Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 110 - 12. juni 2009 ] Spælarnir hjá Frem hava spælt tríggjar dystir uttan løn, og tíma nú ikki at spæla fyri einki meira FÓTBÓLT Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Spælarnir í danska 1. deildar felagnum, Frem hava nú kravt felagið á húsa gang. Talsmaðurin hjá Frem- spælar unum, Tim Ilsø sig ur við Ekstrablaðið, at teir hava fingið játtað frá Frem, at lønin teir eiga til góð ar kemur, men teir hava einki sæð til nakran pen ing, og tolið hjá spælar unum er nú uppi. Spælar nir góvu felagnum eina viku til at fáa lønina og eina bjargingarætlan uppá pláss. Tann freistin er nú farin, og tí hava spælarnir kravt felagið á húsagang. Spælarnir vóna tó kortini, at tað eydnast at bjarga Frem frá húsagangi, so teir kunnu fáa sína løn, og varðveita síni størv sum løntir fót bólts spælar- ar í felagnum. Men sum støðan er, so ynska teir ikki at spæla fyri felagið, uttan at fáa løn. Fakfelagið hjá fót bólts- spælar unum, Spiller- foren ing en sigur í einum tíðinda skrivi, at Frem- spælar nir fara frá fríggja- degi 12. juni at rokna, ikki at arbeiða fyri Frem meira, tí teir hava ikki fing ið løn fyri mai- mánað, og hava onga trygd fingið fyri lønini, sum teir eiga fyri juni- mán að. Spillerforeningen fer nú at hjá Frem- spælarunum at melda síni samlaðu krøv til Løn- mod tager nes Garanti- fond. Fer Frem á húsa- gang, so verður felagið tvangs flutt niður í Dan- mark ar seriuna. Høvdu vónað eina viku Leiðslan í Frem hevði vón að, at spælarnir vildu givið teimum eina viku meira, áðrenn teir fóru at krevja felagið á húsa- gang. - Vit bóðu spælarnar um at fáa eina viku, nú vera vit noyddir at klára alt uppá eitt samdøgur. Men megna vit at skava pen ing in saman, so vænti eg, at spælarnir eru til reið ar at taka ein nýggjan fund við okkum, har teir kunnu hoyra um okkara bjarg ing ar ætlan, sigur stjórin í Frem, Hans Her- mann sen til DR. Frem mangl ar umleið eina miljón krónur, men bæði við halds fólk og lokala vinnu lív ið í Valby hava teir seinastu tvær vikur- nar gjørt eina stóra inn- savnan, í einari roynd at bjarga Frem undan at fara á húsagang. - Her koma nógvar góð ar upphæddir inn á bók hvønn dag, so útlitini eru góð. Tað eru eisini mong vinnulívsfólk, sum enn hugsa um at fara inn og hjálpa okkum, greiðir Hans Hermannsen frá. Hann staðfestir, at leiðsl- an ætlar at stríðast til tann seinasta vónin er brostin. Hermannsen sigur seg skilja støðuna hjá Frem- spælar unum. - teir hava jú spælt gratis í tríggjar dystir, staðfestir hann. Stórskjúttin hjá KÍF skal komandi árið virka sum spælandi venjari hjá Team- Klaksvík HondBÓLTur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Team-Klaksvík spældi í fjør sítt fyrsta ár í næst bestu hondbóltsdeildini, og tað gekk ikki verri enn ilt. Men í felagnum hava tey tó nógv størri mál enn sum so. Hóast onkur kanska hev u r ypt øksl eftir felag- num, sum í fleiri mátar var eitt útbrot frá Stjørnuni, so hevur leiðslan alla tíðina havt sum mál, at liðið skal upp í fremstu deildina, og nú verður enn eitt stig tikið á tí leiðini. Fríðin Ziskason, formaður í Team-Klaksvík, váttar fyri Sosialinum, at felagið hevur gjørt avtalu við Damir Oros, um at hesin skal vera spælan di venjari hjá felagnum komandi kapp- ing ar ár. Damir Oros hevur gjørt nógv um seg hjá KÍF seinnu ár ini. Støðugt hevur sko t- sterki bakspælarin verið mill um bestu málskjúttarnar í landinum, og eina ferð er hann eisini kosin ársins spælari í føroyskum mans- hondbólti. - Vit ætla okkum avgjørt upp í bestu deildina. Hóast vit upprunaliga vóru fleiri í eldra endanum, sum mest hugnaðu okkum við felag- num, so eru eisini fleiri evna ríkir spælarar um at búnast. Hesir eru nú eisini eitt ár eldri, og tað er okkara vón, at vit við Damir Oros hava fingið okkum ein venjara og spælara, sum kann vera við til at lyfta okk um móti toppinum í næst bestu deildini, sigur Fríðin Ziskason. 5-mannafør, dreingir 4 Firvaldur 5 Jallurin 6 Havfrúgvin 7 Royndin Fríða 8 Junkarin 9 Tjaldrið 10 Blikur 11 Teistin 12 Kollur 13 Ritan 6-mannafør, kvinnur 6 Romvlvs 7 Hvessingur 8 Sølmundur 9 Gongurólvur 10 Páll Fangi 11 Jarnbardur 5-mannafør, gentur 6 Hvassi 7 Falkur 8 Firvaldur 9 Jallurin 10 Havfrúgvin 11 Sílið 5-mannafør, kvinnur 7 Ritan 8 Frúgvin 9 Erla Kongsdóttir 10 Hvassi 11 Blikur 6-mannafør, menn 4 Hósvíkingur 5 Sundabáturin 6 Rádni 7 Gongurólvur 8 Tvørábáturin 9 Riddarin 10 Smyril 11 Skúgvur 12 Jarnbardur 13 Fortuna 8-mannafør 7 Árnfirðingur 8 Ørvur 9 Argjabáturin 10 Knørrur 10-mannafør 8 Klaksvíkingur 9 Eysturoyingur 10 Ormurin Langi SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo – Mær vitandi, hevur einki sterkari kvinnulandslið nakrantíð vitja føroyskan flogbólt Kristian Mikkelsen ítrótt Oros skal venja Team-Klaksvík Kann Damir Oros hjálpa klaksvíkingum við at røkka málinum um uppflyting, verður botnsessurin í Atlantic Airways-deildini veruliga nakað, sum feløgini vilja berjast fyri at sleppa undan Spælarnir krevja Frem á húsagang Startrøðin á fjarðastevnu