hósdagur 11. juni 2009síða 37
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Stóra summarkappingin hjá Sosialinum
Send inn og vinn nógvar flottar vinningar
Summarkappingin '09
VINN FERÐASEÐLAR
Tel 34 10 00
atlantic.fo
Melda teg til Club Atlantic og
og fá sertilboð sendandi við telduposti
Øll, sum tekna seg, eru við í lutakasti hvønn mánað um eina ferð aftur
og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways.
Melda til á: www.atlantic.fo
Vika 24:
Leiðin til Billund
8 síður við spenn
andi tilfari um
summar
Eitt stórt summarhúsøkið er skamt
frá Aquadome-høllini hjá Lalandia.
Til ber hjá barnafamiljunum at
koyra frá summarhúsinum hjá sær,
og til túnið hjá Lalandia við einum
sokallaðum summarhústokið. Heili
750 summarhús eru í økinum, og tí
hava fleiri av summarhúsunum ein
longri tein til Aquadome-høllina.
Summarhústokið koyrir tí runt, har
sum summarhúsini liggja, har tokið
samlar ferðafólk. Tá tokið er komin
oman gjøgnum alt summarhúsøkið,
koyrir tað líka til dyrnar hjá Lalandia
Aquadome við øllum ferðafólkunum.
Hetta ger, at fólk ikki nýtast at taka
sínar bilar við sær. Og tá nógvir
føroyingar koma við flogfari, so
er tað avgjørt ein fyrimunur fyri
føroysku barnafamiljurnar at kunna
sleppa høggligt frá summarhúsinum
hjá sær, og til Aquadome-høllina.
Aquadomehøllin hevur nógvar
ymiskar matstovur, handlar,
bowlinghøll, minigolfvøll, umframt
tað stórsligna vatn- og baðilandið
Aquadome. Tí er tokið ofta fullsett
við summarhúsgestum, sum skulu
ørindir í Aquadome-høllini.
Hvørjar 40 minuttir
Tokið koyrir hvørjar 40 minuttir í
dagstímunum, og skal tí ikki bíðast
so leingi eftir tí næsta túrinum. Tokið
er bygt í einum klassiskum sniði,
men er bert eitt ára gamal. Lalandia
hevur valt at keypt eitt tok, sum er
gjørt í gomlum klassiskum sniði, fyri
at skapa eina meira nostalgiska og
hugnaliga kenslu, tá ein koyrir frá
summarhúsinum hjá sær, og niðan
til Aquadome-høllina. Børnini njóta
tað eisini, sum eina eyka uppliving
at sleppa at koyra við einum slíkum
toki.
Tok millum summarhúsið og Lalandia