hósdagur 11. juni 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 109 - 11. juni 2009
Hóast Rás2 hevur
ljóðbrot, har Jóannes
Eidesgaard, sum
tá var løgmaður,
greiðir frá, at hann
át livandi hummara
á Atlantic Fish Fair í
2005, so verður hann
ikki ákærdur fyri
djórapínslu. Sjálvur
vil hann ikki tosa um
málið
Djórapínsla
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Hevur tú nakrantíð etið liv
andi hummara?
- Hví spyrt tú?
Dimmalætting
hevur
fleiri ferðir skrivað, at tú og
fleiri hundrað onnur hava
etið livandi hummara og nú
koyrir eitt rættarmál. Í tí
sambandi vil eg spyrja, um
tú át livandi hummara í
2005. Um Dimmalætting
bara finnur uppá, ella um
tú hevur etið livandi humm
ara.
- So sigi eg, at eg onga
viðmerking havi. Tað er væl
eisini ein viðmerking.
So einfaldar eru útsagnir-
nar hjá Jóannesi Eidesgaard,
tá hann verður spurdur, um
hann er ein av teimum fleiri
hundrað fólkunum, sum
royndu at eta livandi humm-
ara á Atlantic Fish Fair í
2005, sambært Dimmalætt-
ing.
Át hummara
Men Jóannes Eidesgaard
hevur í hvussu so er sagt, at
hann hevur etið livandi
hummara, tí 5. mai í 2005
tosaði táverandi løgmaður
við Rás2, har hann greiddi
frá, hvat honum dámdi væl
við Atlantic Fish Fair.
Millum onnur upplivilsi á
stevnuni nevndi hann at eta
livandi hummara.
- Tað var sanniliga eisini
imponerandi at eta livandi
hummara, at bíta í ein liv-
andi hummara, og smakka,
hvussu hann smakkar, segði
Jóannes Eidesgaard.
Men tá Jóannes Eides-
gaard verður spurdur um
hetta brot hevur hann somu
støðu sum áður.
- Eg tosaði við teg um
hetta í morgun, og mín
støða er tann sama. Eg havi
onga viðmerking, staðfestir
Jóannes Eidesgaard.
Kann ikki ákærast
Tá fjølmiðlar fyrr hava ver-
ið í samband við ákæruvald-
ið, um hví Jóannes Eides-
gaard ikki er ákærdur í mál-
inum, hóast Dimmalætting
longu í maimánaði skrivaði,
at hann var ein teirra, ið át
hummara og Jóannes Eides-
gaard
ongantíð
hevur
avsannað hetta. Og ein
kanska skuldi trúð, at hann
er eins sekur og tey fimm
fólkini, sum eru ákærd eftir
grein 1 í djóraverndarlógini,
so hevur ákæruvaldið, víst
á, at ongi prógv eru fyri, at
táverandi
løgmaður
át
hummara, og at tað bara
eru prógv ímóti teimum
fimm fólkunum, sum vóru
í málinum.
Nú Rás2 hevur ljóðbrot,
har
Jóannes
Eidesgaard
greiðir frá, hvussu imponer-
andi tað var at eta livandi
hummara, so kundi hugsast,
at táverandi løgmaður eisini
kann ákærast, og kann
rokna við at verða kravdur
eftir 1000 krónum í bót fyri
at hava givið hummaranum
grova skilaleysa viðferð.
Júst á sama hátt sum hini
fimm.
Men tað verður Jóannes
Eidesgaard ikki.
- Um hann hevur etið liv-
andi hummara, so er fyrn-
ingarfreistin farin. Sambært
paragraf 93 í revsilógini er
fyrningarfreistin tvey ár
fyri hetta mál, staðfestir
Linda Hesselberg, almennur
ákæri.
Hon greiðir somuleiðis
frá, at hevði ákæruvaldið
verið vitandi um hetta ljóð-
brot, sum verður spælt á
Rás2 klokkan 16 og 17 í
dag, so hevði Jóannes Eid-
esgaard, táverandi løg-mað-
ur, eisini verið avhoyrdur í
málinum.
Undrast yvir
upplýsingar
Hinvegin undrast Linda
Hesselberg, at tað var so
torført at finna upplýsingar
í málinum, og at tað finnast
tílík ljóðbrot, sum ákæru-
valdið onki visti um.
- Tú skuldi vitað, hvussu
lítið fólk sóu hesar dagarnar
í mai 2005, staðfestir hon.
Somuleiðis greiðir hon
frá, at tey, sum eru ákærd í
málinum ikki hava greitt
frá øðrum, ið hava etið av
livandi hummarunum, og tí
hevur verið sera torført at
finna onnur av teimum
næstan 1000 fólkunum,
sum sambært Dimmalætting
25. mai 2005 ótu livandi
hummara.
Sostatt kunnu øll tey fólk-
ini, sum ikki longu eru
undir ákæru vera viss í, at
tey ikki verða ákærd fyri at
hava etið hummara í 2005.
Hummarmálið:
Eidesgaard sleppur undan revsing
- Tað var sanniliga eisini imponerandi at eta livandi hummara, at bíta í ein livandi hummara, og smakka, hvussu hann smakkar, segði Jóannes Eidesgaard í
tíðindunum á Rás2 tann 5. mai 2005, men hann verður ikki ákærdur fyri grova skilaleysa viðferð ímóti hummarum, sum fimm onnur, sum í heyst skulu fyri rættin
Tilgjørd mynd: Álvur Haraldsen
Fíggjarmálaráðið avsannar rossahandil
Fíggjarmálaráðið avsannar staðiliga søguna í Degi & Viku í gjárkvøldið um, at ein rossahandil er
inngingin millum landsstýrismannin í fíggjarmálum og limir í Tvøroyrar býráð. - At dagbøturnar, sum
vórðu álagdar ávísum býráðslimum, eru sleptar, er einans eitt úrslit av, at Tvøroyrar býráð nú hevur broytt
roknskapirnir fyri 2007 og 2008 sambært roknskaparkrøvunum í Kommunustýrislógini. - Søgan í Degi &
Viku um, at ein rossahandil er inngingin, er tí íspunnin. - Á fundinum millum landsstýrismannin í
fíggjarmálum og Tvøroyar býrað 9. mei varð spurningurin um roknaskapirnar viðgjørdur. Men á sama
fundi varð sjálvsagt eisini fíggjarstøðan hjá kommuni viðgjørd, nú inntøkurnar hjá kommununi eru
minkaðar, og spurningurin um, hvussu kommunan ætlar at røkka ásetingini um, at lániskuldin ikki skal
vera oman fyri eina álíkning. - Men her er talan um tvinnandi mál, sum Svf av ein ella aðrari orsøk royndi
at tvinna saman, sigur Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi.