um hetta, taka ábyrgd, seta mørk og eru ein partur av lívinum hjá børnunum ­ so tey læra at liva og virða seg sjálvan og onnur. At trívast í egnum likami Barnið er treytaleyst bundið at vaksnum fólki í menningini sum sosial sjálvstøðug vera. Veruleikin er, at við einum mennandi sosialum umhvørvi, kunnu vit brynja børnini at liva egið lív og trívast í givnum likami. Hetta er í sjálvum sær málið. Hugsið um hetta Treytin fyri eini livandi hugs­ an er, at børn duga og hava álit á sær sjálvum at hugsa sjálvstøðugt. Haldi tó, at vit krevja alt ov tíðliga av børn­ um okkara, at tey skulu vera før fyri at døma um, hvat er rætt, og hvat tey sjálvi halda. Hetta er ein tíðarkrevjandi til­ gongd og menning av per­ sónsmensku. Hetta er evni at siga, hvat satt, rætt og sámu­ ligt er. At vit vaksnu ikki vísa ábyrgd og ikki geva nóg greið signal, er ein av orsøkunum til, at børnini kunnu halda, at vit eru líkasæl. Áðrenn børn eru búgvin til tað, fáa fleiri alt ov stóra ábyrgd. ”Hatta finnur tú sjálv útav” ella ”hvat heldur tú?”. Persónligur førleiki Eisini er tað av stórum týdn­ ingi, at persónligur førleiki hjá barninum liggur sum grundarlag fyri tí, vit krevja, at tey duga. Vit eiga sjálvsagt at seta høgt í virði evni teirra at hugsa og geva teimum rúm og tíð at gera og menna tað. Tó eigur hetta at vera í einum umhvørvi saman við vaksnum. Vaksin ávirka við samveru. Ofta meta vaksin tað tó sum ov lítlan heiður at hugsa og tosa um tað, sum væl verður talað um, og tí hoyra og síggja børn tað, sum darvar mennandi og fríu hugsan teirra, og minni dygd liggur tí eisini í at gera sítt besta. Dygd er í, at barnið slepp­ ur at vera barn í gerandis­ degnum. Hetta gevur barni­ num sjálvsálit, sum eisini kemur teimum til góða seinni í lívinum. Heild í gerandisdegnum Tað, sum eg síggi sum ein mangul í føroyska fólka­ skúlanum, og sum vit eisini kenna sum ein trupulleika í grannalondum okkara, er eina heild í gerandisdegnum hjá næmingunum ­ hetta eru tey, sum eg oman fyri kalli børn. At tey vaksnu, sum eru um næmingarnar taka ábyrgd, seta mørk, hava virðing fyri læru og sjónliga seta heiður í, at næmingarnir gera sær ómak. At tey ikki síggja skúlan sum ein ansing­ arstovn, men ein lærustovn. Barnið eigur at kenna gerandisdagin sum eina góða og mennandi heild, har barnið veit, hvat verður kravt og er fyrireikað bæði at fáa og at geva. Í sosialu menningini liggur stórur týdningur í at vera eitt spælandi barn. Hetta er fyrireikandi arbeiðið vit vaksnu eiga gera. Her fær næmingurin pláss at vera barn, at læra at liva og fer uttan iva at trívist í likami sínum. Børn skulu trívast í egnum likami hjarta@kallnet.fo tóRa við Keldu Umboð fyri alivinn­ una og WWF (World Wildlife Fund) hava fundast í Føroyum um treytirnar, sum skulu galda fyri aling í framtíðini. Dánjal Petur Højgaard, lív­ frøðingur var við á fundunum Aling og framtíðin Ætlanin er at fáa ásett felags viðtøkur fyri aling kring allan heim. Hetta arbeiðið skal verða liðugt í 2011. Evnini eru heilsa og trivnaður hjá alifiskum (ella øðrum aldum dýrum og tara), umhvørvisárin, fóðurviðurskifti, arbeiðsviðurskifti hjá starvsfólki og samfelagsligur týdningur. Samskipari fyri hesum tiltaki, ið byrjaði í 2008 í Keypmanna­ havn, er Christoph Michelsen, ið starvast hjá WWF í Danmark. Fundur nr. 2 er júst hildin á Hotel Føroyum, mikudagin, 27 og hósdagin, 28. mai. Fundurin í Føroyum eydnaðist væl. Her var ein breið luttøka frá allari vinnuni og frá nógvum ymiskum londum. Hesaferð var tað serliga síla­alingin, ið var á skránni; men fyri framman standa onnur fiskasløg á skránni sum t.d. laksur, tilapia, rækjur, skeljadýr (ostra, kræklingur, jákupsskel). Fundurin er fyriskipaður av WWF (World Worldlife Fund) og nevnist FTAD (Freshwater Trout Aquaculture Dialogue). Tey luttakandi eru úr mongum ymsum felagsskapum, ið hava við alivinnu at gera, umframt almenn starvsfólk, vísindafólk og teknikarar. Innan lógarverkið í teim ymsu londunum er ætlan­ in at finna fram til felags, standard viðtøkur, ið vinnan sjálvboðin skal samtykkja at ganga undir. Sostatt er ikki talan um nýtt lógarverk, ið verður gjørt frá í erva. Fyrra dagin vóru ymsar fakligar framløgur. Seinna dagin vóru kjak um felags niðurstøður at nýta til komandi fundir. Arbeiðsætlanin í fundar­ røðunum er í høvuðsheitum hendan: Árin­Prinsipp­Kriteria­ Indikatorar...ið eftir viðgerð førir til felags standardir fyri alla alivinnu (umhvørvi, fóður, vøru, arbeiðsviðurskifti o.a.). Næsti fundur skal haldast longu til heystar í Spania. Soleiðis verður hildið fram, til 2011, har almennar hoyringar eisini vera um tey náddu málini. Við tað, at bæði alivørur og veiddar vørur í alt størri mun fara at vera umhvørvismerktar, fer hetta uttan iva eisini at hava sín týdning í komandi tíðum fyri føroyska alivinnu. Krøv um burðardygd koma at vera í øllum framleiðsluliðum. Tí hevur slíkur fundur stóran týdning fyri Føroyar og føroysk­ ar alarar eisini. Vit eiga at geva tí, sum kemur fram á slíkum fundum størstan gætur. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Hvørjar treytir verða fyri aling í framtíðini? Tíðargreinin tíðargreinin Dánjal Petur Højgaard, lívfrøðingur Miðvarp, Kringvarp ella Míttvarp? viðmerkingar